Skip to main content

Posts

Úr sortanum sprettir várið

Teldutala Apríl er hálvur, og í gjár boðaði álmanakkin frá summarmála, men í dag er kavi í túninum. Grafiski strangleikin er so harður, at eina løtu strikaði hann alla Nólsoynna og skipini, sum eru á fjørðinum. Sjálvt akkerið, sum er fremst fyri á morgunmyndini, megnar ikki at draga sólina úr sortanum. Og tað varð verri út á fyrrapartin, tá hann dró svart í erva. Men so syngur ein láglig strála seg inn í túnið, har fyrstu hjólspor síggjast í kavanum. Runnarnir, sum spretta, kenna seg tíðarvilstar í ársins fyrstu summarviku, nú hann prílar. Eitt er grafiska spælið úti, men innandura er tað ein avbjóðing av teim sjáldsama stóru, at bjóða til fernisering í Listaskálanum, har Várframsýningin letur upp klokkan fýra. Í listatúninum síggjast brandgulu berberisberini frammanfyri Bládýpinum. Tað er sum Amariel er í køldu várluftini. Listafólkini, ið eru við á rúmligu og ikki petti kroystu Várframsýningini, eru átjan í tali. Ímyndin av einfaldu rúmligheitini er myndin hjá Birgit

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Teldutala Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar. Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara ve

Rópa minni, pressa meir!

Teldutala Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum . Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!" Framløgan var í Listasavninum, har Várframsyningin letur upp í ovurmorgin við 18 listafólkum. Í almennu innbjóðingini siga útgevararnir, at Varðin hevur 95 ár á baki, og hevur havt nógvar ritstjórar, sum hvør á sín hátt hava ment ritið. Dorit segði, at eingin lagar Varðan einsamøll og hugleiddi um, hvussu Varðin mundi fara at síggja út í 2022. Í nýggja Varðanum, sum telur 202 blaðsíður, eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs, ið hevur skrivað nýggja skaldsøgu, sum kemur út í summar. Í samrøðuni, ið tó ikki er um skaldsøguna, sigur Marjun sína hjartans meining um Carli, sum hon á nevndarfundi í Rithøvundafelagnum um aldarskiftið ætlaði at

Eitt filmsmíl, nú tað várar

Teldutala Tá eg kom heim í gjár, lá hesin spennandi brævbjálvi í postkassanum. Einki stempul, bara hondskrift, so hann var borin til mín, brævbjálvin. Klenodia sigur avsendarin, sum er Edvard. Ivist eina løtu, um tað er Edvard Nielsen, men tá eg síggi adressuna, Undir Glaðsheyggi nummar tólv, skilji eg at tað er Edvard Nyholm Debess. Innihaldið er ein reyð lummaleksikon um film frá 1953. Danska vikublaðið Tempo hevur givið út og hetta er nummar trý. Undir krígnum og fram gav sama forlag út eina rúgvu av sangheftum í sama formati. Í hesi reyðu lummaleksikon um film fáa dagsins leikarar og stjørnur eina síðu í part. Niðast er adressan, so star strucked  lesarin sjálvur kann skriva og fáa ein autograf og kanska nakrar reglur eisini. Tónin í 1953 er inniliga fevnandi, tí á síðu 156 verða sagður sagt um Folke Sundquist, at hann spælir høvuðsleiklutin í okkara skaldsøgu við filmsheitinum For min hede ungdoms skyld . - Eg veit absolutt onki um bókina, og hvør man hava skriv

Havnin eitt hummarakvøld

Teldutala Jákup Sumberg, sum er høvuðskokkur í Barbara Fish House, borðreiddi við hummara fríggjakvøldið. Fyrst var grillað jomfrúhummarasalat við sterkum koriandersmakki sett á borðið. Síðan kom høgguslokkur av Føroyabanka, og so høvuðsrætturin við svarthummara úr Kanada í tveimum variantum, fyrst sum rulla við klógv, so við tomat confit, várleyki og hollandaise sharon sós. Dessertin var sponsk og flamberað. Vínskráin var sum altíð vælkomponerað frá tí brúsandi spanska Cava, sum var fyrsta glasið, til søtan týskan Spätlese, ið var seinasta glasið, innan ein skarpan Scapa durawhisky. Matvinnan í miðbýnum í Havn er í fagrasta blóma. Minnist í 1975, tá eg setti bøkur uppá pláss á Býarbóksavninum, at stuttligasta bókin var Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland . Har lýsti svenski skemtarin Hans Alfredson, helvtin av Hasse & Tage, matstovuna á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hóast hann visti at landið var eitt turrlagt l

O, Móðurmál, Suni eigur at fáa Móðurmálsvirðislønina!

Teldutala Eftir triðju sendingina hjá Suna Merkistein um Móðurmálið  eri eg so ovurhonds fegin um tað - móðurmálið - og mani fram allar tær minnismyndir uttan úr heimi, tá fólk hava spurt, hvat tað er fyri mál, vit tosa okkara millum á bensinstøðini ella matstovuni í tí fremmanda. “Gee, it’s the perfect spy language” og “Fantastic, you have to read the story of the Code Talkers”, siga tey. Í báðum førum fór eg at fregnast og síðan at fegnast um spy language og Code Talkers, og at vit yvirhøvur hava eitt mál, sum er okkara egna. Hinvegin, at verið málleysur føroyingur er so óhugsandi, at eg fati ikki tankan um tankan. Men í Hetlandi kenna tey hann. Og onkur hava verið har og hugt niður í avgrundina, har einki føroyskt mál var at finna, eisini í okkara tíð. Fyrst og fremst studentaskúlanæmingarnir Elin Henriksen og Hermann Oskarsson, sum í 70’unum ikki sluppu at tosa føroyskt í Lærdómshoydølum. Demonstrativt setti tilkallaði danski próvdómarin seg at blaða í Berlingaranum, s

Áhugin at síggja kristiligan film er stórur í Føroyum

Teldutala - Tá vit herfyri vístu kristna amerikanska filmin Heaven is for Real , varð hann í áskoðaratali størri enn James Bond , sum tá var aktuellur, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio. Eingin annar Norðurlendskur biografur vísti kristna filmin. Nú fer Jákup Eli at vísa tveir nýggjar kristiligar filmar, og gongst væl, fer hann sum einasti norðurlendski biografur at vísa enn fleiri filmar frá sama amerikanska filmsútleigara, uttan danskan undirtekst. Hósdagin 14. apríl sýnir Havnar Bio fyrra kristiliga filmin, sum Patricia Riggen hevur leikstjórnað og ber heitið Miracles from Heaven . Atgongumerkjasølan er byrjað. Niðanfyri sæst leikstjórin saman við Robert Redford. Miracles from Heaven byggir á sanna søgu um húskið Beam. Tá Christy (Jennifer Garner) leggur til merkis, at 10 ára gamla dótturin, Anna (Kylie Rogers), hevur eina sjáldsama sjúku, ið ikki kann lekjast, fer hon at leita eftir orsøkum, loysnum og møguligum lekidómi. Eitt stríð, har tað bókstaviliga stendur u

Dorit og Varðin

Teldutala Varðin er farin til prentingar og fæst til keyps í næstu viku. Millum trukkar og papírsplattar hitti eg Dorit í Føroyaprenti  í dag, og spurdi hana, hvat tað var, sum fekk hana at taka av tilboðnum, at gerast ritstjóri á Varðanum? - Ein góður maður segði við meg, tá eg gekk og ivaðist, um eg skuldi átaka mær uppgávuna, at “Varðin er farin.” Hann meinti, at Varðin hevði havt sína tíð, men í dag var eingin grund at halda honum á lívi. Men eg eri ósamd í hesi niðurstøðu, sigur Dorit. - Kringvarpið hevur tikið seg um reiggj og er farið at senda betri mentanarsendingar. Bløðini royna eisini at hýsa eitt sindur av mentanartilfari viðhvørt, og persónligir bloggar sum Birkblog hjá tær, og Listaportalurin hjá Kinnu Poulsen bera mentanartíðindi. Men eitt land má eisini hava eitt størri mentanarrit. Eitt mentanarrit, sum ikki bara hevur skaldskap, men eisini viðger samtíðar mentanarrák, vísir á granskingarúrslit av mentanarsøguligum slag og metir um ymiskar mentanarframleiðslu

The Panama Papers - tá journalistar samstarva um landamørk

Teldutala Um vikuskiftið hevur allur heimurin fingið at vita um skattasnýt hjá politikarum og ríkfólki úr øllum heiminum, eisini av okkara leiðum. Boðini um skattasnýtið, har m.a. størsti norðurlendski bankin, Nordea , hevur ráðgivið, er størsti leki í søguni. Lekin, sum fyllir 2,6 terabit, er 1500 ferðir størri enn WikiLeak í 2010. Á 25 málum hava útvið 400 journalistar úr 80 londum arbeitt við skjølunum. Leiðslan í íslendska ríkisútvarpinum visti einki um innhaldið áðrenn sendingin fór í luftina í gjár. Tað var ein trúverdug kelda, ið setti seg í samband við týsku avísina Süddeutsche Zeitung , og gav atgongd til skjølini. Lekin stavar frá advokatfelagnum Mossack Fonseca í Panamá, sum hevur 35 deildir úti í heimi. Fremsta uppgávan hjá felagnum er at gera skuffufeløg, so sleppast kann undan skatti. Savnaðu skjølini avdúka 214.000 feløg, ið eru knýtt at politikarum og vinnulívsfólki í fleiri enn 200 londum. Møguleikin, at yvirgangsfelagsskapir hava vunnið sær fígging á hen