Skip to main content

Posts

Melda tín film til Filmskvøldið 2014

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi hóskvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2014. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2014 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

Konfekt til vikuskiftið

Alt bendir á, at nú grør aftur um gangandi fót í einum av mongu vakstraløgunum, miðlunum, í Føroyum. Sosialurin er størri enn eg minnist hann at hava verið hesi seinastu árini, fyrsta Dimma er komin út aftur eftur húsagangin í fjør, Kringvarpið gav okkum ein frálíkan heimildarfilm úr Skopun í gjárkvøldið, í kvøld fara Konfekt-fýrarnir, sum eru í dekadentgyltum Elvisklædningum at spæla aftur við Gekkinum, og sunnukvøldið lovar Heini í Skorini, at vit fáa nakað gott at síggja í Sjá, sum er nýggja sjónvarpssendingin við trimum stavum, Sjá , sunnukvøld, aftur úr sama húsi. "Søgurnar eru her", sum heitið var á róligu og vælskipaðu sendingini hjá Suna Merkistein og Halli Thomsen. Kringvarpið tykist hava fatur á nøkrum nýggjum vælfunderaðum og produktiónsrættaðum, sum eg ikki havi varnast í áratíggju. Akkurát sum fyrr, at fokusera róliga inn á eitt viðkomandi øki ella persónssøgu. At hava tunguna mitt í munninum. At skapa eitt format . Tó eri eg ikki fegin um allar lagnusø

Skal mentan miðlast til øll ella til tey fáu?

Hetta var spurningurin, Gunnar Nolsøe, setti okkum, Una Arge, Ivan Niclasen og mær sjálvum, í Mentacaféini , sum Útvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum í kvøld. Her eru spurningarnir og míni stuttu boð um mentamiðling, sum alt eftir definitión, skapi og sikti, so dánt kunnu skvisast niður í nakrar fáar minuttir, tí hetta er eitt endaleyst kjakevni, sum tó altíð er viðkomandi: Fyrst av øllum, hvat er góð mentanarmiðling og hvørjum máli og málum skal góð mentanarmiðling røkka? Við royndum sum framleiðari vil eg siga, at góða mentanarmiðlingin er fyrst og fremst eyðkend av eini dagligari redaktión, sum kann senda reportarar út á feltið at dekka mentanaraligu og listarligu hendingarnar fyri lesarar, lurtarar og hyggjarar, gerandis og ikki bara einaferð um árið tá t.d. Nýggjárskonsert er. Javnt og samt, alt árið. Greið sendara- og móttakaraviðurskifti, sum bara verða definerað við áhaldni innan givna karmin, skulu alt verða galdandi. Hvat skal góð mentanarmiðling leggja seg eftir? Gó

Føroysk altjóðagerð á heysti

Nú heystið er komið, kann staðfestast, at sum aldri áður er altjóðagerðin komin yvir okkum. Alt gott um altjóðagerð, men tá hon eftir bara einum degi er blivin so munadygg, at Fróðskaparsetrið kann siga okkum, at vit nú hava fingið nýtt føroyskt fuglaatlas - á donskum - og Café Natúr bjóðar okkum til bayerska oktoberfest við boppum og gløsum á heimligari grund, ja so undrist eg stillisliga yvir føroysku sjálvsmyndin og tilboðini at stíva hana av. Hin seinna er í finasta lagi á frí(ð)a heystmarknaðinum, men tað er hin fyrra devilingalimeg ikki. Eitt føroyskt atlas á donskum? Hvat heldur tú? Ella eri eg blivin smásárur?

Vegghamar í Focus fríggjadagin

Fríggjadagin 10. oktober kl 16:00-18:00 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar (f.1937) upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru 33 málningar, teir flestu málaðir í 2013 og 2014. Omanfyri er Arnold Vegghamar avmyndaður í Listaskálanum tá Várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum og Myndlistasambandinum læt upp á Mentanarnáttini í ár. Í innbjóðandi tíðindaskrivi sigur Marianna Norðoy, at í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjáldsom styrki. Listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri. Arnold Vegghamar málar náttúruna á Viðoynni, lendingina, bygdina, hamrar og urðar. Tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, hvørt tað líkist náttúruni. Tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan, upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga,

At myrða við skrivaraborðið

Fríggjadagin 10. oktober kemur bók um at skriva krimi á føroyskum. Høvundur er Jógvan Isaksen (f.1950), sum eg avmyndaði á bókamessu í Göteborg í fjør. Heitið á skotsikru bókini er At myrða við skrivaraborðið við undirheitinum  Hugleiðingar um krimi.  Permuna gjørdi Barbara Myhre Isaksen. Í  ár eru 25 ár síðani, at Jógvan Isaksen fór undir at skriva Blíð er summarnátt á Føroyalandi , sum kom út í 1990. Henni á baki eru komnar 13 krimibøkur til bæði børn og vaksin, og í novembur fer eitt níggjunda bind um Hannis Martinsson at koma út. At myrða við skrivaraborðið  sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini samanum føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um krimibøkurnar hjá høvundinum sjálvum, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til hvørja einstaka krimisøgu frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi  (1990) til Prædikarin  (2013). Í bókini eru oman fyri 200 bíløt av ri

Greenland Eyes í Norðurlandahúsinum

Undir heitinum Greenland Eyes bjóðar Norðurlandahúsið til trettan púra ókeypis filmsýningar í komandi døgum. Byrjað verður sunnudagin 5. oktober kl 17:00 við fyrsta altjóða spælifilminum, sum er gjørdur í Grønlandi, "Nuummioq" (Otto Rosing 2009 95 min). Virðislønti filmurin “Inuk” (Mike Magidson 2010 90 min) verður sýndur týskvøldið. Leikstjórin er til staðar og fer at svara spurningum eftir sýningina. Úr skránni kann eisini nevnast heimildarfilmurin “Arfernat” (Bundgaard og Svinkløv 2014 77 min), sum verður sýndur mánakvøldið. Eisini hesin filmur hevur fingið sera góð ummæli, har hann hevur verið vístur. Leikstjórarnir eru til staðar mánakvøldið og fara at svara spurningum. Frá mánadag til mikudag eru sýningar kl 19:00 og kl 21:00. Hósdagin er ein sýning kl 17:00. Ókeypis atgongd er til allar filmar.

DRESS í Steinprenti í morgin

Í morgin fríggjadagin 3. oktober kl 17:00 letur upp ein forkunnug framsýning í Steinprenti við listaverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Hóast ungur listamaður, hevur hann longu gjørt um seg, fyrst í Mullers Pakkhúsi við Kolonibox í 2009, síðani í Keypmannahavn, har hann nú býr, og í Malmø, har hann hevur nomið sær myndlistarliga útbúgving. Framsýningin í Steinprenti, ið ber heitið DRESS, er merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfar, ið verður brúkt til verkini, og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, vit vanliga sambinda við list. Dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, ið hann sær ein serligan vakurleika í. Listamaðurin er eisini áhugaður í poesi, antin tað snýr seg um okkurt hann finnur í blómubukettini hjá Mrs Dalloway , ella í leysum setningum og orðum, sum hann t.d. ber eyga við á einum pappkassa. Tað snýr seg um eitt áhugavert knýti millum tað ítøkiliga og óítøkiliga á framsýningini, sum eisini inniheldur videolist, gips

Stór søga, men eingin møtti

Í kvøld var eg í Havnar Bio og hugdi eftir nýggja danska heimildarfilminum Ekstra Bladet: Uden for citat (Mikala Krogh 2014). Ein elskuligur filmur um heilt vanlig fólk, sum elska sítt fak, hóast øll vón er úti og verri enn tað. Trúføst heilt niður í grøvina. Tá eg keypti billet ein tíma undan sýning, otaði áskoðaratalið seg upp á fimm fólk. Tá filmurin byrjaði, eftir nakrar ótolandi føroyskar lýsingar við vánaligum ljóði og ongum lýsingarligum fokusi, hóast evnið var at keypa føroyskt, varð áskoðaratalið tvífaldað. Tíggju føroyingar. Í intima myrkrinum kundi eg telja ein úr Kringvarpinum, ein úr Miðlahúsinum og ongan frá endurreistu Dimmu, sum vildu síggja hugtakandi kærleikssøguna um fría orðið í fríum falli á heimligum lørifti. Og tað er ikki so løgið. Eingin biografur í landindinum brúkar eitt oyra til marknaðarføring av filmi. Tí møtir eingin at síggja nakað so fantastiskt sum heimildarfilm á bjørtum stórlørifti við besta ljóði. Elendiga føroyska lýsingin um at keypa før

Rithøvundafelag Føroya í Sirkus

Leygarkvøldið kl 21:00 skipar Rithøvundafelagið fyri upplestrarkvøldi í Sirkus í Havn. - Tá nýggja nevndin í Rithøvundafelagnum tók við í vár, gjørdu vit beinanvegin av, at vit vildu taka táttin við upplestrarkvøldum í Sirkus upp aftur, sigur Sámal Soll, formaður. - Síðani apríl hava vit havt upplestrarkvøld næstan hvønn mánað og hetta er sjeynda upplestrarkvøldið í hesum skeiði. Upplesarar leygarkvøldið eru Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergur Rasmusen. - Hóast Oddfríður lesur í Steinprenti omanfyri, hevur Rithøvundafelagið skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum í Sirkus fyrr, bæði við upplestri og tónleiki, men hesi tiltøk vóru ikki reglulig. Tá vóru upplestrarkvøldini mikukvøld, men vit hava valt at flyta tey til leygarkvøld, og tað tykist at vera ein góð avgerð, sigur Sámal Soll. Niðanfyri sæst Knút Háberg Eysturstein við plátuspælaran í Sirkus. Sirkus læt upp fyri jól í 2009. Tá avmyndaði eg eigaran, Sunnevu Háberg Eysturstein, medeigaran, Jóel Briem, o

Peter Madsen vitjar aftur

Vinjetttekningarnar og heilsaninar omanfyri eru frá Peter Madsen  (f. 1958), tá hann vitjaði Filmsfelagið at sýna nýggja teknifilmin Valhalla  (1986) á filmstevnu í Norðurlandahúsinum dagarnar 28. mars til 3. apríl í 1987. 28 ár seinni vitjaði hann aftur í sama húsi. At tekna og siga frá varð heitið á skeiðnum, masterclass og workshop, við danska teknaranum Peter Madsen, sum Inger Smærup Sørensen skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tað er í sambandi við heystframsýningina Gisp! , sum Norðurlandahúsið í trimum umførum er vertur fyri. Gisp! vil við hesum varpa ljós á brot úr teknirøðum í ymsum listagreinum. At tekna og siga frá er byrjanin, har Peter Madsen, sum teknaði Valhalla (Interpresse 1979 og Carlsen Comics frá 1991), ið varð gjørd til film í 1986, og sum Árni Dahl samstundis týddi og gav út á føroyskum á forlagnum Fannir frá 1987 til 89, tók móti vaksnum virkandi teknarum. Her síggjast Peter og Rannvá Mortensen. Komandi skeið fara at venda sær

Ja, tað er ein felags uppgáva

Ferðaráðið hevur gjørt nýggjan ferðafólkafilm, sum vit verða biðin um at deila á netinum hósdagin klokkan trettan. Tað geri eg fegin, tí hetta er júst ein felags amboðskassi hjá okkum speidaraføroyingum, eisini okkum, sum bara ganga á sløttum og ikki herja á fjøllini hvørja fríløtu. Tað geri eg fegin og púra fyri einki. Tjóðarbygging er eitt alment felagsmál og spesifikt mítt hjartamál.  Men nú almenna ferðavirksemið bleiv privat og eksploderaði í peningajáttan, er tað spell, at tað ikki lupu einar hundrað krónur av til rættlestur. Eitt av fyrstu orðunum er natúrligvís Føroyar . Okkara brand. Okkara aktiv. Okkara felags ogn. Eitt fleirtalsorð, sum upplesarin og teksturin ikki veit av er fleirtalsorð, hóast tað verður sagt í øllum orðabókum, sum eisini slepst til púra ókeypis á netinum, til dømis www.obg.fo. Sagt verður í vetrarstuttfilminum fyri áttahundraðtúsund krónur, ið er sama upphædd, sum allur spælifilmurin LUDO kostaði, at: “Føroyar hevur brúk fyri tínari hjálp”. Ja, tað h

Forboðsføroyar á Ting

Frá morgunstundini hevði Útvarpið ikki færri enn tvey forboðsuppskot á skránni. Fyrst at nokta føroyingum at viðmerkja greinar á ymsu portalunum, tí onkur kendi onkran í onkrum føri, og síðan at forbjóða lærarum at møta næmingum á Facebook, tí onkur kundi kløkkast av illavorðnum orðum aftaná skúlatíð. Og í ovurmorgin leggur Tjóðveldi fram forboð í Tinginum móti fremmandafólki, sum koma higar og ætla at fremja ólógligt virksemi. Tað er ein avbjóðing við sjáldsama tungari próvbyrðu. Pallborðsfundur hjá sama flokkinum, har vit aftur verða mint á veikar miðlar, er sama kvøld. Orsøkin til tinguppskotið er sjálvandi Sea Shepherd , sum er ein evarska lítil partur av tí ørvitisheimi, sum vit sjálvi eru partar av hvønn dag, innan- og uttannets, eins og Roberto Romano, ið slær alt upp í glens. Í meðan gongur snakkið og serfrøðingar sleppa at lufta ivasomum meiningum í sokallaðu veiku miðlunum, meðan útvarpsvertirnir kunnu seta seg afturá, fáa frið eina løtu og lata lurtarar viðmerkja uttan að

Cohen fyllir húsið

Í dag hoyrdi eg besta disckjockey, eg minnist meg hava hoyrt á føroyskum. Tað var Hanus Kamban (f. 1942), sum vendi plátum hjá Leonard Cohen, sum henda dag fylti 80. Tað gjørdi Hanus fyri 200 fólkum í nýggju høllini í Norðurlandahúsinum. Feiri sluppu ikki inn, og máttu so nakkalong til hús. Hóast eg havi vent nógvum plátum í Útvarpinum og dyrkað rocklyrikk síðani einaferð í miðdeildini í Fólkaskúlanum, so fór eg niðan í Norðurlandahúsið við teirri miskunsomu ætlan, at hála áhoyraratalið upp á eitt tveysiffrað tal ella so. Ikki hevði eg hægri tankar um áhugan fyri rocklyrikki í almenna rúminum. Tí varð eg púra paff, tá hvør stólur varð tikin og Hanus byrjaði uppá slagið fimm og endaði akkurát sum hann segði, 55 minuttir seinni. Strammi ytri formurin og fría innihaldið, gekk í dag upp í eina hægri lýsandi eind, har vit vóru í Bíbliuni, hjá Honnuh Arent, Christiani Matras og Aldous Huxley. Og meðan tónleikurin baðaði rúmið og Hanus stóð afturá og fekk sær eitt glas av vatni og skoðaði

Anything is a mirror

Í dag læt upp framsýningin Anything is a mirror við málningum eftir Hansinu Iversen (f.1966) í Listasavni Føroya. Dánjal á Neystabø spældi á klaver og sang, innan Nils Ohrt, savnsstjóri, greiddi frá um framsýningina, bókina, sum Lisbeth Bonde hevur skrivað, og øll tey, ið høvdu hjálpt til og stuðlað. Nils Ohrt sigur í innbjóðingini, at føroysk myndlist er bara sløk hundrað ára gomul. - Av somu orsøk hava kvinnulig listafólk, sum jú hava gjørt vart við seg tey seinastu hundrað árini, havt ein nógv størri leiklut enn í longru og meira æruverdu listasøguni í øðrum londum. Arvurin eftir Ruth Smith og Elinborg Lützen heldur fram við fleiri gávuríkum yngri kvinnum, og her stendur málarin Hansina Iversen (f. 1966) á odda við sínum sterku og óvikiligu málningum. Mótsett flestu listafólkunum í síni samtíð knýtir Hansina Iversen seg til eitt so óføroyskt fyribrigdi, sum ta altjóða nonfigurativu listina, tað veri seg  ítøkiligu listina einumegin og abstraktu ekspressionismuna hinumegin.