Skip to main content

Sterkir filmar í Filmsfelagnum


Teldutala

Várskráin hjá Filmsfelagnum fevnir um sjáldsama sterkar filmar, sum verða sýndir mikudagar í Havnar Bio. Í farnu viku sýndi Filmsfelagið franska filmin Dheepan, sum í vann gull í Cannes í fjør og Hanna Jensen, sum er franskur konsul, innleiddi sýningina við nýggjastu tølum og ætlaninum, tá umræður lógligar og ólógligar tilflytarar í Evropa. Filmurin Dheepan er um eitt kostruerað húskið frá krígsherjaða Sri Lanka, sum roynir at skapa eina nýggja tilveru í modernaða París. Tað gongur ikki væl, tí sosialu karmarnir eru longu skaptir og lagaðir av fronskum brotsmonnum, sum ikki kenna styrkina í einum tamilskum tikara. Meðan sosialu myndugleikarnir blunda, endar tað sum í Taxi Driver.

Mikudagin í hesari vikuni sýndi Filmsfelagið aftur ein sterkan film, Der kommer en dag, sum er borin av sosialari indignasjón, sum verður poetisk, og fyrst og fremst lýsir tað at verða móður í einum samfelag, har pápar í besta føri eru fráverandi, í ringasti føri ódjór. Dreymamyndirnar levera rúmdarmenninir í sjónvarpinum, sum gera tilveruna hjá kúgaða dronginum tolandi. Filmurin er um norðursælendska barnaheimið Godhavn í 60'unum, sum í søguni eitur Gudbjerg. Vælkomponeraði filmurin, har hvør einstakur drongur er eitt listaverk í hondum leikstjórans, er aftur ein ákæra móti sosialu myndugleikunum, ið forsøma alt eftirlit. Aftur í morgun hevur sitandi sosialmálaráðharri eina teknokratiska forkláring um, hví staturin blundaði, ikki læt við seg koma og aldri fer at koma við eini umbering. Danski filmurin er eins og franski Dheepan ein ákæra móti dølskum politikarum og fyrisitarum, ið stig fyri stig forkoma okkum vælferðarsamfelagið. Tí er filmur ein so sterkur miðil. Filmurin heldur fram í Havnar Bio.


Í næstu viku eru 50 ár síðan romantiski stórfilmurin hjá David Lean, Doktor Zivago, varð frumsýndur í heimsins biografum. Nobelvinnarin Boris Pasternak skrivaði søguna, sum var bannað, eins og filmsgerðin, ið fór fram í Spania. Til 50 ára dagin er gjørt eitt nýtt talgilt eintak, sum umframt briljantan lit, eisini er eitt veit longri. Nýgjørda eintakið av upprunaliga filminum fær bestu ummæli allastaðni, har Doktor Zivago hevur verið vístur. Ritøvundurin Hanus Kamban, sum sjálvur sá filmin í 60'unum, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum, sum byrjar klokkan hálvgum átta og endar klokkan hálvgum tólv næsta mikudag 27. apríl. Ein steðgur verður, og til ber í allari lagaligheit at hava okkurt styrkjandi við, til dømis kaffikannuna, ið kann setast í kopp-haldaranum, sum er í hvørjum stóli í biografinum.


Mikudagin 4. mai, verður heimildarfilmurin They Will Have To Kill Us First sýndur í Norðurlandahúsinum. Hetta er samstarvstiltak millum Norðurlandahúsið, G! Festivalin og Filmsfelagið. Fyri fólkið í afrikanska landinum Mali er tað ikki ein sjálvfylgja, at sleppa at úttrykkja seg gjøgnum tónleikin. Sama sóu vit í filminum Timbuktu, sum Filmsfelagið vísti í fjør. Men Songhoy Blues, sum fara at spæla á G! Festivalinum í summar, hava valt at stríðast fyri rættindum, sum á okkara leiðum er sjálvsøgd. Síggj sterka heimildarfilmin They Will Have to Kill Us First í Norðurlandahúsinum 4. maj.