Skip to main content

Páskatoskur og páskablómur


Toskanakki, codneck, sigur matskráin. Beint av Føroyabanka, varisliga bakaður í Barbara Fish House og síðan borðreiddur við ramsleyki og persillusós av kræklingasoði. Tað er Leygardagur reyði og páskaaftan. Fjøruti ára gamli Magnus Heinason er kom av enn eini yvirlitstroling á Føroyabanka, ið gav so mikið, at fiskamatstovan aftur kann bjóða feskan várfong. Eisini bankatosk, hvítur og fastur. Við fullsettu borðini skifta vit orð um lívrøðiligu viðurskiftini á Føroyabanka, har aldrandi rannsóknarskipið hevur gjørt kanningar síðan 1983. - Toskurin á Føroyabanka er framvegis ikki komin fyri seg aftur, við tað at nøgdin av toski í vekt lá á sama lága støði, sum hevur verið vanligt síðan 2006, skrivar Petur Steingrund, kanningarleiðari, eftir túrin. Havfrøðingurin, Bogi Hansen, hevur fyrr upplýst, at ikki færri en tvær milliónir kubikkmetrar fara gjøgnum Bankarennuna um sekundið. Tjúgu kilometrar breið og 850 metrar djúp, skilir hon Føroyabanka frá Landgrunninum og er ein sjálvstøðug vistfrøðilig skipan. Tað er líkasum lívfrøðiligi karmurin. Tá hugfarsligi vinstramaðurin, Uffe Elleman Jensen, einaferð vitjaði her, vildi hann vera við, at bankatoskurin var heilt serstakur. Men við borðini í dag skjóta Pál Weihe, sum er komin beint úr London, har Mike Day hevur sýnt The Islands and the Whales og varpað ljós á Norðuratlantiska havdálking, og leiðandi fiskifrøðingurin Petur Steingrund, upp, at ein staðfestandi genomlesing verður gjørd av arvastronginum hjá bankatoski. - Tað er ikki gjørt áður, siga teir. Toskurin veksur serliga skjótt tey fyrstu árini á Føroyabanka, áðrenn hann gerst kynsbúgvin sum trý ára gamal og kann verða 75 cm til longdar. So minkar vøksturin og verður sum á Landgrunninum. Samanborðið við vøksturin hjá toski frá átjan øðrum toskastovnum í Norðuratlantshavi, var trý ára gamal Føroyabankatoskur dupult so stórur, sum toskurin í hinum stovnunum, sigur Eyðfinn Magnussen í einum upplýsandi faktablaði, sum er á borðinum. Jóhann Mortensen, stigtakari og íverksetari, hevur eisini verið frammi við tankum um, at skiparar, sum sleppa á Føroyabanka at veiða, skulu hava eitt gastronomiskt veiðibræv. Eg kann ikki annað enn nikka, nú Bankakjálkar, glaseraðir við tomat og paprika, koma inn á borðið.


Reyði leygardagarin er settur í karm á runda borðiskinum, og afturvið er franskt vín úr Chablis, sum í frásøgnini javnvigar perfekt við Norðuratlantiska havbotnin. Skeljasandurin smakkast. Roykta hýsan, sum eins og høgguslokkurin eisini er av Bankanum, verða borðreidd við várleyki og leskiligari Hollandaisesós og Gazpacho og brendari agurk.


Og so í næstu stovu, gomlu Dandastovu, har Mikkeller heldur til í dag. Úr Pennsylvania royna vit eina kirkjubjór, alien church, bryggj nummar fimtan, nú páskir eru.

At ganga millum samanbundnu stovurnar, ikki minst at fara á vesi, er sum at vera umborð á søguligum træskipi, kanska einum fullriggara. Tað rínur og hvínur natúrliga úr viðinum og konstruktiónunum, tá tú gognur. Men uttanfyri bíðar gerandisdagurin við tjøldrum vestanfyri Velbastaðháls, ávegis til Syðradals, besta myndaevni í nánd av Havnini.

Og so ein halgisvipp til Kirkjubøar í skiftandi páskaljósinum nú hann várar og dregur á bæði, frost og lýkku.

Undir Ólavskirkjuni við lendingina í Kirkjubø liggja páskagular boyur sum ein áminning um góða veiðu av grunni meðan blái himmalin speglast í blonku vágni.

Páskadag eru Jógvan, Marjun og Olaf komin til páskabrunsj. Kavi er í túninum, so várið má bíða nakrar dagar enn. Men eitt páskasmíl frá Olaf er gott, nú Jógvan fer heim aftur til Amager. Gleðiligar páskir og takk fyri hesuferð!