Skip to main content

Posts

Dimma á netinum

Teldutala Eftir húsagangin og seinastu útgávuna fríggjadagin 13. september í 2013, sum sæst niðanfyri, hevur Dimmalætting í seinastuni livað eina stillisliga tilveru við einari pappírsútgávu um vikuna. Nú fæst Dimma fyri einki í talgildum skapi - við netredaktøri! Tað er einki annað enn fantastiskt! Mótvegis øðrum netbornum miðlum, er útsjóndin løtt, ljós og greið. Í berum ovfarakæti eru heimligir netmiðlar blivnir kaotiskir at lesa. Ein portalur roynir seg við villingarsomum lesarakjaki mitt millum blinkstrandi greinar. Áðrenn tú veitst av, kanst tú lesa okkurt niðrandi og háðandi, sum føroyskum lesarum dáma so væl at skriva, millum deyðsboð og ólukkur, hóast tilfarið einki hevur við hvørt annað at gera. Tí er tað helst eitt natúrligt tíðarkrav, ið ikki krevur ta stóru Galluppkanningina, at fólk vilja aftur til hina einfaldu og óblinkstrandi avísina. Avbjóðingin verður so at halda reina sniðið, so tað framhaldandi verður greitt og einfalt at lesa Dimmu á netinum. Tí hett

Leygardagsmyndir úr Havn

Teldutala Leygardagin 7. mai er veðrið av tí fagrasta í Havn. Í Bringsnagøtu verða mest sum øll tey søguligu húsini umvæld. Tá tú ert komin niðan á, og Bringsnagøta hellir undan, daga stóru og vælhildnu húsini fram, sum verða kallað Arnes Minde. Tey eru útvið 200 ára gomul og nú hevur Havnar kirkja yvirtikið húsini frá Tórshavnar kommunu. Her hevur nýliga verið kommunal dagrøkt, einaferð helt Skansastova til her, og løgreglan og tveir klivar hava verið her. Klokkan er 10 og svarti vøruvognurin hjá blómubúðini stendur ófrættakendur við opnari hurð í Dómkirkjutúninum. Stavirnir eru gyltir og siga Akkuleya. Seinastu heilsanir ein góðveðursdag. Um fýra tímar fari eg sjálvur at sita á loftinum at minnast Hjartan, sum prestur sigur at navnið varð skrivað í kirkjubókina. Summarið í 1986 lærdi hann meg at skriva og goyma á teldu, tá Word Perfect 5,1 var fremsta amboð í Tinganesi. Ein rustaður tangi, ið er komin undan kommunalu moldini á Bryggjubakka, matchar so frálíkt við ljósi

Hevði bóndin eisini sagt Bornholm?

Í morgun kundi Útvarpið siga okkum um ein eld í Alberta í Kanada, sum herjaði á einum økið, ið var á stødd við Bornholm. Ikki nakra aðra geografiska eind í allari verðini, bara Bornholm sum námsfrøðiligt amboð at læra okkum fatan av Norðuramerikanskari stødd hinumegin Atlantshav. Interessant. Guvide, hvat Patursson hevði sagt um dagsins samanbering í Útvarpinum. Tí í dag eru 150 ár síðan hann varð føddur, bóndin Jóannes Patursson í Kirkjubø. Tí var tað stundvíst hepni, at Sjónvarpið eydnaðist at seta eina sending um hann á skránna longu í gjárkvøldið. Samanlagt ein fín sending við góðum samrøðum, hóast eg ikki fekk familjusambandið hjá øllum við. Mátti eisini venja meg við, at sendingin varð so nógv bundin at vertinum og frásøgumanninum, Høgna Reistrup, sum hevði skrivað og lagt alt til rættis, meðan hann gekk inn og út úr sendingini. Men tað hepnaðist stak væl og stóð eftir sum eitt gott dømi um, at til ber at gera eina einfalda sending um eitt stórt evni, sæð úr sjó

Millum hundar og dunnur á filmi

Væl vandir hundar og villar dunnur verða á skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio í summar. Mikudagin 25. mai kl 20:00 verður nýggi hálovaði amerikanski filmurin hjá Laurie Anderson Heart of a Dog sýndur hudaeigarum og filmselskarum. Leikstjórin er kona sangaran Lou Reed, sála. Giti, at hetta er ein av mest sjáldsamu biograffilmum, sum hava verið sýndir á okkara leiðum. Kom og hygg - og met! Danski filmsútleigarin, Camera Film, sum rekur biografin Grand Teater, sigur um Heart of a Dog , at meðan hann letst snúgva seg um New York-terriaran hjá listakvinnuni Laurie Anderson, so verða vit samstundis førd inn í eitt filmað essay, har leikstjórin á vitugan og skemtiligan hátt grundar yvir lív, deyða og kærleika, avleiðingarnar eftir 11. september, um NSA, Wittgenstein og um Bardo Thodol , sum er ein bók úr Tibet, ið er um deyðan. Og enn meir er í filminum. At enda syngur Lou Reed Turning Time Around , so ikki eitt eygað er turt. Mikudagin 8. juni kl 20:00 verður ein eins

Hetta er prísurin fyri eitt Føroyakort

Hetta er prísurin fyri loyvi at prenta eitt danskt Føroyakort í føroyskum bókum ella øðrum prentmiðlum at brúka í okkara skúlum í okkara landi. Ikki er tað upphæddin, ið ræðir meg, men tann politiska líkasæla, síðan heimastýrið kom í spargament fyri skjótt 70 árum síðani. Ikki eingang reyðgløðandi tjóðveldisfólk hava hildið tað verið eitt burðardygt projekt at taka kortekning heim . Tí rópti eg eitt innantanna halleluja, tá Sigrún í Útvarpinum í morgun klokkan sjey kundi siga, at nú var vón fyri stavn. Hon visti at siga, at í oktober fara útlit at vera fyri, at vit sleppa at tekna okkara egna land til egið brúk. Landið verður tikið heim og sett í egnar bøkur. Og hvør veit, kanska eisini digitaliserað, endurgivið í 3D og alla tíðina dagført á eini almennari síðu. Neyvan er nakað so stórt hent í so lítlum landi - so spakuliga. Men livst, so spyrst.

Føroyar úr erva

Um so veðrið er illfýsið, sum á Vaglinum í dag, eru flaggdagsrøður altíð áhugaverdar at lurta eftir, tí tær bera brá av, hvussu langt vit eru komin á tjóðskaparleið. Jóhanna á Bergi helt ein góða røðu við ervafrásjón, frá Nils Holgarson til Lítla Prinsin, um einstaklingin, sum altíð hevur verið undangongufólk, og at enda ein ávaring um aldri at gerast skuggi hjá teim undanfarnu. Í kunngerðunum í Útvarpinum í dag hoyrdi eg nógvar flaggdagsrøðarar nevndar. Onkur teirra hava gjørt vart við seg sum fólk, ið ganga inn fyri fullveldi og ikki heimastýri. Helst er tað tí, at tey eru biðin at røða fyri flagginum. Tí eri eg spentur, um ikki heimastýrisfólk fara at protestera út á dagin. Protestera um, at aftur í ár sluppu bara fullveldisfólk at ganga undir merkið at røða og brúka varpið, skótarnar og orkestrið. Tey fara nokk ikki at protestera ímóti, at danskir stovnar veittra við donskum flaggi á føroyska flaggdegnum. Livst, so flaggast. Óla Jákup Rólantsson tók myndina omanfyri

Let there be drums!

Myndir: Norðurlandahúsið Teldutala Tríggjar ferðir hevur unst mær at hoyra røddina á donsku Annisette á føroyskum palli. Fyrstu ferð í nýbygdu ítrottarhøllini á Hálsi í 1970, tá tey vóru uppá tað allar størsta, aðru ferð í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, tá tey høvdu verið í Palestina og flippaðu heilt út á teppum á gólvinum, og triðju ferð í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hon fagnaði trummunum og heimsins kúgaðu. Útiliggjarum í pappeskjum undir bankaskeltunum í París, sum ikki vildu hvørva, hvussu hon gníggjaði eyguni, eftir eina konsert í París fyri 50 árum síðani. Fantastiskt at uppliva ein ektaðan naivt fabulerandi hippie í 2016. Hóast skæra røddin ikki er hin sama sum tá, er insisterandi styrkin í røddini hjá berføttu Annisette, ið hevur dance moves sum ein andamanari í transu, enn hin sama. Onkuntíð helt eg veruliga, at hon datt, men røddini bilti einki. Í dag er hon 67. Eftir filmin Whiplash í 2014 eru trummur vorðnar lógligar á konsertum. Eisini í duet

Servering við søgu

Teldutala Seinasta servering eftir gastronomiska várkalendaranum heima í Havn var í Áarstovu fríggjakvøldið. Matstovuleiðarin John Mikkelsen og høvuðskokkurin Jóhan Joensen skipaðu fyri eini sannari veitslu við lambi sum altjóða høvuðstema. Matstovan var fullsett. Við næsta borð sita italsku Paola og Anna, sum eru komnar úr París í dag og hava verið undir Vestmannabjørgunum við Palla Lamhauge. Fyrsta, tær spyrja um er, hvat hatta gjøgnumskygda er, sum hongur uppblást undir loftinum í trappuni mitt í matstovuni. Eftir frágreiðingina kemur ein svalligur fordrykkur við gin og tonic inn á borðið. Smakkurin er markantur við rosmarin og einum dismi av pipari omaná. Forrætturin er tríggir brellbitar við heimagjørdum lamb jerky , sum sæst niðanfyri, royktari kjøtpylsu frá Krási og súltaðari rót úr Dímun. Afturvið er eitt glas av Okkara Kelling, sum er ein sterk hveitiøl, ið er ljós og løtt við søtum fruktanga, kanska banan. Altjóða dámurin yvir heimliga lambinum er aft