Skip to main content

Posts

Einmansferðaráð úr Utah

Myndamaðurin omanfyri er Jon Armstrong úr Utah í USA. Her sæst hann á Tinganesi, har hann tekur myndir 9. juli í ár. Síðani hevur hann bloggað og upplivað landið í besta summarveðri. Jon er púra bitin av Føroyum. Í dag síggi eg, at hansara blogging um Føroyar fær hesa viðmerking frá vinfólki: 'You are a one-man tourism board for the Faroe Islands; I want to go!' Og tað man ikki verða av allari leið, at siga so, tí ferðamaðurin, ið var her saman við Matthew Workman, røkkur út til nógv fólk. Jon Armstrong hevur 250.000 followers á Facebook. Veit ikki um nakran einstakling ella felasskap, sum er so effektivur at náa út til so nógv fólk í einum boðum. Sig so tað at einstaklingurin ikki kann gera mun!

Toskur næstur

Herfyri sóu vit eskatologiska biograffilmin um Nóa . Men hesin ivasami filmur er nógv meira enn ein bíbliusøga. Til ber at síggja filmin og lesa søguna um Nóa sum eina áminning um burðardygd: og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum! Nú útlendingar koma higar at gera vart við sína ónøgd um blóðiga grindadrápið, sum í teirra landi ikki tekur seg væl út í 3D, hóast grindahagtølini neyvan nakrantíð koma í drepning, so er longu greitt, hvat veruliga álopsmálið hjá Greenpeace er. Tað er fiskurin í sjónum. Ja, fiskurin, sum hevur toskaskræðu, og so annar fiskur. Fiskur og fiskur. Myndin omanfyri er av Greenpeacebásinum á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober í fjør. Postkortið, sum eg haldi í hondini, fer um allan heim og vísir nýggja málið hjá innsatsleiðaranum í altjóða felagsskapinum, sum er skynsamur, og higartil hevur latið e

Bilaskot í Norðoyggjum

Eins vakrar og Føroyar eru á fjøllum, eru tær úr bilinum. Við fyrimynd í hugtakinum mug shot , har løgreglan tekur myndir av brotsmonnum, fari eg at finna uppá car shot , at taka myndir úr bili av tí, sum strýkur framvið. Bilaskot , fari eg at kalla tað, ein sóskinsdag í august. Men hvat gera fýra jólamenn úti í Klaksvík, tveir á Stórubryggju og tveir umborð á Jákup B? Klaksvíkingar eru ofta framarlaga, men eitt hálvt ár eftir álmanakkanum, tað visti eg ikki. Grundandi yvir hetta greiða framtak í sjóvinnubýi nummar eitt, koyri eg út eftir Faktorsvegi móti gomlu Norðborg, har Einar Kárasson einaferð lempaði salt, har Sjónám er í dag. Ikki Sjógæti ella Sernám, men Sjónám. Kann verða, at tey, sum í so títt bjóða seg fram at nýbranda og eyðmerkja stovnar og fyritøkur í so títt, hava lætt spæl at vinna pengar. Í so títt. Men úr nýlagda túninum á Sjónámi sæst nú beint inn á fjørðuna og neystini, har vit plagdu at spæla fyri 50 árum síðani. Tað broytist so ikki. Minnið um fjørðuna í K

Ein kulturfasistur leitar eftir COVE í Føroyum

Í dag fari eg at uppfinna eitt nýtt orð, sum eg aldri havi brúkt á blogginum: Kulturfasistur . Ja, tú læs rætt kulturfasistur . Orsøkin er, at eg havi lisið heimasíðuna og allar slóðir hjá Pamelu Anderson í morgun. Haðani skrivar hon stuttorðar stríðstekstir fyri Paul Watson. Pornofrúgvin Anderson er uttan útbúgving, men er eitt hent amboð hjá Malibugrannunum at knýta okkum til japansku grindadrápsmenninar í Taijivíkini, sum blivu brúktir, eyðmýktir og mannminkaðir í Oscarvirðislønta filminum The Cove , sum eg ummælti her á blogginum undir yvirskriftini At drepa dýr í loyndum . Lesið og blívið klókari, allir tit føroyingar, sum í bestu meining vilja dialog, gestablídni og samstarv við kulturfasistar. Her síggja tit, hvørjum tit, og sum frá líður vit øll, eru uppi ímóti. Óskúlaði, men fullblóðskulturfasisturin, sum uttan kontekst ella aðra vitan, tekur støði í bókini og stórbæru fotoframsýningini hjá Regini W. Dalsgaard 2 minuttir , skrivar soleiðis í dag: At this moment the

Syng, syng, syng

Flestu munnu verða samd um, at hæddarpunktið á ólavsøkuni er felagssangurin á midnátt, ein tíma fram í góðum felagsskapi. Tað heldur Magni Dalsgarð, sum teknar permuna á sangheftinum, helst eisini. Orsøkin er, at allastaðni, har føroyingurin kemur og fer, skal syngjast. Annan vegin er tað eitt vælsignilsi og hin vegin eitt forbannilsi. Sum altíð, ræður um at finna gylta millumvegin. At hugsa um høvið og endamálið hjá hesum skotrandi málbólki, harmoniskum eins og tónadeyvum. Fyri fimm árum síðani hátíðarhelt høvuðsstaðarkommunan fólkaræði í hundrað ár, har bæði høgur og lágur varð boðin við. Av sonnum eitt heiðurligt tiltak, sum kommunan tá setti í verk. Og longu árið fyri hevði Klaksvíkar kommuna sett sama evni, fólkaræði í hundrað ár, á føroyska skrá. So undirtøka er fyri fólkaræðisliga tankanum úti um alt landið. Og tað er tjóðin, sum eigur hátíðina, tjóðarhátíðina. Men tað er lítið fólkaræðisligt, tá høvuðsstaðarkommunan letur okkum hoyra eina og somu rødd syngja fy

Hummaraheimferð

Í kvøld kom Matthew Workman á gátt við 50 hummarum, sum hann hevði fingið frá vinfólki. Í morgin, hósdag, flýgur hann heim aftur til Oregon, umvegis Keypmannahavn og Chicago. Kløurnar eru tiknar av og bollin við hummarahalunum verður sett beint á borðið við lime og sitrón. Fesku hummararnir, sum eru úr Tangafirði, dygst við Flesjarnar, eru kókaðir spilllivandi í Himalaiasalti í ein minutt og seytjan sekund. So verða teir skornir og kryddaðir við pesto og hvítleykssmøri, og settir í ovnin, sum er 170 stig, í sjey og ein hálvan minutt. Tá umræður føroyskan hummara eru avtakaralondini fyrst og fremst Russland, Las Vegas í USA og Monako. Ein delikatessa afturvið góðum breyði og vatni. Manga takk, Matthew og vinfólk, og góða heimferð í morgin!

Ólavsøkan sett

Ólavsøkuaftan byrjaði við køldum borði í opnum húsum í Føroya fremsta privata listaskála, honum hjá Amariel Norðoy í Lambagerði 1. Hann hevur málarastovu í kjallaranum, men í restini av húsinum, bæði í neðra og í erva, ja sjálvt á vesinum, er besta savn av føroyskari myndlist, eg havi sæð. Sum til dømis Steffan Danielsen í baksýni omanfyri. Myndin niðanfyri er úr gongini hjá Amariel, og sýnir eftir mínum tykki besta úrval av myndlistini hjá Amariel sjálvum. So fara vit niðan í almenna skálan, Listaskálan, at skoða ólavsøkuframsýnignina hjá Listafelag Føroya, har Katrin í Gongini tekur ímóti við ársins gula liti. Kinna Poulsen hevur kuraterað ólavsøkuframsýningina, har 38 listafólk eru við. Her er Kinna avmyndað frammanfyri risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. Rannvá Kunoy, sum er úr Havn, men býr í London, tosar her við John Dalsgarð. Umframt at halda Sisu í hondini við svørtum neglum, hevur Rannvá trý verk á ólavsøkuframsýningini. Kinna gevur tjóðskapar- og kær