Skip to main content

Posts

Ovastevna á fjørðinum

Nógv virksemi er í Tanga- og Nólsoyarfirði, nú Ovastevnan er sett í fagrasta veðri. Av terassuni í Tórsbyrgi eydnaðist mær at fanga aftastu bátarnar í regattaróðrinum úr Hósvík til Nólsoyar. Fremri teinæringurin fór inn í Hoyvík, har Fornminnissavnið er. Ytri teinæringurin helt fram beint til Nólsoyar. Samstundis varð skotið fyri svimjarunum Yvir við Strond. Teir hava sett sær fyri at svimja um allan fjørðin. Við teimum eru fleiri bátar, so alt er undir tryggum umstøðum. Nú er bara at vóna, at eingin mistekur svimjararnar fyri kóp ella hval og fer at løða byrsu ella hvessa vákn. Seinni eru báðir teinæringarnir komnir til Nólsoyar, og báturin hjá Ova Joensen, sum er upphavið til Ovastevnuna, er drigin úr neysti í góðveðrinum.

Filmstevna um minnilutar í september

Í dag legði Nadia Abraham fram skránna fyri fyrsta Faroe Islands International Minority Film Festival í Perluni, har sýningar vera í døgunum 7.-10. september í ár. Tiltøk verða eisini í Sirkus. Hóast evnið er ein avbjóðing og sýningarstøðini ikki eru fremstu mentanartempul, er hetta mest sannførandi og professionella skrá, eg nakrantíð havi sæð av einum føroyskum filmstiltaki. - Sum yngri, plagdi eg at brúka nógva tíð í Havnar Bio, segði Nadia á tíðindafundinum í dag. - Men sum queer, rasublandað og sjálvbjargin, var eg sjálvdan umboðað í filmunum tá, og ei heldur síggi eg stórar broytingar í altjóða filmi í dag. Eg ynski at broyta hetta, og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein pallur, har júst hetta ber til, segði Nadia sannførd og væl uppløgd á tíðindafundinum í Perluni í dag, har hon gekk gjøgnum skránna og takkaði stuðlum og teimum, ið høvdu samstarvað um at gera fyrsta tiltakið til veruleika. Millum spennandi filmarnar í skránni eru  The Handmaiden úr Korea, fin

Til lukku, Jón Sonni!

Fram til 12. august hevur Jón Sonni Jensen framsýningina  Viscera-Construct í granskarasetrinum iNOVA við Hoyvíksvegin í Havn. Á Facebook profilinum hjá framsýningingini skrivar Jón Sonni: I am absolutely thrilled to be able to announce that the largest art foundation in Denmark, The New Carlsberg Foundation, have invested in six, maybe seven of my pieces from my current exhibition 'Viscera-Construct'. This is a huge honour and I'm still trying to realize what has actually happened! You can still see the exhibition, it's open until the 12th August. That's at iNOVA, Hoyvíksvegur 51. Kinna Poulsen skrivar á Listaportalinum, at "Framsýningin Viscera - Construct er...gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granska

Summarútvarp

Var eitt rend í einum bókahandili, og leitaði eftir eini bókagávu. Meðan eg skoði ovurhonds nógvu bøkurnar á hillini, taki onkra upp í hondina, vigið og meti og ditti mær at blaða í onkrari, kemur tann tanki til mín, at tað er gott, at ikki alt verður lisið og ummælt so nógv, sum útvarp verður hoyrt og lurtað eftir. Nógv av tí, sum kemur út í bók er so lítið nýskapandi, fyri ikki at siga einkisigandi, at eg gerist móður í hond og huga. Annarleiðis er við Útvarpinum. Hóast summarskráin hjá Kringvarpinum altíð hevur verið ein gírig spariskrá, har hugt verður aftureftir, meðan løtt verður til komandi vetrarskrá, er meir enn so okkurt glógvandi nýtt í aktuellu summarskránni. Eins og ilt er at fáa fulfíggjað yvirlit, tá umræður heimligar bókaútgávur, er eins trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa alt við, sum sent verður í Útvarpinum í hægstu feriutíð, hóast bara verður sent um dagin, og góðu, gomlu útvarpskvøldini eru farin í søguna. Men tá Útvarpið tendrar, bara tú fert í

Ísrael í Filmsfelagnum

Maja Tjørnelund Sørensen, sum á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn hevur ábyrgd av mentanarligum tiltøkum í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hitti í gjár Filmsfelagið. Ørindini vóru at hoyra um felagið og søguna, sum røkkur heilt aftur til 1962 í Havnar Bio, og teir festivalar og frumsýningar, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri gjøgnum árini. Maja er úr Rødekro í Suðurjútlandi. Hon hevur lisið søgu í Keypmannahavn, og arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn í tilsamans fimtan ár. Upprunaliga var tað mamman, sum er úr Ísrael, ið kveikti áhugan fyri mentanarligum arbeiði í hesum høpi, sigur Maja, sum einaferð fyrr hevur vitjað í Føroyum. Eftir fundin er semja millum partarnar um at vísa nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio miðskeiðis í november, og seinni medvirka í at menna tiltakið, møguliga við master-class undirvísing saman við øðrum áhugaðum, tá ísraelskir filmsleikstjórar vitja higar í sambandi við filmsýningar næsta ár og framm eftir. Ísraelsk filmsgerð er í

Tá tjóðin savnast

Á ólavsøku savnast tjóðin. Ein aftan og ein dagur. Tað mest áhugaverda hesar báðar dagar er at møta útlendingum, sum spyrja. Og so skalt tú siga, hvat hetta er fyri nakað. Tað er ein avbjóðing, men eisini ein roynd í skaldskapi. Tí enn er tjóðin bara skaldskapur. Men í mínari tíð og mált við mínari alin, er tað avgjørt nóg mikið. Føroyar eru ein so rík skaldskaparlig fiktión, at á ólavsku eri eg politiskt nøgdur eins og øll onnur, óansæð politiskan observans. Øll savnast undir Merkinum í høvuðsstaðnum, eins og tey gera úti um landið, tá flaggdagur er. Hvør rætti tjóðdagurin er hjá eini tjóð, sum ikki er, kunnu vit kjakast um til hon verður, tjóðin. Men søgan um konstruktiónina Føroyar er komin í hæddina, tá ólavsøka er. Tað er tjóðskaparligur hádagur. Fyrra dagin eigur kommunan og ítrótturin undir Tinghúsinum. Eisini børnini spæla við tjóðskaparminnini á Tinghúsvøllinum á ólavsøku. Føroyski búnin hevur fingið eina renesansu hjá ungum og gomlum. Her eru Beinta við Riley