Skip to main content

Dreymar við havið kappast í enn eini altjóða filmstevnu


Fjúrtanda altjóða filmstevnan í Reykjavík, Reykjavik International Filmfestival, lakkar móti endanum.

Fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd, Dreymar við havið, hevur verið sýndur á festivalinum, har tær báðar, ið hava kvinnuligu høvuðsleiklutirnar, Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir, vóru til staðar og greiddu frá í Háskúlabio, saman við leikstjóra og framleiðarum.

Dreymar við havið varð boðin við í høvuðskappingina um Gylta lundan, The Golden Puffin, á New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við trettan nýggjum filmum úr øllum heiminum. Teirra millum var mest spennandi íslendski filmurin beint nú, Vetrarbrøður hjá Hlýni Pálmasyni, og God's own country hjá bretska Francis Lee. Vinnari gjørdist tó hin amerikanski The Rider eftir Chloé Zaho, sum eisini vann virðisløn í Cannes í ár.


Tað var júst í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk fyrsta herðaklappið, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Úr Reykjavík í kvøld kunngera føroysku filmsframleiðararnir, at Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá luttekur í høvuðskappingini á filmsstevnuni ALICE NELLA CITTÀ (Alice in the City) í døgunum 26. oktobur til 5. novembur í ár.

- Hetta er onnur filmsstevnan, sum Dreymar við havið luttekur á, og eisini í Róm kappast Dreymar við havið móti filmum úr øllum heiminum, við altjóða viðurkendum leikarum og leikstjórum. Alice Nella Città er sjálvstøðugur partur av altjóða filmsstevnuni í Róm, og leggur høvuðsdent á filmar til ung, siga føroysku filmsframleiðararnir úr Reykjavík í kvøld.

Italska filmstevnan er uppkallað eftir filminum hjá Wim Wenders frá 1974 Alice in the Cities.

Í Havnar Bio er høvið at síggja Dreymar við havið í eina viku afturat.

Fylg við tíðindum um filmin her:
https://www.facebook.com/dreamsbytheseafilm/