Skip to main content

Posts

Í morgin er aldri ein annar dagur

Ásbjørg Andrea Ludvig og Róhild Dam eru ungu føroysku høvundarnir, sum eru við í norðurlendsku bókini I morgen er aldrig en ny dag,  sum eisini hevur enska heitið Tomorrow is never a new day. Danska forlagið Ordskælv, sum áður hevur verið á bókasavninum í Skúlanum við Løkin, gevur bókina út í morgin, altjóða Barnarættindadagin. - Hetta er norðurlensk verkætlan, har ung skriva tekstir um peningaligar trupulleikar og sosialar fylgjur. Marjun Syderbø Kjelnæs og eg vóru knýtt at ungu føroyskum gentum, Ásbjørg Andreu og Róhild, sum skrivaðu stuttsøgur um evnið, sigur Oddfríður Marni Rasmussen. 24 ungir høvundar úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark eru við í bókini. Hetta er fyrstu ferð, at tey skriva alment og kunnu kalla seg høvundar. Forlagið Ordskælv sigur, at tað, sum tey 24 hava í felag er, at tey eru vaksin upp í einum Norðurlandi undir fátækum korum. - Nu bjuder de med mod och ärlighet in dig som läsare i sina liv och världar, sigur svenska

Eru ummælarar ein serlig rasa?

Nú  jólini nærkast og mentanin og serliga kulturelitan aftur skal taka til sín, kemur enn einaferð kravið um ummæli, hetta mest óinteressanta, og fremst av øllum nalvapilkandi, slag av skrift, og kann henda lesnaði, tá eg hendingaferð tími. Eitt kjak, sum átti at verið óneyðugt, tí tað fyri størsta partin burdi verði avgreitt og lokið innan framleidda vøran kom á heimliga mentamarknaðin. Tá kundi av røttum verið hjúklað um høvundan, ið er kjarnin í skriftini, sum føddist í føðingini og síðan kom á prent og varð sett til sølu, okkum lesarum til frægd. Og sama á øllum øðrum mentapallum. Men nei, tað er beint øvugt. Fólk vilja hava ummæli fyrst og fremst. Ummæli, sum verða lønt fyri hvørja sending og normalsíðu. Húðflettandi ummæli. Tað skal menna upprunahøvundan, sum enn skrivar ónarmalsíður uttan løn og sosialar veitingar. Ikki eitt oyra tann vegin, alt skal hinvegin, tí tað er ummælarakravið frá ummælarastættini. Kom í tankar um hetta tá Grindin í Sjónvarpin kundi opinbera, at nú va

Kári Svensson í Focus

Í morgin, fríggjadagin 18. november kl 16:00 letur Kári Svensson upp málningaframsýning í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Í bókini Livandi List sigur Inger Smærum Sørensen í 2008 at ”Kári Svensson málar landslagið, menniskju og djór. Hann er ikki smæðin at vísa, hvussu vøkur og stórsligin náttúran er, har náttúran setur dagskránna meginpartin av árinum, menniskju sum eru á veg, ella menniskju sum steðga á og eygleiða. Djórini koma til sjóndar í verkunum eins og menniskjuni í eini tilverudimensión. Kári Svensson er ein tilvitaður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálvur, og sjónlig er gleðin í tí at mála.” Listaummælarin, Kirsten-Marie Hedeland, sigur um Kára Svensson, at fyri hann er tað ikki bara ein landslagsmálningur og ein endurgeving av tí sum eygað sær. "Tað er sansan, eitt kenslusemi og ein víkinga-frummegi, sum livir og andar í júst hesi løtu. Hann sansar landslagið og setur tað á lørifti, sum egin fatan av landslagnum. Tá hann málar, fer lis

Jólatrøini komin

So  eru jólatrøini komin til heilsølurnar, og eru løgd í bunkar eftir stødd, slagi og prísi. Vetrarsólin skínur so lystiliga á tey. Í hvussu er í løtum. Tí nú er veðrið skiftandi, frá tí stillasta til tað villasta. Jólatræði á Vaglinum í Havn verður tendrað leygardagin 26. november kl 15:30. Tað er ikki frá eini heilsølu. Fyrr kom træðið til Havnar úr vinabýnum Birkerød, men eftir at Havnin slepti smábýum og forstøðum, fór hon uppí eitt norrønt høvuðsstaðasamstarv í staðin. Tí er jólatræið í Havn komið úr Reykjavík, sum eisini sendir eitt jólatræ til Nuuk at tendra um jólini. Tað er kunningarstovan, Visit Tórshavn, sum skipar fyri jólatrænum, jólabýnum og jólahaldinum í Havn.

Eingin Persaflógvi bara Flógvi

Tá  atlasforlagið Harper Collins fer at prenta heimskort til heimin aftur, verður eingin Persaflógvi at síggja á kortunum. Persia er burtur og tað er ímóti politikkinum hjá forlagnum at kalla eitt hav Persaflógvi. "It is against our policy," eru almennu boðini. Er nakað tungumál, sum í teirra útgávum vil halda fast um gamla heitið, so krevur forlagið at tað verður tilskilað á kortinum, at "The representation of certain boundaries and place names in this atlas may depart from standard Collins Bartholomew policy in order to incorporate local preferences." Harper Collins eigur eisini kortasavnið við frámerkinum Bartholomew. Síðan Flógvakríggið í 1990-1991 hevur Persia verið lagt til viks. Sagt og skrivað hevur verið The Gulf War á enskum, Der Golf Krieg á týskum, Guerra del Golfo á spanskum, Gulfkriget á svenskum, Golfkrigen á donskum og norskum og Flóabardagin á íslendskum. Einki um Persia. Soleiðis broytist heimurin stig fyri stig. Niðanfyri sæst nýggja heitið á F

Afturvið uppvaskinum

Afturvið uppvaskinum í morgun er valretorikkur áhugaverdur at skoða, tá hann verður tikin úr praktiska gerandisdegnum, og tí er so kjøtiligur, at øll hava sæð gongdina, keipurnar, orðalagið og orðavalið, og tí eisini kunnu hava eina kvalifiseraða meining, uttan at leggja seg niður í fortovsparlamentið at sutla við niðasta kommunala frálenslið, sum eg haldi, at hesar báðar forsíður gera, tá tær ikki bara niðurgera, men eisini tileinkisgera Anniku Olsen, sum eftir árskiftið verður høvuðsstaðarborgarstjóri, tí tað er tað hon ynskir sær og brennur fyri, og tað fari eg at ynskja henni alt tað besta við, hóast tað ringasta onkuntíð kann verða, at fáa júst tað, tú ynskir tær, men annars fari eg at ynskja tær alt tað best í borgarstjórasessinum í heimsins besta høvuðsstaði, sum er í Havn, og siga til lukku, ikki til bløðini við sexistiska forsíðuretorikkinum, men til borgarstjóran í sessinum á Vaglinum komandi fýra árini!

Litríka Moskva

Hon er so mannslig, Moskva, at eg vil kalla hana við kvennkyni, so litrík hon er, Moskva. Omanfyri standa russisku høvuðsstaðarstavirnir, Москва́, frammanfyri einum handilshúsi á stóru Tverskaya gøtuni, ikki so langt frá mínum hotelli, Marco Polo Presnja, sum varð bygt í 1904 og tá kallaðist St. Andrew's House. Arkitekturin var hin bretski William Walcott. Fyri russisku kollveltingina hýstu tey betra bretska og amerikanska slagnum, men í Sovjettíðini bleiv húsið privathotell. Á hotellinum kann hetta lesast í bókunum: "In Soviet times it became a private hotel with the prestigious restaurant for the Soviet Government members, and obviously the doors of this building were closed for the rest. And just at the beginning of the 90's an Austrian firm turned this house into one of the finest hotels in Moscow." Eg búði í kamarinum á triðju hædd til høgru, har ljós er á altanini. Í hotellgøtuni Spiridonjevskij eru nógvir nútímas handlar og kaffistovur, men lítla grøna

Føroyskur filmur mitt í Moskva

Mitt í hjartanum á søguligari filmsgerð, tað er í russiska høvuðstaðnum Moskva, skipaði føroyski sendiharrin, Bjørn Kunoy, fyri fulsettum filmskvøldi við tveimum føroyskum filmum í Dom Kino, har pláss var fyri 550 fólkum. Filmarnir Dalur hjá Heiðriki á Heygum og Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóanesi Lamhauge vórðu sýndir. Framleiðararnir høvdu hjálpt til, so sendistovan kundi fáa russiskan undirtekst settan á filmarnar. Ein russiskur bóklingur varð gjørdur til høvið, og ein nýggjur lýsingafilmur frá Visit Faroe Islands varð vístur upp á stóra løriftið. Undan sýningunum helt Bjørn Kunoy hesa inngangsrøðu á russiskum: Aftaná filmsýningarnar og røðurnar borðreiddi Birgir Enni við føroyskum fiski og fiskavørum í grannarúminum, sum er matstova. Á fyrstu myndini niðanfyri sæst skrivarin hjá Bjørn, Anastasia Novobranova, sum tulkaði, tá vit, ið ikki dugdu russiskt, høvdu orðið. Millum gestirnar vóru norðurlendsku sendiharrarnir, russisk vinnulig sambond, filmsfó