Skip to main content

Posts

Jerúsalem sum høvuðsstaður

Hyggja vit í tey skúlakort, sum eru á marknaðinum, so síggja vit at Jerúsalem er í minsta lagi  disputed umstríddur høvuðsstaður í Ísrael. Londini, sum hava viðurkent Jerúsalem sum høvuðsstað eru Kekkia, Taivan, USA og Vanuatu. Nú vil Fólkaflokkurin eisini hava sett í føroysku móselógina, at Jerúsalem verður høvuðsstaður hjá jødum og kristnum, men ongum øðrum, og so slettis ikki hjá muslimskum palestinum. Nú fokus er á Ísrael, tí tjóðin næsta ár kann hátíðarhalda 70 ár, vil amerikanski forsetin eins og Fólkaflokkurin eisini kanna sær ein part av heilaga staðnum, Jorsalir . Hann vil flyta amerikansku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerúsalem. Og í morgin er fríggjadagur við fríggjadagsbøn í hesi krúttunnu, sum í minsta lagi telur fýra heimsátrúnaðir, antin vit vilja tað ella ei. Bretska Wikipedia sigur, at "Israelis and Palestinians both claim Jerusalem as their capital, as the State of Israel maintains its primary governmental institutions there while the State of Palestine

Johnny og Eilen í Geytanevndina

Nýggj í Geytanevndini eru Johnny í Grótinum úr Kringvarpinum og Eilen Anthoniussen úr Tórshavnar kommunu. Geytadómsnevndin hevur leingi viljað tengt Kringvarpið aftur at stuttfilmsgerð, tí har verða flestu dugnaligu filmsfólkini útbúgvin. Tórshavnar kommuna hevur síðan Geytin byrjaði latið áskoðaravirðislønina. Nú er hon hækkað til 25.000 krónur, sum Eilin Anthoniussen, ið starvast sum málsviðgeri á mentamáladeildini í kommununi, umboðar. BankNordik letur Geytavirðislønina, sum nú er 30.000 krónur. 25 filmar vóru tilmeldaðir til Geytan, tá frestin var úti týsdagin. Geytin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. februar í 2018 og atgongumerkjasølan er byrjað. Í sambandi við Geytan er kravið til ein stuttfilm, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Filmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað slag av filmi, tó ikki lýsingarfilmur. Geytadómsnevndin sigur, at filmarnir verða endaliga mettir eftir søga, filmiskum frásøgusnildi og

Mona Jensen (1945-2017)

Fyrrverandi stjórin í Norsk Filminstitutt, Jan Erik Holst (f.1949), sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í filmsørindum, m.a. at vísa  Selkvinnen (1953), skrivar í dag minningarorð um donsku Monu Jensen, sum andaðist í farnu viku. Omanfyri síggjast tey bæði á norðurlendskari filmstevnu í Lubeck í áttatiárunum. Niðanfyri er Mona avmyndað í Cannes í 1992. Síðan 1984, tá Filmsfelagið fór til verka, vóru Mona Jensen og eisini Michael Rasmussen úr Silkeborg, sum tá var lærari á Føroya Læraraskúla, teir dyggastu stuðlarnir at fáa listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum higar at vísa í Leikhús Bio og Havnar Bio, og eisini at hýsa sjeyndu almennu norðurlendsku filmsstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl í 1989. Tað var við hetta høvið, at Katrin Ottarsdóttir frumsýndi  Atlantic Rhapsody fyri eini altjóða áskoðarafjøld, og kom í Variety og alla ta altjóða filmspressuna, og fekk í november fyrstu virðisløn í Lubeck fyri filmin. Niðanfyri sæst Mona Jensen l

Í dag er at melda til Geytan

Í dag og fram til á midnátt í kvøld er seinasta frest at melda til Geytan. Um ein mánað, 5. januar í 2018, skal tilmeldaði stuttfilmurin sendast til Norðurlandahúsið, har Geytavinnarin verður avdúkaður leygarkvøldið 24. februar. Útlendskur dómari er hesuferð Hlýnur Pálmason, sum er aktuellur við filminum Vinterbrødre .

Jógvan mitt í verðini

Í eysturbýnum í Havn eru tey sjáldsama produktiv at skriva og geva út bøkur. Úr bókarúgvuni , sum Jógvan Arge í mong ár hevur kallað bókatáttin í Útvarpinum undan jólum, kunnu vit byrja við mínum granna, Heðin M. Klein, ið hevur givið út týðing av Vøluspá , Carl Jóhan Jensen, sum í gjár legði fram skaldsøguna SÆR, ein fuglabók av gloymsku , Oddfríður M. Rasmussen við yrkingasavninum OG , Suni Merkistein við talvbókini Í framlopi , Tóroddur Poulsen, sum einaferð búi í eysturbýnum, við yrkingasavninum  Ferðamaður í egnum heimi , sum Kinna Poulsen av Lützenstrøð heilsaði við Úr myrkrinum , og Jóanes Nielsen, sum gamaní vaks upp við Landavegin, men nú býr úti við Strond, og nú er frammi við nýggjum yrkingasavni Gudahøvd. Hetta, sum tey á útvarpsmáli kalla staying power , tað at blíva við og aldri slaka fyri egnum premissum í úrvalda miðilinum, er fremsta eyðkennið hjá Jógvani Arge, antin tað er í útvarpi ella í bók. Men altíð stillført og uttan nakað hóvasták, nú sum fríyrkisfólk í

Carl Jóhan við nýggjari skaldsøgu

Í gjár fylti skaldið Carl Jóhan Jensen 60 ár, og í dag, fyrsta sunnudag í advent, legði forlagið Sprotin fram nýggju skaldsøguna hjá Carl Jóhan, SÆR ein fuglabók av gloymsku , sum telur 385 blaðsíður. Betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið á heimasíðuni hjá Sprotanum, sum dugir so framúr væl at skipa fyri bókaframløgum undir heitnum Orð og tónar í Reinsarínum í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn. - Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi. Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi, segði Sjúrður juul Ravnsfjall. Høvið er, at Carl Johan Jensen, sum í mong Harrans ár á sín spaklynda hátt hevur sett dám á føroyska mentanarlívið, fyllir 60 ár og gevur nýggja skaldsøgu út í sama viðfangi, segði Sprotin i innbjóðingini og legði afturt, at nú eru tólv ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin Ó- søgur um djevulsskap kom út. Frægasta verk, ið skrivað var síðan William Heinesen legði pennin frá sær, ja í fjøruti ár, s

Hvat er ein góður filmur?

Mikukvøldið varð seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól. Tað var gullvinnarin í Cannes í ár, The Square , sum svenski Ruben Östlund (f.1974) leikstjórnaði. Solveig H. Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listasavninum, innleiddi sýningina við sipingum til listafólk, sum vóru til staðar. Tað gjørdi sýningina nærverandi, aktuella og viðkomandi. Filmsfelagið hevur fyrr sýnt  Force Majeure  (Östlund 2014), ið varð vístur fyri fullum sali í Havnar Bio í februar í 2015. Beint frammanundan hitti eg smílandi svenska leikstjóran á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck og tok hesa purpurlittu nøtriljósmyndina. Eftir at hava sæð svenska filmin The Square , og hin eins nýggja norska Thelma (Joachim Trier), havi eg varhugan av, at eitt nýtt ættarlið av norðurlendskum leikstjórum er við at vinna sær fótafesti innan listaliga spennandi film, sum fjøldin lukkutíð eisini vil síggja, eitt nú í Filmsfelagnum. Og so eru báðir hesir leikstjórar føddir í 1974. Til felags hava teir eisini ein vilja

Føroysk-russisk fotoduell

- Tað er ikki ofta, at fotografar verða avmyndaðir, sigur Areg Manvelyan úr Russlandi í dag. Hann sendir mær mótmyndina, ið hann tók á G! Festivalinum við sama høvi í fjør. Saman við trimum øðrum var Areg í Føroyum í tríggjar vikur í fjør. Tey gjørdu filmsupptøkur til opna netstaðin farland.me . Visit Faroe Islands og Tutl stuðlaðu russisku ferðini og frálíku upptøkunum, tey gjørdu her í fjør summar. Tað var virksemið hjá sendiharranum í Moskva, Bjørn Kunoy, og konsertirnar hjá plátufelagnum Tutl, sum skaptu áhugan hjá teimum fýra úr Russlandi, at koma higar at filma og fotografera. Her eru tey á bønum í Tórsbyrgi og filma Jenný Kragsteen og Hergeir Stakksberg, ið tilsamans eru FRUM. So eru vit aftur á G!Festivali í Gøtu, har Areg hevur fangað meg og Unn, beint sum eg avtali við Eivør, Jenný og tær at taka eina portrettmynd her og nú. Fyrst Aregsa mynd og so mín. Í Valhøll hitti er tær fryntligu flogternurnar hjá Atlantsflogi, Barbara Lamhauge, Angeli Gudjonsson o