Skip to main content

Posts

Norðureftir

Eftir G! festivalin eru bara tómar hangikoyggur eftir á sandinum í Gøtu. Vit eru farin biltúr norðureftir og ætla at síggja Kópakonuna í Mikladali. Men í dag er fleiri, ið hava fingið sama hugskot. - Nei, hendan túrin sleppa tit ikki við í dag, og tað er so langt í frá, siga teir báðir Steinbjørn, sum var miðvallarleikari á søguliga 66-liðnum hjá KÍ, sum Suni Merkistein lýsti so meistarliga í heimildarfilminum 66-liðið ,  og Jákup Isaksen, sum er lærari. So er at fara niðan á Magn-støðina at keypa kaffelatte og leggja nýggja ferðaætlan. Við magnaðum kaffikrússunum fari eg við skálkinum aftan fyri oyrað oman til egningarmannin at taka eina klaksvíkska havnarmynd. - Hey, kaffelatte , er tað ikki tað, tey drekka í Havn? Sigur trukkførarin, Sjúrður Klakk. Vit fáa eitt gott prát, og gera av at fara til Viðareiðis. Øvrighetin hevur av einslistum sett ferðsluljós upp fyri hvørt bilaslag, so til ber at koyra lagaliga gjøgnum trongu einsporaðu tunnlarnar, var tað ikki fyri tve

Tórsbyrgi 40 ár

Gutti, sum býr í nummar 30, hevur 40 ár ritið um Tórsbyrgi í hondini. Elin Súsanna í nummar 13 hevur skrivað við støði í gerðabókini. Aftanfyri Gutta eru fløggini, sum kommunan setti á parkeringsplássið fríggjadagin. Hann rópar eitt trýfalt hurrá fyri okkum øllum, innan vit fara at eta morgunmat leygardagin. Kvinnurnar í Tórsbyrgi hava bakað bollar, vaflur og rugbreyð, og skorið frukt, grønmeti og altskyns viðskera til morgunmatin. Afturvið hevur Áki skipað fyri at 600 myndir úr Tórsbyrgi fyrr og nú verða vístar upp á veggin. Sum elsta eigarafelag í landinum fer Tórsbyrgi í hesum døgum um tey 40. Her eru 36 hús og 10 av teimum húskjum, sum í 1976/77 fluttu inn, búgva enn her. Onkur hevur flutt í størri hús í býlinginum og onkur, sum hevur selt, hevur keypt aftur. 14 húski hava búð her í meir enn 20 ár, sigur bóklingurin undir yvirskriftini "Fólk støðast í Tórsbyrgi". Í dag búgva um 80 fólk í øllum 36 húsunum, í 14 húsum er nú bert eitt fólk í húsi, harav helv