Skip to main content

Posts

Hank Williams er kongur

Navnið Hank Williams (1923-1953) gongur aftur, tá Petur Rouch í sendingini Rót og Rútmu hevur heitt á Oddbjørn Vágslíð, Hera Dam og meg sjálvan at velja 50 countrysangir, sum vit eftir ymsum fastsettum mátum halda vera teir bestu. Tjúgu av hesum sangum skulu vera alment viðurkendir klassikararir við kendum nøvnum. Hinar tretivu sangirnar brúkar Petur at krydda summarsendingarnar við, umframt at hann sjálvur eisini velur góðar sangir til bestu útvarpssending, sum trúliga verður send hvønn leygarmorgun. Hank Williams verður av flestum hildin at vera hornasteinur í nútímans rútmiskum tónleiki. Til Rót og Rútmu 16. august 2014 gjørdi Heri Dam henda top 20 lista við countrysangum: Patti Page...Tennessee Waltz. Kris Kristofferson...Sunday Morning Coming Down Merle Haggard...Okie From Muskogee Waylon &Willie...Mammas Don´t Let Your Babies Grow Up To Be Cowboys Lefty Frizzell...If You´ve Got The Money I´ve Got The Time Glen Campbell...Rhinestone Cowboy Jeannie C. Riley...Harpe

Fangahúsið er loysnin

Minnist ikki um tað var hjá Eyðbirni í realskúlanum á Oyrarbakka, ella tað var hjá Claus í studentaskúlanum, at vit lósu Den forsvundne fuldmægtig (1938) hjá Hans Scherfig mitt í 1970’unum. Bókin hevur í innihaldi slúkt meg meira upp enn umstøðurnar, tá hon varð lisin. Kom í tankar um hesa smábók í vavi, sum er so stór í innihaldi í morgun. Orsøkin var, at ein væl orðað kvinna var í Útvarpinum og fortaldi um hennara starv sum lærari í strangasta fongslinum í Noregi. Har fekk hon stundir at granska og har var málsetningurin, at ungu lógarbrótararnir skuldu fáa borgarligt dannilsi við eini miðnámsútbúgving. Úti í frælsa samfelagnum vóru ikki líkindi at lúka hesar treytir. Ivasama moralan hjá Amsted í donsku søguni hjá Scherfig um horva fulltrúan kom ljóslivandi fram fyri meg, sum sat eg á skúlabonki fyri 40 árum síðani. Fangahúsið er loysnin at fáa borgarliga samfelagið aftur á føtur.

Orðabókadagar

So eru aftur orðabókadagar, sum minna okkum á, hvussu gott tað er at kenna turt og skróvandi orðabókapappír millum fingrarnar. Upp og niður, stav fyri stav, síðu eftir síðu. Tað havi eg ikki gjørt í trý ár. Tí vórðu orðabøkurnar á loftinum dustutar at taka fram og blaða upp í, nú talgilda orðabókin hjá Sprotanum ikki riggar eftir FirstClass skipanini, sum allir skúlar í landinum brúka. Óheppið, tí skúlarnir byrjaðu í gjár. Til arbeiðis riggar alt, tí tann IP-adressan er á heimabeiti hjá Sprotanum, sum umsitur allar tær kendu pappírsorðabøkurnar í talgildum skapi. Men summi eru fegin um støðuna. Á Facebook síggi eg útbúnar lærarar skriva beint fram at Sprotin og bendarar í Námi oyðileggja føroyska málið hvønn einsta dag í árinum. Tí eru teir fegnir um, at henda tænasta ikki riggar at spilla málið. Hvønn dag. Eg eri í hinari grøvini. Gamaní kann eg skriva ein tekst uttan orðabók, men eg lati hann ikki frá mær uttan at hava hugt í eina orðabók eftir øllum ivamálum. Onkuntíð

Soria Moria slott

Í dag kom Soria Moria slott innan av havinum og stýrdi millum Stong og Eystnes inn á Skálafjørðin, hin longsta í landinum. Eitt ævintýr úr okkara egna veruleika er byrjað, men maðurin, ið slær grasið og rakar saman á Hvítanesi, letst eins lítið um vón og seyðurin á bønum.  Veruliga navnið á ævintýraslottinum er West Hercules, sum Statoil leigar í Norðuratlantshavi. Hetta er ein djúphavs boripallur, sum er smíðaður á Daewoo skipasmiðjuni í Geoje í Suðurkorea í 2008. Flaggið er úr Panama, klassin er Det Norske Veritas, eigari er Seadrill Ltd, har 7.900 fólk eru í starvi, og umsitari er North Atlantic Drilling í Hamilton á Bermuda.  Dagur og Vika upplýsti í kvøld, at 400-500 fólk fara at verða knýtt at rigginum , meðan hann er á Skálafjørðinum í seks vikur. Rúm er fyri 180 fólkum umborð. Á Skálafjøðrinum skal MEST skipa fyri at skrúvur og annað verður umvælt, innan riggurin heldur fram til Nýfundlands at bora í 18 mánaðir í Flemish Pass lægdini 500 km í ein landn

West Hercules í havsbrúnni

So sæst West Hercules í havsbrúnni. Havnameistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, er loðsur, nú borðipallurin skal inn á Skálafjørðin at verða umvældur. Tað er ikki hent áður. West Hercules hevur borðað fyri Statoil og eftir umvælingina, sum MEST stendur fyri, fer borðipallurin til Nýfundlands. Havnameistarin í Runavík sigur, at West Hercules verður sigldur inn á fjørðin og lagdur fyri íla útfyri Runavíkar havn. Samstundis heitir havnameistarin á skip og bátar, sum er í økinum, tá boripallurin fer ímillum oyggjar og um firðir, at taka atlit til støddina og manøvrumøguleikarnar hjá West Hercules ta løtuna, hann brúkar um at sigla av Eystnesi inn á Skálafjørðin. - Ætlandi verður West Hercules liggjandi á fjørðinum í nakrar vikur. Nógv umvælingararbeiði skal gerast, og nógvur flutningur verður ímillum land og boripallin hesa tíðina. Fyrstu tíðina verður serliga nógv kavaraarbeiði, tí er tað ógviliga umráðandi, at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá virkisøkinum kring um boripall

Italia ella ikki...

Í hesum teldutíðin er skjótt at síggja, hvørjar IP-adressur hyggja eftir hvørjum í ymsu leitiskipanunum á netinum. Í morgun veit heimsins størsta leitimaskina á ferðafólkaøkinum, Tripadvisor, at siga, at tað ferðamál, sum flestu føroyingar leita eftir, er Italia. Ovast er Riva del Garda í Italia, síðani Lindos í Grikkalandi og á triðja plássi er Peschiera del Garda í Italia. Men tað heldur Atlantsflog ikki. Tey hava akkurát flogið seinasta túrin til Italia. Finito. Kanska er tað sum á Facebook, at fólk bara sneyta, heldur enn at keypa. Og kanska er tað so, at internetið ger okkum til einki annað enn sneytarar, sum heldur sita heima, enn at fara út í Verðina. Restin fer so beinleiðis til Mallorka. Tað sigur iPhonin í morgun. Telefonin, sum byrjaði við at vera ein telefon, men í dag er óbrúkilig sum telefon, tí tað hoyrist ikki, hvat tú og onnur siga, ti telefonin er blivin ein spælimaskina. Sagt hevur verið, at internetið fór at broyta okkum. Og jú, einki er rættari enn at internetið

Vit skulu finna ein føroyskan drykk

Leif Sørensen hevur sett sær fyri at gera minst ein, helst fleiri góðar føroyskar drykkir. - Akkurát hvørjar, vita vit ikki fyrr enn fleiri royndir eru gjørdar. Men eyðkennið skal vera føroyskt, so drykkurin kennist sum serføroyskur, sigur Leif, ið arbeiðir í foodlab køkinum í iNova granskarasetrinum við Hoyvíksvegin í Havn. - Støðið verður tikið í plantum, men annars verður brúkt alt tað, sum kann hjálpa okkum at gera ein føroyskan drykk. Einki líknandi er gjørt í Føroyum áður, og tí finst eingin vitan um hetta, sigur Leif. Í juli 2012 var hann saman við øðrum føroyingum á rannsóknarferð á skotsku oynni Islay, sum er hin sunnasta í Innaru Hebridunum. - Vit prátaðu við plantufrøðingar og destillatørar, og fingu gott innlit í teirra arbeiði. - Arbeiðið hjá okkum verður fyriskipað soleiðis, at nógvar royndir verða gjørdar, fyri at kanna hvussu smakkur best fæst úr hvørjari føroyskari plantu. Vit kunnu spyrja, um til dømis hvonn verður best, tá hon er nýheintað? Ella gerst

Føroysk flora á fløsku í foodlab

Við Litfloruni í hondini hevur Leif Sørensen savnað føroyskar plantur og tarasløg, sum kunnu hugsast at verða brúkt í snapsi og mildum drammi. Granskingararbeiðið fer fram í foodlab køkinum í granskingarsetrinum iNova við Hoyvíksvegin í Havn. Granskarasetrið iNOVA varð tikið í nýtslu í juni í fjør. Her hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Niðanfyri er laboranturin og granskarin Tina Ziska komin inn í køkin hjá Leif at smakka dagsins úrdrátt. Her er litfagra arbeiðsborðið og nøkur av amboðunum hjá Leif Sørensen í morgun. Leif hevur verið norðuri við Gjógv og savnað apublómu í gjónni, og trøllakapar í haganum og fram við vegjaðaranum, og eisini gras og hoyggj, sum alt verður latið á fløsku og merkt eftir eini nærlagdari skipan. Eisini tari av ymsum sløgum verður kannaður og brúktur í royndini at finna ein føroyskan smakk. Kanningararbeiði krevur tíð og tol og nógva skráseting við køksb

Gjógv í sólsetri

Sólin stóð sterk og hvøss á filmsløriftinum við Gjógv í dag. Øll bygdin var ein náttúrubiografur í sterka seinrapartsljósinum. Í oktober í fjør var sýnið á sama biograflørifti hetta: Rusturin á skrellispannslokinum og í rukkublikkstekjuni á hjallinum spæla livandi millum veggja, og niðurfallin hoygghúsloft konstruera strammar grafiskar rípur upp móti reinu í luftini. Sama stranga grafiska litspæl er í bátadráttinum og trappunum oman og niðan í gjónni. Ovast í gjónni, omaná spælinum, sum dregur bátarnar niðan, hevur bygdaráðið gjørt eitt kaffipláss til ferðafólk. Við borðini er besta sýni yvir gjónna og bygdina. Setandi sólin teknar skuggan av myndamanninum mitt í bátinum niðri í gjónni.. Niðan frá kaffiplássinum ber til at ganga ein túr í hagan eftir eini uppmerkari gøtu og kanska enda í Ambadali. Vit fara ikki eftir hagagøtuni, men eftir gøtuni oman Bakka og út á lendingina, har brimið úr Djúpunum brýtur inn móti Flesjunum meðan Kallurin og Borgarin

Bara ikki her hjá okkum...

Tað var nú hugfarsligt, uppá tann feita mátan, sum tey siga í Útvarpinum, at hoyra hin altíð stuttliga stand up vertin í Degi og Viku tráspyrja formannin í Málráðnum um, hvussu Chile, Cabo Verde og Zimbabwe kunnu stavast á føroyskum. Eftir at hava fingið svarið, kemur annað breaking news innslagið í somu Degi og Viku. Tað er um fiskiloyvi úr Føroyum, suður í Kyrrahav og aftur til Føroya. Hugfarsliga staviroyndin í heimskunnleika, sum almannavarpið legði fyri við, er nú slept og sama redaktión hevur funnið tað minst føroyska heimskort, sum til er. Í reglugerð fyri Málráð stendur, hvussu ráð um mál kunnu fylgjast. Tey ráð hava beinleiðis adressu til Kringvarpið. Kringvarpið hevur einsini lógir at ganga eftir. Meir enn einaferð verður nevnt, at stovnurin hevur heilt serliga skyldu at hjúkla um móðurmálið. Míni ørindi eru ikki at siga nakað um at steina, tá ein býr í glashúsinum, sum kringvarpar. Nei, míni ørindi eru at spyrja, hví hevur Kringvarpið ikki eitt føroyskt heimskort?