Skip to main content

Posts

Showing posts with the label virðisløn

Til lukku Eivør - og Afganistan!

Eivør vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum í kvøld varð handað í Keypmannahavn. Til lukku við henni, virðislønini! Virðislønin er tó minni verd enn hon, sum Sunleif Rasmussen fekk fyri skjótt tjúgu árum síðan. Tá fekk Sunleif 350.000 krónur, meðan Eivør eftir øll hesi ár bara fekk 300.000 krónur. Ótroyttiliga Eivør, um er á konsertferð við føroyskum orkestri, takkaði á enskum. Norðurlendska dómsnevndin grundgav soleiðis á donskum: Nordisk Råds musikpris 2021 går til Eivør Pálsdóttir fra Færøerne. Eivør Pálsdóttir har skabt en enestående karriere siden hun, nærmest flyvefærdig, debuterede på den musikalske scene i sit hjemland, Færøerne. Hun er en gudsbenådet musiker med en smuk sangstemme og en fremragende guitarist. Med sit altomfattende sceniske nærvær har hun betaget musikelskere over hele verden. Hun udgav sit første eponyme album i år 2000. Det er en folk/jazz-agtig affære, og siden da har hun arbejdet med en bred vifte af genrer, blandt andet støjrock, country, ek

Til lukku Skál!

Føroyski heimildarfilmurin Skál hevur vunnið sína fyrstu virðisløn, New Nordic Voice fyri heimildarfilm, á árligu filmstevnuni Nordisk Panorama, sum fyrr ferðaðist, men nú hevur funnið frið í Malmö, har hon hevur verið í 32 ár, filmstevnan.  Til lukku! Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum: This excellent film is simply full of beautiful moments between two young people who express themselves through music and poetry. This film is the purest expression of a cinematic idea, and it has a wonderful spirit of freedom and love. Mær dámdi væl filmin, tá eg sá hann í Havnar Bio saman við fulsettum sali. Tað var ein heilt serlig uppliving, sum aldri kemur aftur. Tað er bara í heimligum biografum, at tílíkt sæst, hoyrist og merkist. Tí er tað, at filmar skulu síggjast í biografinum.  Vónandi fáa framleiðararnir sítt burturúr, tá filmurin nú kann stroymast á Filmstriben eins og hann kundi frumstroymast á CPH:DOX. Tí nú er hann deyður í biografinum. Tað haldi eg vera spell. Eisini at ein filmur, i

Jens Kjeld-Jensen fær umhvørvisvirðislønina

Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. H

Abiy Ahmed fær friðarvirðisløn Nobels

Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco Seco Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda. - Da han ble statsminister gjorde han det klart at han ønsket å gjenoppta fredssamtaler med Eritrea. I nært samarbeid med Eritreas president jobbet han ut utgangspunktet for en fredsavtale, som de senere signerte, segði forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen. Eritrea verður nevnt 21 ferðir í Atlasinum hjá Námi sum kom í 2014, millum annað á blaðsíðu 133, sum sýnir Norðurafrika. Her er eitt klipp av teirri síðuni: bls 133 í Atlas til heim og skúla (Nám 2014) Abiy Ahmed, sum er 43 ára gamal, er yngsti ríkisleiðari í Afrika. Hann hevur verið forsætisráðharri í Etiopia síðan í

Ikki fyrr enn tá - er vinnarin!

Oddfríður Marni Rasmussen vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Heitið á skaldsøguni er Ikki fyrr enn tá . Vinningurin er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við forlagið Sprotan. Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi: Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn - hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli. Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur - alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið

Bárður Oskarsson fær virðisløn

- Myndabókin Træið  (Træet, Forlagið Torgard, 2018, umsett av Hugin Eide), eftir føroyska høvundinum, Bárður Oskarsson, vinnur Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 2018. Soleiðis varð kunngjørt í Operuni í Oslo í gjárkvøldið, tá svenski høvundurin og myndprýðarin, Gunilla Bergström, handaði virðislønina, sum forleggjarin hjá Bárði, Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tók ímóti. Bárður Oskarsson fekk hesa grundgeving frá norðurlendsku dómsnevndini: "I en tid där allting tycks öka i tempo, har vi valt att belöna en berättelse som vågar ta sin tid. I en verklighet där vi ständigt bombarderas av intryck, har vi valt ett verk som använder få ord och enkla bilder till att presentera en både glad och djupsinnig berättelse. Verket utmärker sig genom både en hög konstnärlig nivå och en stor tillit till läsarens förmåga att förundras och tänka själv. Två vänners samtal lämnar efter sig frågan om det går att vara tillfreds med andras erfa

100.000 til film

Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, boðar nú frá hugskotskapping at gera film, telduspæl ella app. - Einasta kravið er, at tilfarið skal vera føroyskt og hava sum endamál at menna føroyska málið hjá teimum minstu børnunum, sigur Gunvør, og leggur afturat, at endamálið er at geva børnunum ein møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, at tað stuðlar undir máltøku og málmenning hjá smábørnum. Umframt 100.000 kr til sjálva verkætlanina fær vinnandi uppskotið 30.000 kr og næstbesta uppskotið 15.000 kr. frá Tórshavnar kommunu. Hinir nevndarlimirnir í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu eru Turið Horn og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, og Heðin Mortensen og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum. Myndirnar tók eg, tá Gunvør handaði Áskoðaravirðislønina á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum sæst niðanfyri, fekk virðislønina fyri stuttfilmin Maðurin við blæuni .

Gulldrongur

Silvurdrongurin, 27 ára gamli Trygvi Danielsen, er nú Gulldrongurin. Leygarkvøldið vann hann Geytan við filminum 111 góðir dagar. Trygvi er virkin á mongum pallum, hevur givið út tónleik í LP formati á vinyl við The Absent Silver King, sum vann Sement kappingina í 2013, og hevur havt yrkingar og stuttsøgur í bæði Vencili og Varðanum. Í januar í 2014 fekk hann almennu virðislønina, sum mentamálaráðið letur ungum listafólki. Eftir at allir níggju filmarnir vórðu sýndir, valdu áskoðarnir í Norðurlandahúsinum tann filmin, ið teimum dámdi best. Tað gjørdist 20 ára gamla Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum fekk hendan heiðurin fyri filmin  Maðurin við blæuni . Fyrsti Geyti og Áskoðaravirðisløn vóru latnar í 2012. Hetta er sætta ferðin, at hin karismatiski og vælupplagdi Finnur Koba var vertur. Vit kenna hann úr Páll Finnur Páll og úr Kringvarpinum, síðst sum vertur í stuttu og greiðu mentanarsendingini lyst hvørt fríggjakvøld. Í grundgevingini, at geva Trygva Danielsen

Fær Vinterbrødre eisini Bodil-virðislønina?

Bing og Grøndahl hevur gjørt Bodil-standmyndina (Foto: Povl Thomsen) Filmurin Vinterbrødre (Hlynur Pálmason) er aftur í uppskoti at verða kosin besti danski filmur, tá Bodil-virðislønin verður handað leygarkvøldið 17. mars kl 19 í Folketeatret í Keypmannahavn. Filmsfelagið vísur filmin í kvøld, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina, ið er almenn. Umframt at Vinterbrødre í fleiri førum er í uppskoti, er En frygtelig kvinde , sum Filmsfelagið vísur 7. mars, eisini í uppskoti at fáa Bodil-virðislønina í ár. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina, ið er ein upptakt til kvinnudagin, og tekur støði í, hvussu menn síggja "okkum", tað er kvinnur. Bodil-virðislønin, sum er nevnd eftir sjónleikarunum Bodil Ipsen (1889-1964) og Bodil Kjer (1917-2003), er hin elsta í Danmark. Báðar fingu Bodil-virðislønina fýra ferðir, Bodil Ipsen m.a. sum Gunhild í Føroyafilminum hjá heimsis elsta framleiðslufelag, Nordisk Film,  Tro, håb og trolddon í 1960. Tað eru virkandi filmsum

Vinterbrødre er ársins filmur

Ársins danski filmur, hin besti í ár, er Vinterbrødre . Tí fær hann í kvøld Robert-virðislønina. Ikki nóg mikið við tí. Leikstjórin, Hlynur Pálmason, er kosin hin besti í ár. Fyri Vinterbrødre , sum er hansara fyrsti spælifilmur í fullari longd, fær hann Robert-virðislønina. Filmsfelagið vísur  Vinterbrødre  mikudagin 7. februar í Havnar Bio, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina. Fleiri Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre . Elliott Crosset Hove fekk virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklutin, og fotografurin, Maria von Hausswolff, fyri besta foto. Ikki færri enn níggju Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre . Amanda Collin fekk Robert-virðislønina fyri kvinnuliga høvuðsleiklutin í En frygtelig kvinde , sum Filmsfelagið vísur í Havnar Bio 7. mars. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina. Sami filmur fekk eisini Robert-virðislønina fyri besta upprunahandrit. Fyrsta Robert-virðislønin varð handað í 1984. Hon er nevnd eftir sjálvlærda listamanninum Robert

Barbara í Gongini fær Mentanarvirðisløn Landsins 2017

Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greitt á almennum tiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr. Ein dómsnevndin ger av, hvør fær virðislønina. Í dómsnevdini eru Martin Næs, Katrina í Geil, Archibald Black, Oggi Lamhauge og Knút Háberg Eysturstein. Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis: Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiði