Skip to main content

Posts

Saksun í BBC í kvøld

Í kvøld vísti BBC upptøkur úr Saksun. Men orsøkin var ikki ferðavinna ella illa stødd ferðafólk á hesi eksotisku Føroyaleiðini. Fyri einum mánað síðan vóru trý fólk frá BBC-sendingini Click í Føroyum, at gera eitt innslag til Click-røðina, sum í hesum umfari telur 52 partar, sum eru ein hálvan tíma hvør. Íalt eru útvið 900 Click-sendingar gjørdar. Aktuellu innsløgini eru um føroyska átakið Sheep View og Meludia í Føroyum, sum m.a. er filmað á tíðindafundi í Mentamálaráðnum, har Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, sleppur at útala seg greitt og livandi. Paul Carter er vertur í føroyska innslagnum í Click-sendingini. Sum sæst, regnaði illa, tá hann var í Klaksvík. Sum sæst er føroyska tilfarið nú sett á skrá, og verður í hesum døgum sent til allan heimin á BBC World News seytjan ferðir millum 5. og 10. mai. Síðan verður innslagið sent á kinesiskum og persiskum, sigur Kevin Kleinmann, stjóri í Meludia í París. Sunleif Rasmussen, sum er ambassadørur fyri Me

Hanna Kampmann setur framsýningina Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum

Fríggjadagin 4. mai helt Hanna Kampmann hesa røðu í Listasavni Føroya, tá framsýningin Ein modernistur í Føroyum við 52 málningum eftir pápan, Jack Kampmann, varð sett: Eins og hendan framsýningin setur fokus á tey listarligu avrikini hjá pápa mínum árini 1948 til 1961, fari eg at seta fokus á nakrar av teimum myndunum, sum koma fram í mínum hugaheimi frá hesum tíðarskeiði - og eins og verkini, sum eru komin upp at hanga, av fakfólki mett sum tey bestu - eru hesi minnini fyri meg. Hesi minnir eru tengd at, eitt nú einum vetrardegi við kava, tá eg havi verið um 4-5 ára aldur. Vit koma gangandi hond í hond eftir Niðara vegi á veg heim frá atelierinum, sum hann tá hevði úti á Mørkini, nakrar hundrað metrar frá Fitjunum har vit búðu saman við ommu og abba mínum. Hesin gongutúrurin, ein av nógvum, meðan hann fortelur og greiðir mær frá, hvat kavi er fyri eitt fyribrigdi - og nøkur ár seinni, eisini á Niðara Vegi, heim úr biografinum, har vit sótu á 14. røð - við stórum armrørslum, ú

Samtíðarlist í Listasavninum

Tað er ikki bara gomul list við deyðum persónum, sum verður drigin fram í Listasavni Føroya. Undir yvirskriftini Samtíðarlist í miðdepil verður víðkað um føstu framsýningina í ljósu hølunum, ið opna seg oman móti Plantasjuni. Beint nú er tað Hanni Bjartalíð, sum eg higartil bara havi sæð í Steinprenti niðri á Skálatrøð. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er besta plasering í allari verðini at seta hugfloygdu smáhúsini, ið marglitt hava stigar niður á slætt, sum vóru tey fuglabúr úr Per-ísum við træpinnum frá Restorff's, sum úr barndómsfyndini eru skolaðir upp á eini afrikanskari strond, og kanska, kanska, kundu verið brúkt sum barnabókaillustratiónir. Listasavnið sigur soleiðis um átakið: Tað er útsýni til samtíðina í einum parti av føstu framsýningini á Listasavni Føroya undir heitinum Samtíðarlist í miðdepil . Framsýningin verður skift umleið annaðhvønn mánað og vísir føroyska samtíðarlist í alskyns miðlum og stílum. Í løtuni verða listaverk hjá Hanna Bjartalíð sýn

Ein friðleysur katalysator setur spor

Tey trý børnini hjá Jack Kampmann, ið eisini eiga málningar, sum síggjast á framsýningini Ein modernistur í Føroyum , ið læt upp í Listasavninum í dag, framman fyri elsta málninginum hjá pápanum,  Kompositión. Tríggjar gentur frá Kunstnernes Efterårsudstilling í 1935. Her vilja tey trý avmyndast, og í staðin fyri at kenna støðuna margháttliga, skilji eg skjótt, at hetta er millumtjóða søga í list, bókmentum og søguligum kríggi. Frá vinstru eru tey Karoline Kampmann úr Keypmannahavn, fødd í 1958, dóttir Thoru Kirk, ið aftur er dóttir rithøvundan Hans Kirk; mitt fyri er Mourits Mohr Joensen, sum býr úti í Grønlandi í Havn, føddur í 1960, sonur Svanhild Mohr, og til høgru er Hanna Kampmann úr Vestmanna, fødd í 1947, dóttir Johanne Kathrine Olsen. Hon varð nevnd Didde og sæst her á málningi frá 1955, meðan dótturin Hanna, ommudótturin Sissal og langommundótturin Lea sita fremst fyri. Jack Kampmann var føddur í London í 1914, foreldrini vóru donsk, hann vaks upp í USA, var br