Skip to main content

Posts

Seðlarnir komnir út

Marglittu ferðafólkini skoða úti yvir Sandagerð og undrast av Hospitalsvegnum, meðan reyða rákið eina stutta løtu rennur út úr opna sláturhúsinum. Vælskipaða drápið er liðugt, hálvtannaðhundrað hval sigur Útvarpið, og eftir er sjálvsagda blóðið. Alt andar frið og ferðafólkini halda ondini hesa lítlu løtu. Reyðu seðlarnir eru longu komnir út. Teir eru settir á ein BMW í Stoffalág við áminning um, at nummarspjøldrini mangla. Enn fleiri seðlar eru komnir út í Havn í dag. Meðan seinastu heilsanir verða bornar út úr kirkjuni í líkvognin, síggjast hesir áminnandi gerandisseðlar í kirkjutúninum, har lívið júst er byrjað. Úti við Kaikioskina hevur onkur málað í nátt. Hon er so ikki blivin ljótari, kioskin á havnarlagnum í Havn. Men í grannapylsuvogninum vita tey ikki, hvat hetta endar við. Í fyrsta bussskýlinum úti við Strond er summarsýnið yvir Skansan býtt út á so nógvar seðlar, at tað næstan er fraktaliserað, býtt í brytlar. Sum í gátu. Gott vikuskifti!

Lebbur við pittu

Nei, tað er ikki ein nýggjur rættur á Etika, har tey servera lætt ristar lippur í teriyakisós, ella ein nýggj bók í røðini Pit Stop. Søgan er tann, at í vikuni skrivaði ein stuttligur prædikumaður, ið eisini er prentari, og av teirri orsøk bekennir seg sum varðmann móðurmálsins, um konur, sum liggja við og hjá hvørji aðrari. Á mannamunni eru tær lesbiskar. Men tað verður ikki sagt í hvørkimálinum í landinum, sum ikki er, uttan í Mósebókini. Prædikuprentarin ilskast inn á lagsbrøðurnar í Útvarpinum, sum sambært honum eisini eru varðmenn samfelagsins, og tí ikki burdu havt lisið úr tíðindaskrivi frá LGBT, har skrivað stendur at ”fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við,” sigur prædikuprentarin, sum er av kallkyni. Hann hevur rætt. Tað skuldi verið konu hennara. Sjálvur hevði eg bara sagt konuni, uttan at heft meg við, hvør átti hana, borðið hon sat við, ella songina, hon lá í. Tíðindaskr

KvF er størsta avbjóðingin

Kringvarpið veit nú at siga Føroya fólki, at ferðavinnan í Íslandi er ein stór avbjóðing. Tað veit Kringvarpið frá føroyska sendimanninum, sum hevur verið í Reykjavík í tvey ár. Tað er ikki eingang feyk njús. Sum lurtari og rindari haldi eg, at ikki bara størra, men størsta avbjóðingin hjá Kringvarpinum er at brúka sendimenn. Ikki teir, ið gera sendingar, ella arbeiða á Sendistovuni, men útsendingar landsins, ið eru bundnir at tí arbeiðsgevara, sum einaferð sendi tey á embætisferð, og helst skal tilbereiða teimum ein betri stað eftir lokna og trúgva tænastu. Faktiskt haldi eg, at her eru størri møguleikar fyri skitnari tónum enn í nøkrum feyk njús broti. Og tað púra uttan journalistiska nyttu. Latið vera við at brúka sendimenn landsins. Vaksið heldur um óhefta journalistiska førleikan við at brúka eitt fakfólk til reportasjur, tá okkurt leikar á í okkara grannalondum. Ein sendimaður er aldri ein journalistur. Stendur hann einsamallur sum kelda, er hann í mínum høvdi longst v

Luther í skúlanum

Fólkakirkjan og Mentamálaráðið hava heitt á Nám um at gera eina temasíðu um Luther og reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan. Sjálvur dagurin er merktur í álmakkanum at verða týsdagin 31. oktober í 2017 við orðunum ”upphav trúbótar Luthers”, sum sæst niðanfyri. Tað var tann dagin í 1517 at Luther negldi tær 95 tesurnar á slotskirkjudyrnar í Wittenberg. Myndin omanfyri sýnir bretska filmsleikaran Joseph Fiennes, ið er høvuðsleikari í filminum  Luther  (Eric Till 2003). Hann sæst við teim 95 tesunum, sum vórðu settar á kyrkjudyrnar í Wittenberg hin 31. oktober í 1517 og elvdu til reformatiónina. Filmur fæst til láns í Námi. Olivia Weihe Hansen, lærari í kristni, hevur skrivað flestu tekstirnar á temasíðuni um Luther og gjørt uppgávur til teir. Eisini hava Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og Sólrun Michelsen, rithøvundur, skrivað hvør sín tekst um Luther; Theodor um, hvat Luther hevur at týða í dag, og Sólrun sigur frá eini ferð úr Føroyum til Týsklands í fót

Fyrrverandi forsætisráðharri setur Faroe Pride

Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride-skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum endar á Vaglinum. Tað boðar nevndin í LGBT frá í tíðindaskrivi í kvøld. Umframt ókeypis konsert við Danny frá Danny & The Veetos, Heiðriki á Heygum, eini serligari Ælaboga kavalkadu o.ø., so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verða lætnar. Tað er áttanda ferð at LGBT skipar fyri Faroe Pride undan ólavsøku. - Síðstu árini hevur tiltakið drigið ymisk navnafram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóra í Reykjavík, Marjun Bæk, prest, og fyrrverandi amerikanska sendiharran, Rufus Gifford. Í ár hava fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir, játtað at luttaka í og at seta ársins Faroe Pride, sigur LGBT. - Umframt at vera

Fjallabrúður

Uppi á Eiðiskolli veksur gulhvíta blóman við poetiska navninum fjallabrúður . Bókin Føroysk Flora sigur, at hon blómar hesa tíð og veksur á turrlendi í fjøllum. Enn ein bók hjá Føroya Skulabókagrunni, Føroya Náttúra , sigur, at blóman veksur einans á Eiðiskolli, omanfyri Gásadal og á hægstu fjøllum norðanfyri. Í somu bók verður Eiðiskollur lýstur sum vetrarhagi: "Eiðiskollur er dømi um ein vetrarhaga, ið vegna sína serligu støðu sum at kalla avbyrgt nes hevur verið friðaður fyri seyðabit um summarið síðan 1823. Hetta er helst ein av fleiri orsøkum til, at hann hevur ein heilt serligan gróður. Tað eru óvanliga nógvar sjáldsamar plantur á Eiðiskolli, ið neyvan høvdu verið har, um hagin varð bitin um summarið." Úr Námi og Próvstovuni eru vit farin starvsfólkaútferð til Eiðis, sum trivnaðartoymið hevur lagt til rættis. Í góðveðrinum koyra Mouritsens bussar okkum norður, og suður aftur eftir eftir ein góðan bita hjá Sigfríði. Lukkutíð er bussurin ov stórur til at s

Uni Arge: Eitt Guernica í rockformati

Filmsfelagið vísti í gjárkvøldið dokumentarfilmin ”It Was Fifty Years Ago Today” í Havnar Bio um slóðbrótandi Beatles-plátuna Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band frá 1967. Uni Arge innleiddi sýningina við hesum tekstinum: “Teir komu har fyrst!” Hesi orðini skuldi flogvitið úr The Beach Boys, Brian Wilson, siga, tá hann hoyrdi “Strawberry Fields Forever” í einum útvarpslurti í februar 1967, og so fór hann í svart. Í fýra ár høvdu The Beatles hertikið heimin við sínum slóðbrótandi plátum og konsertum, og himmalferðin tóktist ongan enda at fáa. Men í 1966 vórðu teir nærum avmardir á Fillippinunum fyri ikki at møta upp til eina móttøku hjá forsetafrúuni, Imeldu Marcos, og í USA brendu tey teirra plátur, tí John Lennon hevði hugleitt hart um, at kristindómurin helst fór at fjara burtur áðrenn rock ‘n’ roll. Sum konsertbólkur góvu teir sær sjálvum mønustingin á Candlestick Park í San Francisco 29. august í 1966, og eftir tað varð dúgliga gitt, at Beatles-bløðran var brostin

Svinnandi bygdin

Hetta er vinnandi fotomyndin hjá Bjarna Mohr á summarframsýningini í Norðurlandahúsinum í dag. Bjarni kallar myndina Svinnandi bygdin, og lýsir hana við hesum orðum: Fólkatalið í Gásadali minkar, hóast bygdin fekk fast vegasamband í 2005, tá Gásadalstunnilin læt upp. Í dag búgva 13 fólk í Gásadali, í 1987 búðu 20 fólk í bygdini 74 ára gamla Petra Joensen (mitt í myndini) hevur búð í bygdini síðani 1947, tá hon var trý ára gomul. Petra hevur ongar ætlanir um at flyta úr Gásadali. Til lukku við vinnandi myndin, Bjarni!

Summarframsýning: Eitt ár í Føroyum

Her er besta fotomyndin á summarframsýningini Eitt ár í Føroyum í Norðurlandahúsinum í ár. Bjarni Mohr eigur myndina Svinnandi bygdin , og fyri hana fekk Bjarni 5.000 krónur í virðisløn frá Turið Arge úr BankNordik. Dómsnevndin er Sif Gunnarsdóttir, Hans Petur Hansen, Kinna Poulsen, Jon Hestoy og Unn Poulsen. Tilsamans 632 fotomyndir komu frá 89 fólkum til kappingina Eitt ár í Føroyum , har einasta treyt var, at myndin hevði eina ávísa stødd og var tikin í Føroyum millum flaggdagarnar í fjør og í ár. Størsta úrvalið, 254 fotomyndir, hanga svingandi niður úr loftinum inni í Klingruni. Í Forhøllini síggjast 115 í postkortstødd, niðri í Dansistovuni eru 12 endurgivnar í stórum formati, og í Skálanum eru allar tær innkomnu fotomyndirnar, 632, vístar í eini talgildari innstallatión. Og framsýningin er interaktiv, við tað at pláss er fyri at seta tínar egnu nýggju myndir í postkortstødd á veggin í Forhøllini. Til ber at atkvøða um bestu myndina og vinna eina ferð við A