Skip to main content

Posts

Jamen, tey eita so har suðri...

Í gjárkvøldið kom ein suðringur á vitjan við eini várbjór. Hann var komin av norskum skipi, og á borðinum lá Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum eg akkurát hevði lagt frá mær. Kundi ikki halda mær, men mátti lesa eitt søgupetti úr Sumba, har høvundurin málar eitt so livandi almugulív, sum eg ikki havi sæð á prenti áður. Hægri undirhaldskarat á móðurmálinum havi eg ikki rent meg í, og tað so langt ífrá. - Og so eru tað nøvnini, sum Jóanes hevur funnið uppá. Symfor, Gospan, Schønning, Læin og Dalahann. Tað er eitt fantastiskt hugflog at hava funnið uppá hasi sjáldsomu nøvnini, sigi eg við gestin úr Vági. - Jamen, tey eita soleiðis har suðri. Í Sumba og Vági eru hatta livandi nøvn og fólk eita so, sigur hann, og biður lova sær at lesa. Tá kemur ein granni framvið, og fer at tosa um Tóvó, og eg haldi løtuna verða heilt surrealistiska. So skilji eg, at hon tosar um systkinabarnið, og ikki persónin í søguni hjá Jóanesi. Eg spyrji, hvar hann búði, Tóvó. - Yviri við Strond, har t

Víkingavitjan

Í kvøld høvdu vit víkingavitjan. Lítli Olaf hjá Marjun og Hanusi legði seg á skinnið úr Dímun, meðan myndamaðurin lúrdi hann av. Fyrst eitt ordiligt power pose á kvinnudegnum. Soleiðis! Og so eru stundir at rætta sloyfuna fyri myndamanninum. Tí fínt skal tað verða. Manga takk fyri í kvøld!

Pengar til list og mentan

Omanfyri havi eg avmyndað Teit Lassen, tá hann legði "Story Music" fram í Studio Bloch beint undan G festivalinum í juli í 2013. Orsøkin til myndina er, at nevndin í Mentannargrunni Landsins í dag boðar frá, at tey hava givið Teiti starvsløn í eitt ár. Grunnurin sigur, at 146 umsóknir um starvsløn komu í ár, sum er óvanliga nógv. Umframt fjølbroytt listarligt og mentanarligt arbeiði fyri leik og lærd, hevur nevndin lagt høvuðsdentin á dygd. Eftir vandaliga viðgerð av teimum mongu umsóknunum, hava tey gjørt eina raðfesting, so fleiri listafólk fáa arbeiðsnáðir við starvsløn í longri tíðarskeið upp í eitt heilt ár. Starvslønirnar, sum eru longri enn hálvt ár eru hesar: Teitur Lassen, tónleikari, 1 ár Sissal Kampmann, rithøvundur, 1 ár Silja Strøm, myndlist, 1 ár Guðrið Poulsen, leirlist, 6 mánaðir Jens L. Thomsen, tónaskald, 6 mánaðir Randi Samsonsen, tekstillist, 6 mánaðir Bárður Oskarsson, myndarithøvundur, 6 mánaðir Umframt eru starvslønir í styttri tíðarskeið

Tríggjar góðar, og so skal Sjónvarpið hyggja frameftir.

Altso, dett roks, hugsaði eg í morgun. Tað er sum í sanginum um regn, men bara um roks í staðin. Roks og roks og aftur roks. Ikki tí, Kringvarpið hevur oppað seg við einstøkum framúr góðum sendingum í seinastuni, og eini heimasíðu, sum tykist greiðari at leita í og breiðari at velja úr. Tær, ið skara framúr eru kvinnusendingarnar hjá Sissal Kampmann um livikor hjá kvinnum, sum arbeiða við list. Kvinnulist eru sjáldsama góðar sendingar, har verturin týðuliga hevur lært seg at tosa í mikrofon og gevur sær stundir at fylla rúmið við dynamikki frá vælvaldum fólkum, serliga Hansinu Iversen, í einum ljóðrúmi, sum bara hevur mikrofon sum amboð, og so ein bankaráðgeva sum botnperspektiv. Einki annað. Og so slettis ikki upplestur úr frammanundan skrivaðum pappíri. Tað er ein deyðssynd í livandi útvarpi til almenningin. Eisini tá teir gomlu gubbarnir av kallkyni fáa fría talutíð í øðrum sendingum. Gott, hetta. Hin sendingin, ið er komin upp í somu snúningsferð er Afturáaftur , har Ø

Vit fjølgast og verða skjótt 50.000

Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí hevur Nám gjørt eina temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um fólkatalsfrøði. Har verður tosað við Hans Paula Strøm á Hagstovuni, og tilfar úr Kringvarpinum og øðrum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið Næstan 50.000. Fyri tvey túsund árum síðan vóru 250 milliónir fólk í øllum heiminum. Fólkatalið vaks ógvuliga spakuliga, tí lívskorini vóru ikki serliga góð, og nógv fólk gjørdust ikki gomul. Í árinum 1800 varð heimsins fólkatal ein milliard. Góð hundrað ár seinni varð fólkatalið tvífaldað, tvær milliardir. Men longu í 1961 var heimsins fólkatal tríggjar milliardir, og í 1999 var talið dupult so stórt. Í 2011 fór fólkatalið upp um sjey milliardir. Framrokningar benda á, at fólkatalið veksur so mikið, at miðskeiðis í 2030’unum verða vit 8,4 milliard, og 9,6 milliard miðskeiðis í 2050’unum. Í nógvum londum, har fólkatalið veksur skjótt, eru vánalig lívskor, meðan onnur lond, ið hava lítlan

Søtur tónleikur frá Jacob Vestergaard!

Í dag varnaðist eg, at Jacob Vestergaard fer at leggja fram uppskot , at taka Føroyar heim, soleiðis at skilja, at nú skal verða loyvt okkum at tekna okkara egna land, gera okkara egna kort, og við fullum loyvi brúka Føroyakortini í okkara egnu føroysku skúlastovum, og stovum yvirhøvur. Tað er so sjálvsagt, at eg øtist, at tað ikki langt síðan er gjørt. Niðanfyri sæst í viðmerking, hvussu gamalt málið er, og nær og hvussu ofta danski myndugleikin hevur spurt, nær vit fara at taka Føroyar heim. Næsta ár fyllir málið 90 ár. Nú eru stundir at lata søgu vera søgu og hyggja fram eftir. Alt tað besta hiðanifrá, at fáa hetta mál ígjøgnum tingið uttan nakað mótmæli. Tí hvør skal verða ímóti at fáa Føroyakortið lógligt heima hjá okkum sjálvum? Tá fáa vit eisini staðfest ein heimligan kortmyndugleika. Go for it!

Fyrsti muslimur fær Oscar

Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety , at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð. Tað hendi tá ið 43 ára gamli Mahershala Ali fekk kendu virðislønina fyri besta leiklut, sum ikki er høvuðsleiklutur, best actor in a supporting role í Moonlight, sum eftir mikið rok, og helst heimsins pínligasta grannskoðaraeftirlit, varð kosin besti filmur. Faroe Islands' Minority Film Festival ætlar at vísa filmin í Havn í september í ár. Danski útleigarin Camera Film hevur víst filmin síðan 9. februar og Bo Green Jensen skrivar í Weekendavísini, at " Moonlight er en tidløs dannelsesskildring, som dybest set er farveblind. Det er heldigvis også muligt, at filmen bliver betragtet sådan - og dét i sig selv er bemærkelsesværdigt." La La Land vann ikki færri enn seks Oscarvirðislønir. Hann gongur í Havnar Bio í hesum døgum. Aldri hevur verið so ómakaleyst at síggja heimsins nýgg

Havnarlagið í lágari sól

Hóast kuldi er í luftini, er farið um fyrsta várdag. Sólin stendur ikki serliga høgt enn og tíðliga fer hon undir. Omanfyri sæst bátahylurin á Argjum, har marglittur fiskireiðskapur, dunkar og kassar, síggjast á bryggjuni. Hinumegin, undir róðrarneystinum, har tey hava latið vindeyguni upp á víðan vegg eftir veitslu í gjárkvøldið, speglast bátahavnin í einum nývaskaðum Citroen C4. Á gamla Bacalao spula og skúra tey gólvið, meðan tjaldursgrælingar royna at finna eina tuggu, innan hon fer í frárenslið við opnu hurðina. Av Viðarnesi sæst yvir á Eystaru bryggju, har eitt av farmaskipnum hjá Eimskipi, Brúðarfoss, lastar bingjur. Í oljuhorninum framman fyri Vónini liggur ein av fýrakantaðu tvíkiljunum og gnaddar. Innan Matisse-blái skrokkurin verður málaður aftur, er hann beint nú eitt spennandi grafiskt mynstur, sum er klárt til maritimt sjóprent. Har liggur Mýlingur av Eiði og blánar í sólsetrinum á Vestaru vág. Inn móti gyrðingini er lagdur alskyns fiskureiðs

Tíðarleys búning

Í 1968 tók George Harrison uppá band heima í Esher í Surrey, tá hann sang While My Guitar Gently Weeps . Nøkur orð, kanska tey bestu, komu ikki við, tá hann seinni bleiv kendur við hesum sama sangi. Haldi, at besta reglan, sum ikki kom við, er henda: "As I'm sitting here, doing nothing but ageing." Í og fyri seg eru hetta júst somu orð, sum Janus Djurhuus yrkti í Kvøldarsangi , tá hann tekur saman um við útgangsorðunum: "Har, ið eg á foldartíma vóð." Hetta var karmurin, alt er við, byrjan og endi, um konsertina hjá Stanley Samuelsen í Reinsarínum í mentanargøtuni mitt í Havn í illveðrinum í kvøld. Tíðarleys búning. Maðurin er ein, gittarnir tveir. Hin ljósi er ein hetlendskur Flatbush, og hin myrki ein kanadiskur Art & Lutheries, modell Ami, sigur Stanley, stemmar og slær ein klingandi tóna. Hans Andor er ljóðteknikari og alt klingar turt og broyskið upp undir loft og sperrur í gamla pakkhúsinum, sum seinni gjørdist reinsarí. Dótturin, Astrid, s

Ein drypp í eygað aftur við morgunlestri frá Simonu

Nýggjasta Dimma  fær meg at trúgva uppá mítt egna uppáhald um, at klummuskrivarin Simona, ja og so eisini lagsbróðurin Høgni í Sosialinum, eru bestu høvundar, pennar og vinklarar á bløðunum og í føroysku pressuni yvirhøvur. Tað er eingin, ið tekur tey bæði. Og tá hugsi eg ikki í teimum termum, sum medsysturin Joan Ørting varð endurgivin fyri, tá hon segði við ein av portalunum, at hon vildi verða tikin. Eins og allar kvinnur, visti hon at siga. Tað tøkumálið blandi eg meg slettis ikki uppí. Men eg skilji at Simona í dagsins klummu sipar til nýggja filmin Gratt í Gráum , sum nú gongur fyri fúlum hølum, har 98% eru kvinnur. Tað sigur kontrollørurin. Tí er tað serliga stuttligt, at Simona fær meg forvitnan, at síggja henda ónevniliga kvinnufilm, sum eg annars aldri hevði funnið uppá at skonkt ein tanka. Tað er powerskriving, sum fær meg at fara til Gratt í Gráum . Men kanska skal tað bara verða við tankan. Tankan um, at fáa Grey í eygnakrókin og eina rasputa tungu afturvið. Bvadr. Men

Bretsk sosialrealisma í Havn

Í dag byrjar altjóða filmstevnan Stockfish í Reykjavík. Frændir okkara fyri vestan vísa Ég, Daniel Blake , sum er íslendska heitið á nýggjasta filminum hjá 80 ára gamla Ken Loach, sum í 1969 gjørdi ein av mínum yndisfilmum, Kes . Okkara filmisku vegir krossast ofta. Á Stockfish filmstevnuni vísa tey komandi vikuna norska Kongens nei , sum Filmsfelagið vísti 2. februar, og Edvard Heen innleiddi; svensku  Den alvarsamma leken , sum Hanus Kamban innleiddi 18. januar, og Sameblod , sum Heðin M. Klein fer at innleiða í Havnar Bio mikukvøldið 29. mars í ár. Atgongumerkjasølan er longu byrjað. Her er eyðkennið hjá Stockfish frændum okkara í Íslandi: Sama gera vit í Havn mikudagin. Vísa nýggjasta frá fremsta bretska sosialrealisti, Ken Loach, sum vann Gylta Pálmin í Cannes í fjør summar. Sýningin við I, Daniel Blake er í Havnar Bio mikukvøldið 1. mars kl 20:00. Tá fer Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á tænastudeildini í Arbeiðsloysisskipanini, at innleiða sýningina í Fi

Filmur í felag

Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið nýggja amerikanska sangleikin La La Land í Havnar Bio. Hetta var fyrsta almenna sýning á okkara leiðum. Í Danmark verður hann sýndur í kvøld og í Noregi í annaðkvøld. Nógv fólk var møtt at síggja stórfilmin hjá unga leikstjóranum, Damien Chazelle (f.1985), ið gjørdi hugtakandi bigband filmin Whiplash í 2014, sum eisini varð vístur fyri fullum húsum, tá hann var frammi og øll tosaðu um hann. Júst hetta við at síggja film í felag í teirri løtu, tá filmurin er í zenith í altjóða pressuni, og øll tosa um hann, er besta biografuppliving, eg kann hugsa mær. Tá vísur filmur sína íbygda styrki sum miðil og listagrein. Ein savnandi faktorur, sum eingin onnur listagrein. Jú, kanska sum fótbóltur. Tað eru fólk, ið siga, at tey kunnu uppliva somu kenslu, tá nógv eru møtt og teirra lið vinnur. Tá er ein evforisk vælvera, sum ikki bara er góð, men eisini falsleyst vøkur. Tað er filmur í felag. Seint sunnkvøldið kunnu vit fylgja við, hvussu Oscarvirðislønirn