Skip to main content

Posts

Gamlir menn á Info

Børnini syngja um Grønar menn frá Pluto , men í dag prentar portalurin hjá Miðlahúsinum, In.Fo, so nógvar gamlar menn, at vit kunnu syngja um Gamlar menn frá Info . Eftir stuttum tíðarbili er hini eini, Paul Watson, vigaður og í trimum førum funnin nóg interessantur at verða høvuðsevni á, orsaka meg, gamlamannasíðuni. Í trimum førum á somu síðu á sama degi. Eg eri helst ikki einsamallur lesari at halda, at hesin maður er lítið interessantur at bera so nógv fram fyri føroyskum lesarum. Men okay. Nú geri eg tað sjálvur. Men eg gravi hann uppaftur sum tíðindalík úr teirri grøv og í teirri trúgv, at vit ikki lata okkum provokera av hesum fólkaforføra, sum bara vil finna eina nýggja og persónliga The Cove søgu, so sum eg fyrr havi skrivað um á hesum bloggi. Uttan samstarv við fiskar á grunnum føroyskum vatni, finnur hann neyvan eina  Cove søgu í Føroyum. Ignorera mannin og ikki eindurgeva hansara tekstir til sín sjálvs. Gloymið Watson. Tí hann er ein lygnari, og lygnin er hansara vovnað

Atgongumerkjasølan er byrjað!

Hvíta løriftið í Havnar Bio bleiktrar av berari filmsgóðsku í døgunum 9.-13. september í 2015. Tá síggjast 5 filmar í 5 dagar fyri 300 krónur. Harafturat ert tú við í kappingini um eina ferð fyri 2 til Edinburgh í Skotlandi í juni 2016 á elsta filmfestival á okkara leiðum, The Edinburgh International Film Festival. 5 FYRI 300:  Fert tú í forhøllina í Havnar Bio og keypir atgongumerki til allar fimm filmarnar, so fært tú tey fyri 300 krónur. Keypir tú støk atgongumerki, antin við skivuna ella á netinum, so kosta tey 90 kr hvørt, ella 450 krónur tilsamans. Hálvtannaðhundrað krónur eru sostatt at spara við skivuna. 1. filmur: Livjatan   í Havnar Bio 9/9 kl 20:00 Intro í Kaffihúsinum kl 19:00  Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Fyrsti filmur er ein eksperimenterandi amerikanskur fiskivinnufilmur, LIVJATAN. Hetta er dýrið í sjónum, sum bíbliusøgur siga um. Amerikanski heimildarfilmurin úr Norðuratlantshavi hevur tikið navn úr hesum bíbliusøgum. Á nýskapandi s

Stór, størri, størsta

Valplakatirnar vaksa hvønn dag. Tær verða bara størri og størri. Higartil havi eg hildið, at henda plakatin hjá Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur verið hin størsta og avgjørt best plaseraða. Hon er á vegginum hjá Smápartafelagnum Vest Invest, hjá Skilling tey kalla, í Bøkjarabrekku mitt í Havn. Men í dag sá eg, at Sonja Jógvansdóttir, hon, sum við hepni hevur nápað politikarasloyfuna minus polkaprikkarnar frá Óla Breckman, hevur plakathersett næstu grannahúsini, sum eru á Tinghúsvegi 13. Saman við Annlis hevur hon júst keypt húsini frá Eik. Gott at kapitalurin verður trongdur út úr miðbýnum. Ja, kundi hugsað mær ein flokk, ið hevði tað sum fremsta skildramerki. Kapitalin út úr miðbýnum. Á nýkeptu húsini hevur Sonja sett valplakatir á tveir húsaveggir, og man við hesum horni á Tinghúsvegnum eiga størstu valplaktina í Havn til løgtingsvalið í 2015. Men enn er ein vika til valið. Og enn eru flokkar, sum í ramasta álvara gera hjúnarbandslógina til fremsta politiska stríðsm

Heystardagur

Álmanakkin sigur, at í dag er fyrsti heystardagur. Heystið er komið og nú skal heystast. Men samstundis er summarið komið. Einar tríggjar, fýra vikur seinni enn vit eru von við. Nústani er bøurin vorðin blágrønur, sum hann plagar at verða um ólavsøkuna og blómur spretta, sum vanliga hava sprottið fyrr um summarið. Einki er, sum tað hevur verið. Heldur ikki valdysturin á plakatunum. Nógvar av plakatunum eru stuttligar í sjálvum sær, antin sum sloyfur, ella sum klæddir hjallar, men bert heilt sjálvdan sum politisk herróp við støði í stevnuskráum hjá ymsu flokkunum. Meini so við, ein av størstu flokkunum, Javnaðarflokkurin, hevur bara eitt kravorð: Rættvísi . Ja, um tað er komið har til, at ein so stórur og lærdur flokkur bara kann siga Rættvísi , so er mangt í samfelagnum, sum ikki er sprottið og enn minni heystað í hesum valskeiði. Hinvegin sigur Tjóðveldi, at "nú skulu vit reisast sum tjóð, og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya land". Tjae, tað havi eg hoyrt f

Sluppøl og skipskeks

Fiskimannafelagið, Lærarafelagið, Prestafelagið og 62 Norður eru stuðlar, tá Filmsfelgið skipar fyri Filmsdøgum í Havnar Bio 9.-13. september í ár. Byrjað verður við amerikanska filminum Livjatan , sum er ein surrealistisk listarlig lýsing uttan dialog av einum fiskivinnutúri í Norðuratlantshavi, har øll manningin er útgjørd við GoPro myndatólum. Afturvið fiskivinnufilminum bjóðar Fiskimannafelagið Sluppøl og skipskeks í biografinum. Heitið á tiltakinum er ”Filmsdagar - í felag” . Ein filmur er valdur, ið sampakkar við virði og virksemi hjá hvørjum av feløgunum, Fiskimannafelagnum, Lærarafelagnum og Prestafelagnum. Og so er endamálið at filmarnar verða vístir í felag, so fólk fáa høvi at koma út og síggja film, heldur enn at sita einsamøll, og harvið medvirka í at gera miðbýin livandi. Formaðurin, ella - kvinnan í viðkomandi felag introduserar filmin. Skráin fevnir um fimm nýggjar listarligar filmar, sum verða sýndir fyri ein bíligan penga. Millum tey møttu burturlutar 62Nor

Fleyr um summarlandið

Milt við varisligum summarkryddi. Sum ein útferð um oyggjarnar eitt summarkvøld. Eitt lítið fleyr innan av landi ger munin, so tú varnast angan av bø og haga, havi og fjøru. Sitandi við borðið í Áarstovu mitt í Havn. Hetta upplivilsið tryggjaði ungi høvuðskokkurin úr Klaksvík, Jóhan Joensen, okkum, saman við teim mongu fryntligu borðternunum. Jákup Sumberg, sum fyrr hevur starvast í Matsalen í Stockholm, var eisini í køkinum, og John Mikkelsen fekk alt at ganga upp í eina hægri eind í matstovuni, sum á øllum hæddum var fullsett. Jóhan Mortensen er ein teirra, ið hevur lagt seg eftir at fáa forvitnisligt kryddi og tilfeingi annars á føroyska borðið. Tað, sum er her mitt millum okkara, og eingin, ella bert fá, geva gætur. Til dømis at leggja eitt floyalsmjúkt blað av tallerkinsmekkara (Tropaeolum majus) á tunguna afturvið summarbitanum. Upprunaliga stavar hon úr Andesfjøllum, heimliga blóman, sum eisini er dekorativ á føroyska borðinum. - Mesta av føroyskari matgerð

Vikuskifti

So er valkortið komið og tvey eintøk av Rolling Stone. Vikuskiftið reddað. Slupp-ølin og ein skipskeks fara at siga teirra egnu fiskiligu filmssøgu sum frá líður. Atkvøðugreiðsla um løgtingsvalið var á arbeiðsplássinum í dag, og arbeiðsuppgáva við undirvísingartilfari um sama evni, løgtingsvalið i 2015 , til søgu, føroyskt og myndlist varð avgreidd saman við Karinu. Takk fyri tað, góði starvsfelagi. Her er ein mynd úr tilfarinum. Skal eg velja vinstra ella høgra? Gott og ópolitiskt vikuskifti!

Tvey ár og tveytúsund

Tey siga mær, søgan er gomul , hon úr Miðeysturi, sum er tveytúsund ára gomul, og skal hjálpa okkum móti LGBT og teim knapt so fúlu í Sea Shepherd. Check. Men tey tvey ára gomlu hagtølini frá okkum sjálvum um okkara egnu børn í føroyskum fátækraváða, tey kunnu vit ikki brúka. - Eg kann ikki svara tær uppá so gomul tøl, Brynhild, Brynhild, sigur politikarin í ramasta álvara, Brynhild, Brynhild. Hvussu selektivur kann mann vera? Gamaní kunnu tveytúsund ár verða sum eitt, ella tvey, í tveytúsund ára gomlu søguni. Men eri tað bara eg, sum haldi tað vera nokkso løgið og ósamhangandi í  Álvaratos  í kvøld? Kann alt verða gott, og harvið skapa verðsliga politiska makt hjá lønartrælum, bara tað er knýtt at átrúnað - tí rætta væl at merkja - her, í Russlandi, ella í Ukraina? Eg eri uppvaksin í Brøðrasamkomuni og kenni skriftina. Men, álvaratos, hvør er hesin avpartaði tulkingarfelagsskapur, sum her trúnar fram, nú ið kunnskapur røkkur so vítt ?

Bókin um tað góða løgd fram

Í kvøld legði forlagið Sprotin alment fram nýggju samtíðarskaldsøguna hjá Carl Johan Jensen Bókin um tað góða.  Síðani 10. august hevur bókin verið í bókabúðunum. Í tíðindaskrivi undan útgávuni segði forlagið turrisliga, at "ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Hvat so?" Í søguni eru vit í avmarkaða prentaraumhvørvinum í Havn í 2011 og K., ið sigur frá, er uppsagdur bókhaldari í Prentskálanum við Karlamagnusarbreyt. Tað er í hesum umskiftiligu endatíðum, at hann fær fremmanda handritið, sum er bulurin í søguni, inn í telduna. Úr einum kjallarkamari ovast á Tinghúsvegnum, har høvuðspersónurin telur seinastu dagarnar, verða vit førd oman á Bakkahellu, har K. vaks upp, og niðan í Varðabú, har han til fyri stuttum livdi saman við Hildigarð, sum nú er flutt saman við Gunnhild uppi á Berjabrekku, har tær báðar liva saman. Hann flytir sær tríggja lønir, tekur eitt lán, ætlar ser á pílagrímsferð, men endar í Antwerpen. "Ein andlig reisubók", sum r