Skip to main content

Posts

Navnið spillir ongan

Sagt verður at navnið spillir ongan. tað eru bara vit, sum kunnu spilla navnið. Ja, og so eisini fremmandir forritarir, sum sita í skýmaskotum og finna uppá tænastur, sum vit ikki vistu vóru til. Til dømis at finna fram til, hvat navn títt merkir. Men skjótt kemur tú eftir, at tænastan er ikki so álítandi. Tú kanst skriva eitt fremmant navn og fáa akkurát sama úrslit, sum tá tú skrivaði títt egna navn. Ella navnið á Hitler. Og so sært tú allar hesar spurnarkanningarnar og videnskabeligu, fyri ikki at siga lidenskabeligu niðurstøðurnar um, hvat land tú hoyrir til, hvør grammofonpláta tú ert, hvør filmsleiklutur tú ert, hvør persónur úr Bíbliuni tú ert, ella hvør persónur hjá Dostojevski tú ert. Akkurát tú. Tað er at vóna, at verðin og heimsmyndin ikki fer í grús, tá tú uppdagar, at meginparturin av tílíkum forritaravirksemi á netinum er tað reina gass. Men stuttligt er tað við hesum talgildu dagdvøljum í vitanarsamfelagnum, treyðugt so!

Bankafilmurin um Eik verður í morgin

Filmsfelagið sýnir íslendska bankafilmin um Eik, omanfyri, í morgin, mikudagin 15. apríl kl 20:00. Undir upprunaheitinum, Vonarstræti (Baldvin Zophoníasson 2014), er filmurin hin mest sæddi í Íslandi. Fréttablaðið kallaði filmin hin besta íslendska nakrantíð, og fyrr í ár vann filmurin ikki færri enn tólv Edda virðislønir, m.a. sum besti filmur. Enska heitið er Life in a Fishbowl og danska heitið er De små ting . Filmurin verður sýndur í upprunaútgávu, men við donskum undirteksti, so øll kunnu fylgja við í samansettu lagnusøguni úr okkara tíð. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, fer at introdusera filmin. Í íslendska filminum um bankakreppuna har í landinum, fylgja vit Hera Hilmar, Þorsteinn Bachmann og Thor Kristjansson í høvuðsleiklutunum sum Eik, Móri og Sølvi. Eik arbeiðir í barnagarði um dagin og er call girl um náttina, Móri er rithøvundur, sum hóast hann eigur hús í Vonarstræti, velur at drukna tilveruna í brennivíni, og Sølvi er fyrrverandi fótbóltsspæla

Føroyar um allan heim í juni

Jóhan Mortensen var ferðaleiðari fyri Visit Faroe Islands, tá fólk frá Land Rover blaðnum   Onelife  vóru her og vitjaðu í november í fjør. Omanfyri síggjast Brian Cottam, Jane Cloete, ritstjóri, og Dan Delaney. Ferðaliðið taldi níggju fólk, sum øll eru knýtt at lýsingastovuni Redwood í London. Niðanfyri sæst Jóhan við borðið í roykstovuni í Kirkjubø. Lýsingastovan Redwood hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover , sum í hesum føri var ordragevandi kundi. Ørindini vóru at seta bilarnar inn í ein nýggjan kontekst, hin føroyska. Tvær ferðir um árið verður tíðarritið OneLife givið út og sent til útvið hálva millión Land Rover eigarar kring knøttin. Í juni verður karmurin Føroyar, sum verða lýstar undir yvirskriftini Norse Power á átta innbjóðandi blaðsíðum, sum serliga greiða frá um mat. Her eru fýra av teim átta blaðsíðunum, sum síggjast í juniútgávuni av Land Rover blaðnum: Bretska ferðaliðið hevði eisini nýggjar Land Rover bilar við sær í november. Teir

Hann prílar við heglingi

Ofta verður sagt, at veðrið er ekstremt og at hann prílar . Í dag brast hann á við grimdarregni, so var turt og ljóst, og so dundi eitt heglingsæl, sum eg ikki havi hoyrt áður. Í hvussu er ikki um miðjan apríl, mánaðurin, sum argar fólk, tí hann prílar . Kanska er tað so. Vit liva i ekstremum tíðum. Í hvussu er, tá um veðurlagið ræður. Og føroysku orðabókurnar, sum nú eru opnar fyri øllum heiminum, siga at heglingur eitir chicco di grandine á italskum, granizo á spanskum, Hagelschauer á týskum, hail shower á enskum og haglbyge á donskum.

Also - tey duga at hugsa og ressonera!

Nú politiskir uppstillingarfundir eru úti um landið, hevur helst verði neyðugt at avstemma manningina í spurnar- og kjaksendingini Also  í Kringvarpinum leygarmorgnar innan Rót og Rútmu. Onkrar endursendingar í seinastuni hava eisini bent á, at sendingin var um at doyggja út, tí hon ikki fekk undirtøku millum lurtarar, ið áttu spurningarnar, ið vóru at rutta við. Av egnum royndum veit eg, hvussu nógv skal til, bara at fáa ein lurtara at senda ein spurning til eina sending, tíansheldur fleiri, so veljast kann millum tilfarið og sendingin kann fáa eitt fjølbroytni og ein autentisitet, sum í lurtarahøpi er burðardyggur. Tá útvarpsvertir í øðrum sendingum hava sagt, at ein ørgrynna av brøvum eru komin inn til eina sending, ið er hvørja viku, tá havi eg altíð skálkin aftanfyri oyrað, tí lurtarasamband er svikaligt í brøvum og nærmast ikki til tann vegin, tað eg veit. Men kennir lurtarin seg aftur í sendingini, so eigur altíð at bera til í almannavarpinum at halda eini tílíkari sending

Várframsýningin 2015

Seinrapartin í dag, klokkan fýra til seks, letur árliga Várframsýningin upp fyri almenninginum í Listasavninum. Tað er Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, ið letur framsýningina upp. Upplatingardagin fara Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen at sýngja. Í tíðindaskrivi undan framsýningini, siga fyrireikararnir, Føroysk Myndlistafólk, at Várfamsýningin er ein afturvendandi táttur, sum á fyrsta sinni varð royndur í 1990. Várframsýningin hevur verið karmur um nógv ymisk sløg av verkum og verkætlanum gjøgnum tíðina, har gomul sum ung hava sýnt fram, og óroynd hava hingið við síðuna av etableraðum listafólkum. Júst hetta skapar ein serliga dynamik, tí ongin veit frammanundan hvat fer at henda, sigur felagið Føroysk Myndlistafólk Várframsýningin er ein sokallað sensurerað framsýning, har ein nevnd tekur støðu til innlatin verk. Í nevndini í ár hava Jóhan Martin Christiansen, omanfyri, Sigrun Gunnarsdóttir og Ole Wich sitið. Framsýningin í ár er myndað av ymiskari tøkni, t.d. skulptura

…men størstur av teimum er Dylan

Hesi hóskvøldsorð eru skrivað afturvið Ring Them Bells av plátuni Oh Mercy frá 1989, einum sangi eg ikki hava lurtað nógv eftir. Og so Gates of Eden av 50 ára gomlu LP plátuni Bringing it all Back Home. Orsøkin er, at eg havi verið í kirkju . Har hoyrdi eg danska teologin og høvundan Jakob Brønnum (f.1959) siga frá um Bob Dylan, ið hann lýsti sum størsta yrkjara á lívi í dag, hvørki meir ella minni. Lýstur og lisin í bíbilskum ljósi undir heitinum Sangir við himinsins portur - Bob Dylan og Bíblian . Og tað helt, teologiska útleggingin av tekstum Dylans og øvugt, at lesa Gudsorðið inn í Dylantekstin. Eisini tá vit komu til John Wesley Harding, JWH, og tulkingina Yaweh, og orðið wind í Blowin’ in the Wind , sum á hebraiskum eisini merkir andi, og um hvítu dúgvuna, sum skuldi flúgva yvir tey mongu høvini, sum hjá Nóa. Og um steinin sum mynd í Like A Rolling Stone,  um seg sjálvan í Baby Blue,  og at teir seinastu tríggir sangirnir á New Morning eru tríeindin í kristnitrúnni.

Heimurin fyri tær opin...

Henda króna, ein donsk tjúgukróna, skal fáa fólk at ferðast inn og út úr landinum, og skapa nýggjan vøkstur í nýggju gyltu vinnuni, ferðavinnuni . Ja, tað hevur stjórin á Vága Floghavn sagt nakrar ferðir í kringvarpinum. Haldi eisini at fíggjarmálaráðharrin hevur sagt hetta sama nakrar ferðir á sama stað. Umframt at sita á kassanum, býr hann eisini undir farbreytini, so hann er hin fyrsti at vita. Men á Facebook hevur ein roknilærari tikið time out og hugsar sum so: - um nú flogferðaseðlaprísurin verður allar hasar 20 krónurnar bíligari, so skal eg bara ferðast einar 5-600 ferðir, fyri at eiga fyri ein heilt ókeypis ferðaseðil.  So satt, so satt. Hjá brúkaranum er alt eitt val. Eisini tað heilt ópolitiska at grípa niður í pungin og finna eina frígivna tjúkrónu. Á denn náði. Ein tjúgukróna, givin okkum upp til skutil ein gerandisdag. Fyri hana slepst langt, siga miðlarnir. Eitt av kreativu starvsfólkunum kom í stundini við tveimum tíggjukrónum, sum vórðu prentaðar í Gamla bókahan

Messa fyri einum filmi

RINGRÁS skýggini vagga tær ringja seg um teg fast og inniliga tú letur teg drukna í teimum krógvar teg fyri tí flennandi myrkrinum tí lokkandi ókenda freistandi ótrygga grammliga sleikja tey blóðið av kroppinum hálsi og bringu búki og kyni øllum tí sum tú eisini ert øllum sum ímyndar teg síðani letur tú teg blaka út í ævinleikans ódeyðiligu ringrás tú vilt ikki líta aftur um bak álíkavæl sært tú hvussu alt tað blúgva og skelvandi hvíta reina og skæra hevur fingið ein farra av blóðugari njóting sum ein nýliga brostin moydómshinna (Katrin Ottarsdóttir) Yrkingin omanfyri varð kunngjørd á Facebook, tá Katrin Ottarsdóttir var millum tey, ið lósu upp í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 23. mars í ár. Hon er úr nýggja savninum  Messa fyri einum filmi , ið eru yrkingar eftir Katrini Ottarsdóttir, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út í hesum døgum. Savnið er 77 blaðsíður og kostar 148 krónur. Messa fyri einum filmi  er annað yrkingasavnið hjá Katri

Klaus Rifbjerg deyður, 83 ár

Klaus Rifbjerg, sum mær untist at avmynda mitt í Femersundi umborð á tokferjuni ávegis til filmstevnu í Lübeck í november 2012, er deyður, 83 ára gamal. Tað sigur Johannes Riis, sum er bókmentaligur stjóri á forlagnum Gyldendal. Hann avmyndaði eg á bókstevnu í Frankfurt árið fyri í práti við Jógvan Isaksen. Klaus Rifbjerg man hava verið virknasti rithøvundur á okkara leiðum hesi farnu hálvthundrað árini. Hann byrjaði við yrkingasavninum Under vejr med mig selv í 1956, og so gekk tað slag í slag á øllum bókmentanaligum økjum og pallum, við tveimum og trimum verkum hvørt ár. Hann fekk De Gyldne Laurbær í 1967, Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 1970 og Herman Bangs Mindelegat í 1997. Umborð á tokferjuni millum Rødby og Puttgarten, hevði Klaus Rifbjerg akkurát etið eina reyða danska pylsu við øllum, og skemtaði um smá gerandisviðurskifti, sum úti í heimi kunnu benda á eina tjóðskparkenslu, ein ikki visti var til. Hann var tá 80 ára gamal og hevði ongar trupulleikar

Skírhósdagur [skʊirɪs-]

Í dag er skírhósdagur, framborið [skʊirɪs-]. Hvørt ár verður kjakast á Facebook og aðrastaðni, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Eisini verður kjakast um, nær tað er rætt at ynskja øðrum góðar ella gleðiligar páskir. Ikki tí, øll hesi boð um skírisdag og heilsanir, eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggju kristnibókini, Kristni 5 , sum Nám gav út í 2012, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum ikki bara allir skúlar, men allur heimurin, nú kann brúka púra ókeypis umvegis Sprotan , er einasta heiti fyri dagin í dag skírhósdagur við stutta framburðinum [skʊirɪs-] : Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar í nýggju kristnibókunum hjá Námi hildið seg til hetta eina langa skrivaða heitið skírhósdagur við stutta framburinum [skʊirɪs-]. Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í dymbildagavikuni, pálmasunnudag, skírhósdag, langa fr

Ræðslan fyri tí ókenda

Hví var tað so umráðandi at forða fólki at síggja filmin Fifty Shades of Grey og heldur geva Kvinnuhúsinum peningin fyri atgongumerkið? Er nakar munur á hesum átaki, og tá Filmseftirlitið bannaði Last Temptation of Christ , og politikarar vildu steðga Ginusøgum ? Eru filmar og sjónleikur ein hóttan, ið kann skeikla maktjavnvágina í etableraða samfelagnum? Birgir Kruse, Sosialurin 27. mars 2015 Vit kunnu ilskast ella gleðast, tá vit raka við nýggjar mátar at siga søgur. Tað velst alt um, hvussu okkara gerandisdagur er, hvørjar royndir vit hava, og hvørjar tankar vit gera okkum um at deila makt, vitan og undirhald við medmenniskju okkara. Fyri fáum árum síðani østu politiskir flokkar, sum vit sjálvi høvdu valt á ting, seg upp um kynsvillingar, sum skuldu í viðgerð, tí teir vóru sjúkir og vilstir. Men so kom LGBT-rørslan og fór á Facebook og broytti almennu hugsanina, so tað bleiv stovureint at liva eitt lív sum samkyndur. Í dag er eingin rættsiktaður politikari, sum hevur dirvi