Eftir at havnameistarin í Havn, og nú eisini formaðurin í mentamálanevndini í høvuðsstaðnum, vilja flyta Tjóðleikhúsið á triðja sinni, Runavíkar kommuna í ramasta álvara vil hava pallin inn hagar, og Kringvarpið slær alt upp í glens fyri opnari mikronfon í tveir tímar í sendingini Skratsj , talar Føroya kendasti, virknasti og nógv mest virðislønti sjónleikari at. - Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen, og vendir sær til Birkblog í dag. - Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera. Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal. - Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta i