Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tónleikur

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann

Good to be kind

Hóskvøldið í farnu viku var eg í Sirkus og spældi úr eini hálvtrýss ára gamlari plátu. Sum ein diskleymari, og váttan um, at eg ikki bara spældi retarderaðan gamlamanstónleik, innleiddi eg við at vísa á afturvendandi kanningar, sum siga, at tá tú ert trýogtredivu, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki.  Eg eri akkurát tvær ferðir tann aldurin, og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki.  Og so kom diskleymarin. Nýggjasta er plátan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum, Good to be kind . Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind.  Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóðmynd - tá støk

The measure of my dreams

Nick Cave syngur brot úr A Rainy Night in Soho  til jarðarferðina hjá  Shane MacGowan Eftir eitt ryggleyst lív við alkoholi, andaðist írski sangarin og yrkjarin, Shane MacGowan, heima í Dublin, 65 ára gamal hin 30. novembur.  Í undirhaldsvinnuni er tað eitt vælkent uppáhald, at stjørnurnar, óansæð úttrykk, eru so bundnar av rúsevnum, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tær syngja, skriva og spæla seg út av eggini. Alt fyri okkum. Í nýggjari tíð minnist eg ongan, ið hóast góðan penn, valdi at skelta so týðuliga við drykkjuskapi, at tað kendist beinrakið, tá New York Times skrivaði í minnningarorðum, at Shane MacGowan hevði eina “titanically destructive personality”, men samstundis var “a master songsmith whose lyrics painted vivid portraits of the underbelly of Irish immigrant life.” At hann av nevndu orsøk stygdi fólk frá sær, vita norsku Onkel Tuka alt um. Tá deyðsboðini komu, settu teir straks henda karga stubba fram á Facebook: Meðan jóla- og veitsluslagarin Fairytale of New

Hanne Marit, Anna Magdalena - og Bach

Aftanfyri ein stóran mann stendur ein sterk kona. Tað verður sagt í nógvum mentanum. Á týskum Hinter jedem erfolgreichen Mann steht eine starke Frau, og á enskum Behind every great man is a great woman Innan vit bakka í hesum kynsbundna uppáhaldi, um týska húskið hjá gamla Bach, fara vit fyrst eitt av tveimum leggum til Noregs. Har er ein, ið eisini eitir Bach, sum í bók frá 1982 brúkar x-faktorin at lýsa yrkjaran André Bjerke, tá hann sigur ”Det er sagt at bak enhver stor mann står en forundret kvinne og ofte flere forbløffede venner”.  Hvussu er og ikki, týskvøldið var eg púra paff av 26 ára gomlu norsk-føroysku sopransangarinnuni, Hanne Marit Mordal Iversen, sum sang í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum, undir hevdvunnu yvirskriftini Bach í kertiljósi, sum úrvalssolistar saman við Aldubáruni, hava framført, eftir at Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiddi so hugfarsliga um júst Bach, so tað ljómaði gjøgnum øldir, tríggjar minst, meðan vit í tí fjara hoyrdu sogið av sjógvi og aldu

Nýfunnin tíðarlummi við føroyskum andstøðurokki

Í mínum eygum er plátuhúsin, sum er linoliumsskurður hjá Rannvá Holm Mortensen, eitt mekaniskt gonguverk, ið telur og mátar tíðina, sum náðileyst strýkur av stað, men eisini kann goyma hana, tíðina, um hon so ímyndar fiskin ella barnið í grafisku myndini. Hetta er tíðin í optikkinum hjá arbeiðaranum. Útgangsstøðið er hóskiligt, tá eg hoyri stílin og úttrykkið, sum í vøkrum gatefold cover, har allir tekstir kunnu lesast, fyri mesta partin leggur seg afturat andstøðurokki frá sjeytiárunum.  Sangur til lívið er hóskandi byrjunarsangurin á plátuni, fyrri sangur, sum Fróði T. Vestergaard og Jógvan Andreas Joensen hava skrivað saman. Framburðurin er á suðuroyarmáli, sum allan vegin gevur plátuni ein autentiskan dám og farra. A voice without restraint, ein rødd, sum uttan avmarking rópar beint út, er í rokkhøpi ein siping til Bob Dylan plátuna John Wesley Harding frá 1967 og sangin I dreamed I saw St Augustine . Hesin aktuelli sangurin, Kanska , setur sær gamaní ikki fyri at verða so stórt

Tá vit finna heim

Í kvøld kom Knút Háberg Eysturstein á gátt við nýggju LP plátuni "Hjartasláttur", sum er Tutlútgáva nummar 544. Hóast úrvalið, bakkatalogið, tey siga, er stórt hjá Knúti, so eru tíggju ár liðin síðan hann gav út LP plátuna "On High", ið er hin higartil nýggjasta. Sangirnir á Hjartaslátturinum eru níggju í 42 minuttir til samans. Tað er gott at halda einum stórum plátuhúsa í hondini, sum enntá kann latast upp sum gatefold cover við teksti til allar sangir og øllum upplýsingum, hvør hevur yrkt og tónsett, og hvør spælir uppá hvat ljóðføri og hvør hevur lagt til rættis. Fyrsta er framsíðan. Heimligi og tó fulkomuliga fremmandi ælabogin, sum stoytir seg í havið, ella rísir hann upp, eg veit ikki, men hetta fungerar sum húsi, nakað sum gomlu ECM pláturnar, fyri ikki um at tala teir konseptuellu húsarnar hjá Hipgnosis og Storm Torgeirson, frá vælmaktsdøgunum hjá LP plátuni. Bruno Mikael Eysturstein hevur gjørt húsan, har bylgjandi havið er gjøgnumgangandi, og Gwenaël Akir

Í havanum hjá Lennon

Er tað nakar í Liverpool, ið hevur ein hava á høvdinum, so er tað Salah. Men nú hevur hýruvognsførarin Owen, sum eisini er samfelagsreyður fótbóltsfjeppari, koyrt okkum í havatúnið hjá Lennon og teimum, sum tað síðsta av teim fýra. Lennon er krúnan á høvdinum. Hús fyri hús hevur hann ein gimmick, sum er at fáa okkum at gera tað sama, sum sæst á eini søguligari mynd við úrvalda beatilinum, tá hann búði her. Í hesum føri at halla aftur á portrið, við vinstra beini nonsjalant yvir tað høgra. Meðan eg hyggi yvir á bláa National trust skeltið, sum bæði váttar og staðfestir, at her búði John Lennon, gongur upp fyri mær, at stuttabuksurnar lógu eftir.   Í rigoristiska bretska stættarsamfelagnum leggur sjaførurin dentin á stætt, korð og familjuviðurskifti, og eisini eina persónliga meting av, hvønn beatil, honum dámar best í einum jøvnum dialogi við okkum fýra, sum sita aftanfyri. Og so hvørja LP okkum dámar best. Og her dugir hann hegnisliga væl at skjóta inn í millum, at hann eigur mest slit