Skip to main content

Posts

Jólagáva

Jólagávan frá Jógvani og Anne var ein rundferð í Operahúsinum í Keypmannahavn. Tað húsið er í sjálvum sær eisini ein jólagáva, ið Mærsk Mc-Kinney Møller (1913-2012), formaður, hevur  opført og foræret til nationen , sum tað so vakurt stendur skrivað í forhøllini. Henning Larsen (1925-2013) hevur teknað Operahúsið. Útgrevsturin byrjaði í august í 2001 og húsið varð handað forsætisráðharranum og Kongaliga leikhúsinum at reka í oktober í 2004. Jólini vórðu akkurát av, tá drotningin tók Operahúsið í brúk í januar í 2005. Undirhaldandi ferðaleiðarin, harra Bo, visti nógvar søgur um tvørrandi samstarvið millum arkitektin og byggiharran. Teir báðir aldrandi originalarnir møttust aldri í húsinum, meðan tað var í gerð. Sagt varð, at byggiharrin vildi ikki vita av fløtu glasframsíðuni, sum arkitekturin teknaði. Loysnin varð fatað sum ein skipsbrúgv, ið reiðarin, pengamaðurin, listastuðlarin og vælgerðarmaðurin Mærsk góðkendi. Bygningurin er leikandi stuttligur. Hiðani tykist frams

Journalistiskar avbjóðingar

Nýggjar tíðir, nýggjar avbjóðingar. Omanfyri hevur amerikanski teknarin, Matt Wuerker, sum í 2012 fekk Pulitzer heiðurin fyri editorial cartooning , teknað eina symbolska journalistiska hóttafalls- og støðumynd í nýggjastu Politico , sum er avís, tíðarrit og heimasíða, ið fyrstu ferð kom út í Washington fyri tíggju árum síðan. Óhefta Politico, sum hevur 300 reportarar í Vesturheiminum, lýsir redaktionella virksemið soleiðis: to help sustain and vastly expand nonpartisan political and policy journalism. We all believe informing readers and holding leaders accountable is and will forever be essential to smart governance, regardless of shifts in technology and consumption habits. Fotomyndina niðanfyri tók eg í 2011 av Hoover Dam, sum er søguliga byrgingin, ið er merkt Journalism í tekningini hjá Wuerker omanfyri. Sum útsýnið á fotomyndini av brúnni vísur, so hava tey nú bygt eina nýggja brúgv, ið er farleið fyri allari ferðslu. Skjótt og effektivt. Gamla flotta byrgingin frá

Stórbýarjól

Her er kavajólamaðurin hjá grannabørnunum í morgunmyrkrinum heima í Tórsbyrgi. Aftanfyri hómast hjallarnir, sum gjørdust nøkur kjøtstykki fátækari, tá vit í fyrramorgunin koyrdu við grannunum, Bjørg og Dániali, vestur á flogvøllin, har nýggi William stóð fyri okkum. Í ár halda vit jól hjá Jógvani á Amager og nýggjár heima í Tórsbyrgi saman við Hanusi og Marjun. Niðanfyri er jólahosan, sum Benadikta seymaði í New Orleans í 1992, eina til Jógvan og eina til Hanus, sum heldur jól hjá Marjuni og teimum á Argjum. Vit heilsa :-) Longu á flogvøllinum er sjón fyri søgn, hvussu væl føroyskt kokkakynstur og matlist stendur í løtuni. Í risastóru bókini The Nordic Cook Book er góð føroysk fylla, sum sæst væl aftur. Føroysku rávørurnar eru góðar, og standa seg væl í altjóða kokkakynstri, eisini tá smakkfulla serveringin er einføld, sum hesir skornu bitar av einum Kollstjógvi av Eiði afturvið jýtskum rugbreyði og jólaøli. So bjóðar Ivan ein jóladøgurða á Bistro Royal við Kong

Listanøvn og listagrunnur á flogvøllinum

Í dag var veðrið ikki tað besta at koyra millum bygda, ella yvirhøvur at vera úti og tað enn minni í bili við myndatóli. Men hetta er litleysa sýnið í Kaldbaksbotni seinrapartin í dag. Har vesturi sluppu vit inn í landið hjá Atlantsflogið, nú nýggja flogfarið, og hini við, skuldu fáa navn. Í gongini er ein reyð nál sett á øll tey støð, har Atlantsflog hevur verið. Ein reyður bussur heintar okkum, koyrir gjøgnum gyrðingina og til hangardyrnar. Inni í stóra hangarinum er dekkað upp við Merkinum og jólaprýði. Har í flaggskrýddu høllini standa garantarnir hjá Atlantsflogi, Annika Jespersen, sum er kabinuovasti, og systurin, Bergtóra Nielsen. Og so møti eg nevndarformanninum, Niels Mortensen, og stjóranum, Jóhonnu á Bergi, bæði stórsmílandi. Eisini ein fegin William Smith er millum mongu fólkini í hangarinum hjá Atlantsflogi í dag. Hann er tekniskur leiðari. Á pallinum er festligur jólahorntónleikur við Kójak og síðani væl samansettum orkesturi, sum spælir u