Alt bendir á, at nú grør aftur um gangandi fót í einum av mongu vakstraløgunum, miðlunum, í Føroyum. Sosialurin er størri enn eg minnist hann at hava verið hesi seinastu árini, fyrsta Dimma er komin út aftur eftur húsagangin í fjør, Kringvarpið gav okkum ein frálíkan heimildarfilm úr Skopun í gjárkvøldið, í kvøld fara Konfekt-fýrarnir, sum eru í dekadentgyltum Elvisklædningum at spæla aftur við Gekkinum, og sunnukvøldið lovar Heini í Skorini, at vit fáa nakað gott at síggja í Sjá, sum er nýggja sjónvarpssendingin við trimum stavum, Sjá , sunnukvøld, aftur úr sama húsi. "Søgurnar eru her", sum heitið var á róligu og vælskipaðu sendingini hjá Suna Merkistein og Halli Thomsen. Kringvarpið tykist hava fatur á nøkrum nýggjum vælfunderaðum og produktiónsrættaðum, sum eg ikki havi varnast í áratíggju. Akkurát sum fyrr, at fokusera róliga inn á eitt viðkomandi øki ella persónssøgu. At hava tunguna mitt í munninum. At skapa eitt format . Tó eri eg ikki fegin um allar lagnusø