Skip to main content

Posts

Sonning vinnari í Filmsfelagnum

Michael Haneke í Cannes (Foto: Georges Biard)  Í kvøld fer Filmsfelagið at vísa nýggjasta filmin Happy End hjá 76 ára gamla eysturríkska leikstjóranum Michael Haneke. Høgni Djurhuus, ið tvíheldur um, at júst Haneke er ein av teim stóru altjóða leikstjórunum, sum enn er frammi og virkin, ja kanska hin allar seinasti, fer at innleiða sýningina. Høgni Djurhus til Geytan (Foto: Birgir Kruse) Umframt størstu virðislønirnar, so sum Oscar, Golden Globe og Gyltu pálmarnar í Cannes, hevur Haneke fingið størstu donsku mentavirðislønina, ið er Sonning Virðislønin. Tá hann í 2014 fekk virðislønina, sum er ein millión krónur, byrjaði danski filmslektarin og rithøvundurin, Peter Schepelern (f.1945), heiðurstaluna soleiðis: Igennem mere end et årti har Michael Haneke fået status som en af den moderne filmkunsts hovedskikkelser, en nyskabende og kompromisløs auteur, der både drager og skræmmer sit publikum. Som næppe nogen anden nulevende østrigsk kunstner nyder han stor international

Unspoiled bygdarlív

Í Vágum tykist náttúra og umhvørvi ikki so spilt av ferðavinnu, hóast flogvøllur og nógvur trafikkur er her um leiðir. Omanafyri síggjast húsini, sum Búsetur byggir í Bø. Eins og bygdin er alt í pakt við nátturu, umhvørvið og tað siðvenju, sum vit vanliga tengja afturat føroyskari húsabygging. Ert tú varin og tryggur við bilin, kanst tú eisini ger ein avstingara frá landsvegnum til Gásadals oman á Traðarveg og vóna, at tú ikki møtir einum bili. Tað gera vit heldur ikki. Men hinumegin hegnið, sum er fram við vegnum, sært tú fleiri lomb, ið longu eru komin væl fyri seg. Umframt tey vanligu einslittu, er eitt so sprelskt fótsvart, sum spælir handan hegnið í sólini. So kemur hann, Airbussurin hjá Atlantsflogi, inn eftir Sørvágsfirði. Vit síggja beint undir búkin á honum, meðan hann ger klárt at seta seg á lutfalsliga stóra flogvøllin, sum tú neyvan varnast í landslagnum, tá koyrt verður fram við Vatninum. Tað er ein rár útsikt í landinum, har so stórt virksemi er. Ei

Miloš Forman deyður, 86 ára gamal

Miloš Forman á filmstevnu í Karlovy Vary í Kekkia í 2009 (Foto: Pétr Novak) Í gjár andaðist tjekkiski filmsleikstjórin Miloš Forman í USA, 86 ára gamal. Tað skriva kekkiskir miðlar við konuni, Martinu, sum keldu. Síðan hava allir vesturlendskir miðlar og tíðindastovur borið tíðindini. Seinastu árini hava eyguni bilað og ikki bar til hjá Forman at gera film. Hann andaðist heima í Warren, Connecticut. Í 1967 var hann í uppskoti at fáa amerikansku Oscarvirðislønina fyri besta útlendska film, Brandamenn í eldi , úr Kekkia. Greitt var, at filmurin var ein hvøss og atfinnandi viðmerking til politisku støðuna í heimlandinum beint tá. Hann gjørdi sjey filmar í Kekkia, sum blivu forbodnir, innan hann í 1968 flýddi til París og árið eftir til USA, har hann búsetti seg og gjørdist ríkisborgari í 1977. Tílsamans nítjan filmar hevði hann fingið frá hondini, nú hann andaðist eftir stutta sjúkralegu. Kendasti filmur hann gjørdi, er One Flew Over the Cockoo’s Nest (1975) við Jack Nicholson í

Ærtjógv úr Villingadali

So er hann aftur í Havn við sól og tjógvi, Levi Joensen, kjøtkennarin úr Klaksvík undir søluskýlinum í Vágsbotni. Tað er fríggjadagur hin trettandi apríl og hann hongur eitt ærtjógv úr Villingadali á vektkrókin. Tekur muddin fram og freistar meg við eini smakkroynd. Nýklipur hjá Marini, kann eg ikki annað enn kenna angan av góðari glarfitismarmorering og smakkin av búnum myrkum eksotiskum kjøti úr norðasta haga í landinum. - Hetta er ikki úr mínum haga, skundar hann sær at siga, fyri at blíðka Esmar Sørensen, bónda, sum eisini átti tjógvið, eg keypti á sama stað í fjør. Hetta er frá Esmari, sigur Levi. Og so er lærusetningurin við kennarapultin gott og minni gott kjøt. Hann peikar mær á fylluna, sum eigur at vera í góða tjónum, samanborið við minni góða tjógvið, har eingin fylla tykist vera innan undir upp móti hondtakinum, sum havnarmenn siga. Giti tað er músabitin , sum Robert Joensen sigur í Seyðabókini. Eitt lítið poetiskt navn, men er tað, sum mýsnar fyrst løgdu eft

Bestu filmar í Evropa

Filmsfelagið fer nú at vísa bestu filmar av nýggja evropiska filmsmarknaðinum. Byrjað verður mikukvøldið 18. apríl kl 20, tá Høgni Djurhuus fer at innleiða hin franska  Happy End, sum er nýggjasti filmur hjá eysturríkska filmsleikstjóranum Michael Haneke. Hann er í dag 76 ára gamal og hin seinasti av teim stóru, sum enn er á lívi. Tað heldur Høgni, og hevur tí játtað at innleiða hesa serstøku sýning, har høvuðsleikarar eru fronsku Jean-Louis Trintignant, sum er 87 ára gamal, og Isabelle Huppert, sum bara er 65. Haneke og Huppert hava samstarvað í La Pianiste í 2001, tá tey vunnu fleiri virðislønir, m.a. tríggjar í Cannes fyri besta avrik tað árið. Annar filmurin í evropisku meistararøðini er hin týski Aus dem Nichts , sum í ár vann Golden Globe virðislønina. Leikstjóri er Faith Akin (f.1973), sum eins og Haneke hevur vunnið fremstu evropisku filmsvirðislønir, millum annað hina gyltu bjørnina í Berlin. Hann er úr Hamburg, men er av turkiskari ætt, sum skilst á navninum. Týska