Skip to main content

Posts

Japan í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið bjóðar til skemt, kærleika og karate í døgunum 5.-7. oktober. Tá vísa tey fimm japanskar filmar í samstarvi við japansku sendistovuna í Keypmannahavn. Tað er ókeypis atgongd til allar sýningar. Japansku filmarnir í Norðurlandahúsinum eru hesir: Mánadagin 5. oktober kl 17:00 Yokomichi Yonosuke (A Story of Yonosuke), sum Shuichi Okita hevur leikstjórnað. Klokkan 20:10 sama kvøld verður sýndur Momoiro sora wo (About The Pink Sky), sum Keiichi Kobayashi hevur leikstjórnað. Týsdagin 6. oktober kl 18:00 Ryu-kyu Battle Royale (Dancing Karate Kid), sum Tsukasa Kishimoto hevur leikstjórnað. Klokkan 20:00 sama kvøld verður sýndur High Kick Angels , sum Kazuhiro Yokoyama hevur leikstjórnað. Mikudagin 7. oktober kl 18:00 verður sýndur Tug of War , sum Nubuo Mizuta hevur leikstjórnað.

Fríggjadagur í Eysturoynni

Sólin rísur yvir Nólsoynna. Tað er fríggjadagur og trivnaðartoymið bjóðar morgunmat á arbeiðsplássinum. Lis, Hendrik og Maria hava lagt til rættis eina samansjóðandi útferð inn í Eysturoynna. Soleiðis siga tey, inn í Eysturoynna. Og frá morgunstundini er veðrið til vildar. Døggin perlar í órørda morgungrasinum, meðan nýggja ímyndin av ótamdari kapitalismu osar og minnir okkum á, at alt eigur ein loynikrók, eisini tangaskip í fullum dagsljósi fyri øllum køksvindeygum mitt á fjørðinum. Náttúra og ónáttúra. Eitt spennandi myndaevni, sum tó gerst nakað leiðiligt at síggja hvønn dag. Bussurin, sum skal koyra okkum inn í Eysturoynna, er komin. Í Sundalagnum skiftir veðrið, og á brúnni um Streymin er tað sum um vit koyra inn í eitt annað land, har ljósið stríðist við myrkrið, sum í einum Kingosálmi. Millum Fjarða er oysandi regn. Eins bráddliga slítir í, og við Toftavtan, har vit steðga, er morgunsólin aftur frammi. Grannakomunurnar fóru í 2008 undir at gera gøtu

Havsins fruktir eitt heystkvøld

Fríggjakvøldið vóru havsins fruktir, Fruits de Mer , kjakevni í køkinum í Barbara Fish House í Gongini Heima í Havn. Tað kendist sum vart tú mitt í París. Her var rátt, her varð stokt, her varð kókað. Umframt fryntligu borðternurnar, vóru kokkarnir Jákup Sumberg, Johan Joensen, Kári Kristiansen, Karl Aage Hansen og Jaspur Svabo Jørgensen til arbeiðis hetta fulsetta fríggjakvøld mitt í Havn. Á matskránni hetta dýrdarkvøld var alt samalt av føroyskum grunni, skeljafiskur og kúfiskur, veitt og lagt upp sama fríggjadag, uttan franska ostran. John Mikkelsen heldur á øllum teymunum og kemur við fyrsta rætti, sum er einasta innflutta matvøra hetta kvøld. Tað er franska ostran av slagnum bretagne , sum er tikin í Olonne sur Mer í landspartinum Pays de la Loire út móti Biskaiavíkini. Havi ikki sæð henda sjáldsama brellbita á føroyskari matstovu áður, hóast eg veit, at Hotel Føroyar kundi borðreiða við ostru á Kongabrúnni fyri hálvari øld síðani. Hon er opnað, so ostran

Kommunan bøtir um útsýnið

Nú sæst Nólsoyarfjørður frá Kaffivognin undir Krákusteini í Havn. Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur valt eina nýggja tilgongd, nú tikið verður av Skansanum. Útsýnið hjá Havnarborgarum skal verður betur. Sigst, at kontraktaði rennigravarin fær trífalda løn fyri hvønn arbeiðstíma frá lønjavningarstjóranum. Eina løn fyri útsikt, eina løn fyri at taka av Skansanum, og eina løn fyri at víðka um rundkoyringina, so havnatreylarar sleppa av økinum uttan at koyra inn í pylsuvognin. Soleiðis verður alt javnað borgarum til tað besta. Í hvussu er í Havn.

Norðurlendsku Oscarfilmarnir eru valdir

Tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar í Hollywood á 88. sinni hin 28. februar 2016, verður eins og undanfarin ár spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendska filmin, Best Foreign Language Film. Í ár eydnaðist Filmsfelagnum at vísa allar teir fimm filmarnar, sum síðst kappaðust um hesa somu virðisløn. Teir vóru pólski Ida , sum vann, russiski Leviathan , georgiski Mandariunur , móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales . Tilsamans fimm fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og livandi filmsídnað. Estiski Lembit Ulfsak, sum hevði høvuðsleiklutin í Mandarinum , hevur í ár høvuðsleiklutin í finska filminum Fiktarin . Í dag hava øll luttakandi filmslond valt ein film, sum umboðar teirra land. Filmsnevndin, The Academy of Motion Picture Arts and Sciences , kannar eftir, at filmarnir hava verið sýndir í biografunum í tíðarskeiðnum frá 1. oktober í 2014 til 30. september í 2015, og at filmurin

Politikkur sum soap

Annika Olsen vildi hava frið. Tað fekk hon ikki frá pápanum. Í somu løtu bleiv føroyskur politikkur soap. Hetta melodramatiska faktum tryggjaði kringvarpsjournalisturin Jón Brian Hvidtfeldt okkum klokkan seks í kvøld. Henta amboðið var forfengiligi pápin, ið eisini hevði eina floksbyrðu at bera. Pápin, sum ikki gevur dóttrini frið, fekst eisini at siga, at Jørgin skuldi skammað seg, tí hann ikki gav dóttrini frið. Eg øtist. Men bleiv samstundis sannførdur um, at hann er ein intrugumakari, pápin, sum soapjournalisturin dugdi at gera sær dælt av, so vit fingu fullan sápuvaluta úr Sortudíki. Minnist ikki, at onnur foreldur vórðu støvað av og interviewaði, tá sonurin skifti flokk, ella tá onnur líknandi viðurskifti stungu seg upp í politikki. Tá varð farið til kelduna. Ikki foreldur, ommur og abbar. Við soap í Sortudíki í huga, má eg sanna, at Sonja er eisini dóttir onkran. Eftir hetta presendens skapandi og einoygt dýnulyftandi soapinnslag, hava vit krav uppá at hoyra tey eisini. Í nav

Geytin 2015

Melda tín film til Filmskvøldið 2015! Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi fríggjakvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir, og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2015. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2015 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm,