Altjóða filmstevnan í Moskva, sum byrjaði fríggjadagin í farnu viku, er nú av, og bestu filmar eru kosnir. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 1935 við montasjumeistaranum, Sergej Eisenstein, sum formanni. Nú er filmsnevndarformaðurin íslendski Friðrik Þór Friðriksson, gamli vinurin hjá Filmsfelagnum. Ein vágin gerð, at standa fremstur í Moskva, halda flestu. Í samrøðu við íslendska Síðdegisútvarpið, seinrapartsútvarpið, á rás tvey, sigur Friðrik, at hann skilir støðuna, men er forvitin, elskar film, og vil fáa innlit í, hvat filmsfólk, sum ikki eru uppií krígnum, gera, nú kríggið bleiv so drúgt. Hann sigur seg ikki gera film til ríkisstjórnir at síggja, men til áskoðarar, sum ganga í biograf og fakliga dyrka film. - At isolera fólk frá mentalívinum er ikki rætt, serliga tá tað snýr seg um fólk, sum ikki beinleiðis eru við í krígnum. Russiskir filmar hava altíð verið frammalaga í søguni, so filmstevnan í Moskva, sum eg oftani havi vitjað við egnum filmum, hevur altíð verið hámett. Fri
Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab úr Harbor Springs, Michigan, kom fyrstu ferð higar í 2011 við einum liði av amerikanskum fotografum. Við egnari útgerð arbeiða tey við lokalum myndaevnum, fototeknikki og skifta orð um úrslitið. Komin úr ymsum ættum, møtast tey fyrsta kvøldið á Irish Pub, sum sæst niðanfyri. Gávuprentið, omanfyri, er av Patti Smith, sum Bill avmyndað í Detroit 1995. Gjøgnum árini hevur hann avmyndað nógvar amerikanskar rokkstjørnur. Men eftir at hava ferðast nógv í Íslandi og arbeitt har við fotografum, varnaðist hann Føroyar fyri trettan árum síðan. Sum fotografur og ferðaleiðari hjá professionalum amerikanskum fotografum er hann hugtikin av Føroyum, ikki minst nú veðrið er so gott. - We’ve been having a wonderful time so far, sigur Bill í góðveðrinum. Frá vinstru eru tey Travis Nunn, Jennifer Seitz, Baba Barnett, Steve Hanrahan, Irene Searles, Bill Schwab, Becky Logan og Kimberly Harmon. Veðrið er so gott, at ferðaleiðarin, Bill, er púra paff. - So far, it’s bee