Skip to main content

Posts

Dunkirk er Nolan'sa finest hour!

- Kríggj er forferdiligt, sigur pápin við dóttrina í biograftúninum, og spyr óttafullur, hvar hon fer. Hon svarar kyrrandi, og gongur um Tinghúshornið longur oman í miðbýin við vinkonunum. - Bara róligur! Tað er hóskvøld og Dunkirk hevur verið frumsýndur fyri nærum fullsettari høll í Havnar Bio. Nógvir pápar og hálvaksnir synir. Øll eru ávirkað. Helst er hetta fyrsti filmur hjá bretska Christoper Nolan (f.1970), ið er faktuellur og heldur seg til góðkendu søgubøkurnar, men konstruerar veruleikan strikt úr bretskum sjónarhorni. Heilt nágreiniliga av sandstrondini í Dunkirk summarið í 1940, tá týskurin stendur til at vinna Bretland, og síðan leggja allan heimin undir seg, sum sagt verður í orðkarga og kollektiva krígsfilminum, ið er tikin við IMAX útgerð á sanna staðnum, Dunkirk. Vit eru millum kroystar bretar, har tap og rýming eru skrivað í forbannaða fremmandasandin, meðan heimlandið dagar hinumegin sundið. Ein krígsklaustrofobisk søga av veruliga hermótinum, sum í s

Dagsins filmsbók

Barry Blitt hevur teknað nýggjastu permuna á amerikanska vikutíðarritinum  The New Yorker ,  sum eg við fragd havi lisið ókeypis á netinum í seinastuni. Grounded er heitið á tekningini, har gamli Trump syftir unga Trump av Air Force One og sparkar Jared Kushner oman gjøgnum trappurnar. Nú er ókeypis haldið uppi, so nú kenni eg meg sjálvan  grounded og ivist í, um eg skal bróta prinsippið, aldri at gjalda fyri nakað á netinum. Í so máta eri eg sum allir aðrir føroyingar. Keyp, og serliga lesnaður, á netinum skal vera fyri einki. Ikki tí, í hesum føri eru eingi nýggj snildi ella gadgets , sum freista, men bara vælskrivaðar greinar, serliga tær um mentan, tað verið seg um alternativa Trumpfatan, aktuellan film, ella hví amerikanskt útvarp ikki vil spæla George Strait , ið enn gongur í uppbrotnum kovboybuksum, sum var hann ein føroyskur línumaður við klaðsekki á herðunum. Kanska er The New Yorker eitt nýbrot, ein landkenning á netinum, at her er endiliga nakað, sum er vert a

Filmsdagar í Felag

Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio. Fimm kvøld á rað verða nýggir altjóða filmar frumsýndir í høli 1. Teir eru hin svenski KEMPAN (Jätten, Johannes Nyholm 2016), amerikanski heimildarfilmurin CITY OF GHOSTS (Matthew Heineman 2017), bretski TULIPANFEPUR (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski LJÓS Í MYRKRI (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin STEFAN ZWEIG: FARVÆL EVROPA (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016). Vanligi prísurin at síggja ein film, er 90 krónur. Men verða atgongumerki til allar fimm filmarnar keypt í senn við skivuna í biografinum, so er samlaði prísurin 300 krónur. Havnar Bio letur upp klokkan 14. Somu dagar, men fyrr um dagin, verða tríggir eins nýggir filmar sýndir í høli 1 undir heitinum ELDRABIO. Teir eru hin nýsælandski PATRIARKURIN (Mahana, Lee Tamah

Panoramafiskur frá Jóhan

Hvønn týsdag í summar bjóða Jóhan Joensen, kokkur, og hansara professionella tænastulið eitt fiskaborð, so feskt, breitt og vælkomponerað, sum eg ikki havi sæð fyrr í Havn. Feskastur er høgguslokkurin, sum er kropin inn í dagsins hummararúsur og tískil kemur livandi inn í køkin. Tað er á Panorama ovast á Hafnia, sum eins og húsini uttanum, er staðið upp av nýggjum við hópin av viðskiftafólkum av allari klótuni. Betri útsikt yvir dómkirkjuna og gomlu grønu Summarhavnina finst ikki á nakrari matstovu niðri í býnum. Tað er sjálvtøkuborð, sum er so stórt, at ein skal ansa sær ikki at eta seg um rygg, og eta heming á seg. Tú er sjálvur tænari og ger av, hvat kemur á borðiskarnar, ið verða tiknir so hvørt teir eru tómir, ella nærkast teirri støðuni. Niðanfyri eru fyrstu improviseraðu inngangsserveringarnar. Breyð og turt kjøt til vinstru og jomfrúhummari til høgru fyri kalda vatnglasinum. Fremst fyri er obligatoriski parturin av mínum kalda borði - turr grind, turrur fisk

Zombie faðirin deyður

George A. Romero (1940-2017) avmyndaður í samrøðu við Laurent Pecha í Venezia í 2009. Fotografur er Nicolas Genin.  Innan film er ein serlig listarlig sjangra, ið rópast zombie filmur, sum er ræðufilmur, har tey deyðu verða livandi. Umframt at verða greiður ræðufilmur, hevur zombie filmur ofta ein satiriskan tóna, ið vil sipa til og kommentera dagsins samfelag. Hóast sjangran er eldri, verður sagt, at tað var leikstjórin George A. Romero, ið grundaði hana við filminum Night of the Living Dead í 1968. Í gjár doyði Romero, 77 ára gamal av krabba í lungunum. Hann var føddur í New York og doyði í Ontario í Kanada, har hann livdi og arbeiddi. Pápin var av Kuba og mamman úr Litava. Romero vann 13 filmsvirðislønir. Í fimm førum varð hann eisini skotin upp at vinna, men uttan úrslit. Kendasta filmstevna av hesum fimm var hin árliga í Venezia, har Romero varð skotin upp at vinna Gyltu Leyvuna fyri filmin Survival of the Dead (2009). Í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum sten

Frá Konni til Kris og til endans

So er sunnudagur og liðugt á G! Ikki bara hátíðarkonsertirnar og gerandisfestivalurin allur, men eisini náttarregnið. Tað kom og tað fór. Nokk so ofta. Regnið er størsta avbjóðing hjá festivalum og útilívi. Men ráð eru fyri tí. Navia gevur mær ein stóran plastposa til myndatólið, og tá Kris fer á pallin dregur frá og sólin litar aftur allar líðir oman í Syðrugøtu. Longu innan felagssangin og fýrsaradansin hjá Alphaville, varð eg sannførdur um, at spennið frá ungu Konni til aldrandi Kris er fullkomið, og gerst ikki betur. Tað er ein lívssyklus á plátu, sum eg eri framúr nøgdur við, bæði sum kampari og lurtari. Og so vildi eg verið Benjamin, sum overlooking the plains í fedranna bygd slapp at syngja Pílagrímskórið úr tríogtredvinta kapitli, sum Travis Bickle mutlar fram fyri seg í Scorsesefilminum Taxi Driver fyri meir enn fjøruti árum síðan: He's a poet, and he's a picker, he's a prophet, and he's a pusher He's a pilgrim and a preacher, and a prob