Skip to main content

Posts

Rannvá í Focus

Í dag lat upp ein spennandi og fjølbroytt framsýning við 40 verkum eftir Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus. Heiti á framsýningini er  Run  og øll verkini síggjast á heimasíðuni hjá gallarínum . Samstundis læs ein framúr vælupplagdur Jóanes Nielsen nýggjar yrkingar, havlíknilsir , sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini. Yrkingarnar vóru um upsa, kalva og um Hønuna . Galerie Focus sigur í innbjóðing til framsýningina, at Rannvá í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá, sum er fødd á Tvøroyri í 1950, nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar, og myndevnið er eisini øðrvísi, sæð í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur brúkt kollasjuformin við foto, grafikk, at mála, skrava, og líma.  Rannvá brúkar eisini betong, leir, gips og jarn í listaverkunum. Tá hon hevði verið eitt ár í Barcelona á Metáfora International Workshop í 2014 fór hon eisini at gera videofilmar, installasjónir og skulpturar. Sum eksperi

At sleppa sær sjálvum

Fríggjadagin bjóðaði Listasavn Føroya til framsýningina SPOR hjá 29 ára gamla Jóhan Martin Christiansen. Hann er úr Havn og hevur nomið sær útbúgving í Malmö. Skráin byrjaði við at savnsstjórin, Nils Ohrt, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um listamannin og framsýningina, og hvussu framsýningarrúmið broyttist, og sannførdi tey, ið høvdu medvirkað at seta framsýningina upp, um júst  sporini, ein framsýning setur sær fyri at vísa, og tey spor, hon setur á áskoðaran, sum letur seg nema og spormerkja. Síðan setti leikstjórin Christoffer Berdal framsýningina við eini persónligari røðu, og Andreas Tykjær Restorff og Torleik Mortensen spældu tónleik, sum fylti rúmið, onkuntíð friðsamt og harmoniskt og onkuntíð skurrandi øvugt og ófrættakent, sum var okkurt tekniskt sett skeivt saman. Ein sjáldsom uppliving, at eingir konformir stólar eru at sita í, og einki klassiskt ljóðføri verður brúkt, meðan øll sita upp og niður í stívari flippu, og bara bíða til hesin torturur heldur

Kampingvognur koppaði

Eisini í Havn er av ringasta veðrið. Tíðliga í morgun koppaði ein kampingvognur á Kampingplássinum yviri við Strond. Ein maður er við vognin. Annars eru mest sum eingi fólk á Kampingplássinum hesa tíð á árinum. Flestu, sum plaga at steðga á hásumri, eru útlendingar, ið ætla sær til Íslands, men bíða her til Norrøna siglur víðari. Vindmátarin hjá Landsverki hevur víst upp í 63 metrar um sekundið. Í løtuni sigur hann upp í 53 metrar um sekundið á Norðradalsskari. Fyri klokkan 10 hevur løgreglan fingið 50 fráboðarnir um skaðar í vindinum. Í grannalagnum er ein rútur sogin út í einum kampingvogni á parkerigsplássinum. Í miðbýnum uttanfyri Hafnia, á Vaglinum og við gamla Eik bygningin lógu greinar og leyv í túninum. Í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn arbeiddu sløkkiliðsmenn at beina alt burtur, sum lá á vegnum. Eitt meir enn hundrað ára gamalt træ var farið um koll í storminum í nátt. Sløkkiliðsmenninir hildu, at var træið ikki fallið í nátt, so hevði tað helst fallið skj

Flateyri x 2

Í kvøld verður høvið at síggja lítlu íslendsku bygdina Flateyri á filmi. Har búgva 230 fólk. Í 1995 varð bygdin rakt av skalvalopi. Fyri neyðhjálp úr Føroyum varð bygdur ein barnagarður, ið er kendur sum føroyski barnagarðurin. Í fjør vísti Filmsfelagið íslendska filmin “París norðursins” (Paris of the North), sum er upptikin á Flateyri. Í kvøld vísur Filmsfelagið spildurnýggja íslendska filmin “Þrestir” (Sparrows), sum eisini er upptikin í lítlu bygdini Flateyri og har um leiðir. Leikstjóri er Rúnar Rúnarsson og Sakaris Stórá fer at innleiða sýningina, sum er partur av røðini Filmsdagar í Felag. Nýggi íslendski filmurin , “Þrestir” (Sparrows), er ein av fimm filmum, sum í ár eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina. Sýningin er í Havnar Bio kl 20.

Úr summardvala

Í dag lovar útvarpið sólarglottar og hita, heilt upp í fimtan stig. Helst er tað heystlýkkan, sum bretar og amerikanarar rópa indan summer , tíðin, tá lívsmátturin aftur blómar á ellisárum. Sum hjá sangaranum Kris við øllum teim góðu sangunum, men sum hjá flestu í Føroyum bara er kendur fyri ein, Why me . Men tað sum eg eftir hesa digressión og púra óviðkomandi slank ætlaði at siga var, at nú er Útvarpið byrjað aftur. Ordiliga Útvarpið. Fyrsta eg legði til merkis var gjøgnumarbeidda tónleikasendingin Norðurljóð , sum setir lurtaran í fokus. Ein sending, sum hevur sett sær eitt ýti og fylgir tí, alt meðan útboðið av tónleiki broytir seg á norðurlendsku grannamálunum, og vit sum lurtarar verða drignir við. Og tá ein føroyskur vinkul er til eina av norðurlendsku útgávunum, so verður hann hildin fram, føroyski vinkulin. Sum lurtari kennir tú teg undirhildnan, umhildnan og upplýstan. Ein tílík sending ríkar tín dag, serliga um endursendingin fellir á eitt tíðspunkt, har tú setir teg

Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus

Leygardagin 10. september kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Rannvá Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Tá fer Jóanes Nielsen eisini at lesa nýggjar yrkingar, sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini, sum er “Havlíknilsir”. Í tíðindaskrivi frá gallarínum verður sagt, at á framsýningini síggja vit m.a. málningar, koltekningar og gips- og træmyndir. Rannvá hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania, Bulgaria og Kina. Framsýningin hjá Rannvá í Galerie Focus verður opin til 22. september, týsdag til fríggjadag kl 15 til 18 og leygardag kl 16 til 18. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Rannvá Holm Mortensen hevur nú í fleiri ár gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur millum annað brúkt collageformin, tað vil siga at hon hevur brúkt foto

Upp í leypin av bókum...

Nú  fáa allir skúlar ein lista við undirvísingartilfari úr Námi, so lætt er at bestilla. Árni Jacobsen hevur gjørt snøgga listan, sum eg slapp at fotografera forsíðu og baksíðu til. Eitt hugskot, sum stakk seg upp, var at koyra eitt úrval av nýggjastu bókunum í ein leyp, sum varð tømdur á baksíðuni. Men hvar finna vit ein leyp? Og helst ein, ið andar av søgu og sliti. Sjálvt á mest mentaðu plássum funnu vit ikki ein einasta leyp. Innan vit sleptu hugskotinum um leypin sum førning av føroyskari mentan beint inn í nútíðarskúlan, spurdi eg Ole Wich. Jú, hann var hollur í ráðum og vísti mær tríggjar slitmannaleypar úr gomlu Havnini at velja ímillum. Eg  valdi hendan slitna og talandi leypin, sum sæst á myndunum omanfyri og niðanfyri. Location, myndastað, langt burturi á heiði, funnu vit mitt í Havn. Við bilum og bygningum avdúka tvær av myndunum, hvar vit eru.

Nú skifta vit gir

Frítíðin byrjar umborð, sigur Smyril Line. So man hon eisini enda har, umborð. Eins og byrjan og endi á frítiðini verða ásett av siglingini hjá Norrønu, soleiðis er eisini við summarinum. Nú er tað endað. Eingin Norrøna kemur við húsvognum til kampingplássið sunnukvøld. Eins og veðrið, hevur ferðaætlanin slept summarinum. Restina av árinum kemur Norrøna mánamorgun. Nú síggjast bara nakrir fáir føroyskir kampingvognar, eingin útlendskur, sum er ávegis til Íslands, og púturnar á stólunum eru tiknar inn. Tað regnar og seinasta av síðsummarinum er farið. Helst er tað tað. Almannavarpið sigur, at kendasti hundur á Facebook, Mikki, er deyður. Sama er summarskráin hjá Útvarpinum. Nú skifta vit gir. Smyril Line, sum hevur slept summarinum, fer at spara, og Kringvarpið, sum hevur loftað vetrinum, fer at seta øll segl til. Nú er nokk spart.

Motorsúklur í Havn

Bogi Rasmussen úr Eysturoyar Motorsúklufelag leiður meg inn í motorsúklutjaldið í Tórsgøtu, sum er mentunargøtan í Havn, har motorsúklueigarar úr øllum landinum møttust í dag. Túsund motorsúkklur eru skrásettar og helst standa fleiri enn fimmhundrað uttan plátur kring landið, sigur Bogi, ið eigur eina Yamaha Wild Star XV1600, sum her sæst í Posthúsbrekkuni. Her er Dánjal Pauli Poulsen úr Vatnsoyrum, við eini sama slag Yamaha Road Star XV1600 árgang 2001, sum hann hevur umbygt og vaksið, uppgraderað, til eina XV1800. Munurin er at Wild Star er bygd til evropeiska marknaðin og Road Star til amerikanska marknaðin. Henda Road Star er keypt úr California í februar í 2004, og Dánjal Pauli fór undir at byggja hana um á heysti í 2007, og varð liðugur í desember í 2009 . Í fjør varð júst henda motorsúklan, Black Dazzle , kosin Føroya feitasta í kapping í SMS við trimum kvalifiseraðum dómarum, Maggi, Sofus og Óla. Eigarin er í dag Jóanes hjá Akku Hansen úr Miðvági, sum sæst niðanfyri. D