Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ummæli

Yppa yppa øksl

Haldi ikki eg havi hoyrt ein so konkretan spurning frá tíðindavertinum í kvøld verið svaraðan við so óforpliktandi uttanumtosi, ið mest var um súkling og grannar og hearsay, túnatos, sum orðabókin sigur um roks. Tvey landstýrisfólk og ein vertur, sum gjørdi sítt besta, henda síðsta. Eitt av næstan øllum innsløgunum um heilsustøðuna í Føroyum, har eitt uppskot, í onkrum føri tað fakliga besta tilmælið, var at senda børn av landinum, tí so fingu tey eitt betri lív. Aftaná. Skilafólk øll somul, men eg veit ikki um eg skal gráta ella grína, av at hoyra tvey landstýrisfólk, púra laiv í studio, yppa øksl, sum dagsins poppsangur sigur, yppa yppa, sum einaferð var fólksliga uttanduramotivið niðri í Vágsbotni. Í ramasta álvara at møtast til at yppa øksl, og gera tað í felag sum eina andsøgn til ráðandi líkasæluna. Yppandi tankin hevur fylgt mær síðan, eg sá Arna yppa øksl, og nú varð hann aftur loystur upp at blása, yppandi tankin. Í meðan heimleysa studioprátið fer upp og niður eftir stólpum,

Saksofonin savnar

Samstundis sum høvuðsstaðurin enn einaferð tykist skúgva tankan um eitt tjóðleikhús frá sær - meðan borgarstjórin, svangur av døgum, stillar upp aftur og lukkutíð tvíheldur um hugahúsið í Havn - var tað ein hending, sum hesa vikuna sannførdi meg um, at, hvat vit so kunnu finna uppá av reklamugimmicks og uttanumtosi, so hvílir listin á ongum øðrum enn herðunum á einstaklinginum.  Álitið hesa vikuna var Kristina Thede Johansen, nýútbúgvin saksofonleikari, sum í Høllini í Norðurlandahúsinum framførdi próvtøkuna, debutkonsertina SANSA Føroyar, ið impromtu fær meg at leingjast eftir meir enn tjúgu ára gomlu Listastevnuni, so gjøgnumførd og hugtakandi var konsertin. Ikki sørt ólík Sequentia, sum framførdi Edda hjá Benjamin Bagby, sum eg uttan at himprast aftur í kvøld fari at halda fram sum fremsta uppliving í fjøruti ár í Norðurlandahúsinum. Men henda uppliving í kvøld, SANSA Føroyar, legði seg beint upp at Sequentia. Serliga í byrjanini, tá Kristina einsamøll við saksofonini og øllum havsi

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann

Uni vigar Virgar

Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald.  Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil.  Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði.  Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend og vendir sær

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður.

Good to be kind

Hóskvøldið í farnu viku var eg í Sirkus og spældi úr eini hálvtrýss ára gamlari plátu. Sum ein diskleymari, og váttan um, at eg ikki bara spældi retarderaðan gamlamanstónleik, innleiddi eg við at vísa á afturvendandi kanningar, sum siga, at tá tú ert trýogtredivu, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki.  Eg eri akkurát tvær ferðir tann aldurin, og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki.  Og so kom diskleymarin. Nýggjasta er plátan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum, Good to be kind . Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind.  Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóðmynd - tá støk

Tá Finnbogi var í hvørjari stovu

Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki.  Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa. Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel. Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni.  Einuferðina varð eg sendur út í Læraraskúlahøllina við einum Studer Revox bandupptakara og eini Sennheiser MD421 mikrofon, henni, sum líktist barbermaskinuni.  Við høvuðtelefonunum uppiá, varnaðist eg fyrstu ferð tann mikla trega, sum ljóðfólk fáa, tá onkur hostar, ei