Í tollfríu sølubúðini í Kastrup spyr hon, um eg lendi ella fari. - Leaving or landing , sigur hon uppaftur, ótolnari enn fyrru ferð, og toyggir seg revsandi móti mær. Eg lukti deymin av pylsu og leyki úr grannabúðini, og tað gongur upp fyri mær, at hon hevur havt ein stravnan dag við tollfría diskin. Svørtu eygnaskuggarnir molna í sveittaperlum. - Leaving , sigi eg, feriubúgvin í fremmandum summarlandi. - Et bordingpass, tak, sigur hon og rystir faksið, so bringan darrar. Í sveittadryppandi gloppinum síggi eg sjókulátubuding við hvítum blonduróma úr hjallinum hjá ommu. Taki fráferðarkortið hjá Atlantsflogi úr innarlummanum. - Men dér står København . Du sa’ leaving ! Æhm, hugsi eg og grundi yvir, hvat tað er, vit tosa um. Havi keypt eina strípu av grágrønum Boss deodoranti, sum er fjøruti krónur bíligari í Kastrup enn í Vágum. - Men du sa’ leaving ! Jamen, kønki eg fram fyri meg...- Hvordan skal jeg vide, hvor jeg skal sætte momsen, hvis du ikke ved, om du er leaving eller landing