Skip to main content

Posts

Góðveðursdagur í Havn

Í dag hevur pollamjørkin lagt seg yvir Havnina. Tað er sum í San Franciscovíkini, har land møtir sjógvi og akkurát sami mjørki rullar inn av sjónum og einki kann verða so kalt sum ein summarnátt í San Francisco. Tað sigur Jennifer Henke, sum er hagani, men nú vitjar í Fuglafirði. Pollamjørki. Hon skrivaði í 2008 søguna um pápan, Hans Jacobsen, úr Fuglafirði, Saknaði sonurin , sum føroyska familian misti sambandi við í 1920'unum. Í 1997 var hon fyrstu ferð í Føroyum, fór at skriva søguna um pápan og skrivar javnan á egnu heimasíðuna . Eg skal møta Jennifer, sum er við í ferðaliðnum hjá Matthew Workman úr Oregon, ið rekur the Faroe Island Podcast , har hann hevur gjørt fleiri enn 200 sendingar um Føroyar. Her er Matthew avmyndaður í dag ytst á Tinganesi framman fyri fyrsta ferðabólkinum í The Nordic Obsession Tours . Men innan eg komi so langt skal eg ganga heimanífrá, har veðrarnir slota í mjørkanum og býarungdómar, sum kommunan hevur sett i summararbeiði, mála okkum g

Skjótari hann ferðast, minni kemur hann áleiðis

Havi summarferiu í tvær vikur, men illa gongst at lata vera við at kaga í gráa gerandisarbeiði. Men tað gerst í løtum saman við Tróndi Olsen (1879-1961), sum tíðarleysur ferðast úti í verð og skrivar, altíð við heimstaðnum í hugaligum baksýni. Til dømis í Venezia, har hann setur seg í náttlýsi at eta døgurða niðri í fjørðuni, meðan tað skvatlar heimakent upp millum stokkarnar, sum er gólvið. So fara tey umborð á Meteor , ið Tróndur lýsur sum systurskip Tjaldrið . Millum støðini, tey vitja, er býurin Sotji við Svartahav. Eftir kríggið er Tróndur Olsen í Noregi og koyrir við einum bilvini inn i landið at vitja bóndan í líðini . Meðan hugleitt verður um nýggj uppfinnilsi og nýggjar ferðamøguleikar, nú kríggið er av, kemur hann til hesa niðurstøðu: Undarligt við nútíðarmanninum: Skjótari hann ferðast, minni kemur hann áleiðis. Og í meðan duffar sluppin Westward Ho framvið. Hon er bygd í Grimsby í 1884 og kom til Føroya í 1895, tá Tróndur á Malarenda var sekstan. Hevði hann liva

Gesang der Jünglinge

Við kærleika, sum stóð skærur í luftini, framførdu tey bæði ungu, Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sjey brot úr nýggju LP plátuni Mítt navn við hondskrift . Lív hevur skrivað stuttprosa tekstin og Lasse hevur gjørt elektroakustiska tónleikin. Plátuhúsan gjørdi Hanni Bjartalíð í Steinprenti, har framførslan var fyri fullum húsum fríggjakvøldið. Jan Andersson, leiðari á grafiska verkstaðinum, bjóðaði vælkomin, sum hann so ofta fyrr hevur gjørt í hesum søguligu hølum í hjartakulluni á gomlu Havnini. Baksýnið hjá Tóroddi Poulsen er reytt og blátt. Sunleif Rasmussen, sum í 2002 fekk tónleikavirðisløn Norðurlandaráðins fyri fyrstu føroysku symfoni, Oceanic Days (1995-97),   greidd frá um hetta slag av tónleiki. Sunleif tók støði í týska Karlheinz Stockhausen (1928-2007) og høvuðsverkinum innan elektroniskan tónleik, Gesang der Jünglinge im Feuerofen (1956), har tónaskaldið setur saman upptøkur av menniskjansligu røddini og elektroniskt gjørdum ljóði.

Størri enn James Bond!

Eftir at amerikanski filmurin Heaven is for Real hevur gingið í Havnar Bio í eina viku, sigur Jákup Eli Jacobsen, biografleiðari, at 1300 føroyingar hava sæð filmin, og onkrar dagar í vikuni hava so mong sum 240 fólk sæð hann. - Tað eru fleiri seld atgongumerki enn James Bond megnaði og sama tal, sum Hobbin dróg í biograf eftir sama dagatal í fjør. Nú veldst um, hvussu leingi Heaven is for Real fer at ganga, og um hann fer at seta met, tá umræður nýggjar filmar, sum okkara viðskiftafólk vilja síggja, sigur Jákup Eli við BirkBlogg í dag. Heaven is for Real byggir á samnevnda søgu, ið er altjóða metsølubók um trúboðarahjún í Nebraska, sum missa fýra ára gamla sonin, sum tó livnar aftur. Eingin Norðurlendskur biografur vil vísa filmin, uttan Havnar Bio, sum við loyvi frá danska útleigaranum hevur fingið filmin beint úr USA uttan danskar undirtekstir. - Hann rakar nógv breiðari, enn eg helt, sigur Jákup Eli um Heaven is for Real . Áskoðararnir eru ein blandingur av vanliga

485.000 krónur til 9 filmar

Katrin Ottarsdóttir, omanfyri, fekk 100.000 krónur frá Mentamálaráðnum so hon kann gera spælifilin Ludo lidnan. Tað boðar Mentamálaráðið frá í dag, nú tað á fyrsta sinni nakrantíð eru settir pengar av á fíggjarlógini til film. Ráðið hevur stuðlað níggju filmsverkætlanum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er fegin um, at tað við hesum er brotið upp úr nýggjum á kreativa mentanarøkinum, og at serstaka játtanin til film nú kann vera við til at menna filmsøkið. - Við stuðlinum verður møguligt at fremja fleiri filmsverkætlanir, sum vit vónandi fara at síggja góð úrslit av, sigur Bjørn Kalsø. Stuðulin verður latin til hugskotsmenning, framleiðslu, útbreiðslu og liðugtgerð, sum alt eru týðandi tættir, tá filmar verða gjørdir, sigur Mentamálaráðið, sum upplýsir at tað vóru tilsamans 22 umsóknir, og av hesum fingu níggju stuðul, sum tilsamans er 485.000 kr. Stuðulin er latin til stuttfilm, heimildarfilm, teknifilm og spælifilm. Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru hesar:

Føroyskt í Woodstock

Her síggjast amerikanska Meira Blaustein longst til høgru og síðani føroysku filmsfólkini Sigga Vang, Sakaris Stórá og Dávur Djurhuus á skeiði í Norðurlandahúsinum fyri jól í fjør. Meira, sum í fjør var innboðin útlendskur limur í Geytadómsnevndini, skipar fyri The Woodsstock Filmfestival , sum á fimtanda sinni verður hildin í kenda tónleikastaðnum 15.-19. oktober í ár. Amerikanska vitjanin hevur nú borið ávøkst. Í ár verða tveir føroyskir filmar á skránni í Woodstock. Teir eru Terminal hjá Dáva Djurhuus, sum vann Geytan í fjør, og Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá, sum varð vístur í Berlin fyrr í ár. Tá Meira Blaustein vitjaði Norðurlandahúsið í fjør, hitti hon bæði Bjørn Kalsø, landstýrismann, og Poul Geert Hansen, aðalstjóra, í Mentamálaráðnum. Fyrstu Geytavirðislønina vann Sakaris Stóra fyri filmin Summarnátt . Í fjør grundgav Geytadómsnevndin soleiðis fyri at velja filmin Terminal hjá Dáva Djurhuus: Eins og í fjør, tá ið fyrsti Geytin varð latin, hevur nevndin grunda

Hondskrift á plátu

'Mítt navn við Hondskrift' er ein verkætlan, sum fevnir um upplestur, tónleik og myndlist, ið nema við londini Føroyar, Danmark og Finnland. Í tíðindaskrivi frá Steinprenti verður greitt frá um plátuframløguna, sum verður fríggjakvøldið klokkan átta: Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út eitt avmarkað upplag, 80 eintøk, av LP-plátuni Mítt navn er Hondskrift á 180 grams vinyl, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum. Tónleikurin er upptøkur av rødd, realljóðum og gittarmodulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Ráupptøkurnar eru gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø. Lasse Thorning Jæger, sum hevur gjørt tónleikin, lesur elektroniskan tónleik og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og er búsitandi á Fanø. Tekstirnir hjá Lív Mariu Róadóttir eru 10 stuttprosatekstir á føroyskum, sum hava staðið í Vencil . Lív er mag. art. filoso

Túnatos og nýggju tíðindafólkini

Karina Jákupsdóttir skrivar: Meðan prentmiðlar fána burtur, koma alsamt fleiri tíðindaportalar, og sosiali miðilin Facebook er nógv brúktur millum føroyingar. Tíðindagreinar og dulnevnd lesarabrøv verða í størri mun smærri viðmerkingar, tí tær eru knýttar at eini Facebook vangamynd. Tað, ið fyrr var óskrivað, verður talgilt og sjónligt fyri flest øll. Tíðindi og kjak verða flutt á netið, har alsamt fleiri hava atgongd og kunnu siga sína meining tá tey vilja, um tey vilja. Politikkarar, journalistar, bloggarir og aðrir samfelagsborgarir kunnu lætt og snildisliga fáa ávírkan, men tað er vert at vera sera ansin, til dømis tá okkara løgmaður setur ein alt ov privatan dám á Facebook. Hetta vóru nakrar av staðfestingunum í míni bachelorritgerð á University of Sussex, ið snýr seg um, hvussu sosialir miðlar ávirka føroyskan tíðindaflutning og kjakmentan. Umframt skjalasøvn og bókmentir, bygdi kanningin á 14 samrøður við føroyskar journalistar, bloggarar og aðrar borgarar í aldrinum 2

Svanur á bønum

Hóast grátt og samandrigið í Múlavík á Eiði, var tað sum gula sóljuljósið breyt sær slóð upp úr undirjørðisku flágunum, tá hugt varð yvir í Gjógv. Og í Múlavík sóust fremmandir hvítir hálsar í brekkuni. Fyrr varð sagt, at svanir bara sóust um várið og heystið. Men seinastu árini hava svanapør fingið ungar niðri á Vatni á Eiði. Í 2008 sóust tveir ungar, árið eftir sjey og í sunnudagin taldi eg fimm ungar í Múlavík, meðan ein maðkapirra kastaði seg á vatninum. Eitt annað par hevur fingið tveir ungar og onkur vil vera við, at ungarnir hava verið enn fleiri enn teir, ið síggjast fram við Vatninum í dag. So her grør um gangandi fót í síða grasinum. Svanurin er størsti fuglur, ið verpur í Føroyum. Á undirvísingarportalinum hjá Námi, Snar , stendur at lesa á Fuglavevinum , at svanurin toyggir hálsin fram úr sær, tá ið hann flýgur, og flýgur við sterkum og seigligum flogi. Tá ið hann svimur, hevur hann hálsin beint upp og niður, og tá ið hann fer á flog, fer hann stórleypandi ef

Ævintýrið var bara 100 km burtur

Á blaðsíðu 50 í komandi atlasinum hjá Námi er teknað eitt oljukort til skúlabrúks, sum vísir støðuna á føroyskum øki hin 1. mai í ár. Tað er fyrstu ferð, at viðurskifti viðvíkjandi leitiboringum og leitimiðum eru sett á eitt og sama kort av hesum slag. Samstundis ber til at síggja, hvussu tætt at landi boringar eru, og fáa ein varhuga av, hvussu eitt møguligt oljuævintýr kundi tikið seg upp í einum føroyskum veruleika beint nú. Eisini síggjast týðandi oljufundir bretsku megin markið. Hesi marknaviðurskifti verða lýst í øðrum nýteknaðum føroyskum kortum í atlasinum. Ole Wich teknaði kortið omanfyri eftir upplýsingum og vegleiðing frá Jarðfeingi, Jan Müller og Eli Lassen. Atlasið, sum kemur út í november, telur 248 blaðsíður.

Til lukku, Marjun!

- So ynskja vit Marjuni til lukku við flotta HF-próvnum og við føðingardegnum, við tøkk fyri blíðskapin og høvið at møta tínari familju. Takk fyri og blíðan byr í øllum tí, tú velur!