Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ . Orðið finst ikki. Síðan hon kom fram, havi eg roynt ymsar inngangir til gerandisligt skrivligt arbeiði. Leys og støk orð, sum stavast so ella so. Her verða eingi orð sett saman, tí orðini verða ikki brúkt til samanbundið virksemi, eisini kallað samskifti. Orðini eru støk. Hevði væntað, at eg fór at liggja skerflatur at lesa í nýggju stavsetingarorðabókini, men púra óvæntað havi eg slept henni. Fór tí í prentaðu bókahillina, at blása dustið av størsta frambrotinum eg minnist, tá umræður orðabøkur. Tað var ensk-føroyska orðabókin hjá Stiðjanum frá 1992. Umframt at minnast hvussu dýr hon var, minnist eg hvussu stuttligt tað var á føroyskum at lesa um týdningin av orðum, sum tá vóru nýggj. Hví í allari víðu verð eru orðabøkurnar ikki skipaðar og settar upp soleiðis, at brúkarin kann krossreferera á einum stað millum fleiri? Málið er livandi og ikki tengt at støkum orðum og starvsstovustirvnum bendingarmynstrum, sum tá fyrisitarar og po