Skip to main content

Posts

Showing posts with the label minningarorð

Eyðun Johannessen (1938-2023)

Ein kempa í mentanarlívinum í Havn er farin. Onkuntíð krossaðust okkara vegir, og eg havi loyvt mær at klippa úr nøkrum av teim egnu tekstum og bloggum, har Eyðun tók til orðanna, varð siteraður og umrøddur. Og avmyndaður. Undir yvirskriftini ”Eyðun áttati” varð tikið saman um stovnanina av Filmsfelagnum í 1962: Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins. Í 2015 hevði eg samrøðu við Katrina Ottarsdóttir fyri blaðið hjá Atlantic Airways, har yvirskriftin var “Eg eri nústani byrjað”.  Undir millumyvirskriftini Við Eyðuni til Cabaret , sigur Katrin soleiðis í samrøðuni: “Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá

Franski meistarin Godard farin, 91 ára gamal

Filmur, sum vit kenna hann í dag, bleiv til í París um jóltíðir í 1895, tá brøðurnir Auguste og Louis Lumière fyri gjald við dyrnar vístu film fyri fjøruti fólkum uppá eitt lørift í Grand Café í Boulevard des Capucines við Operuaplássið mitt í býnum.  Seinni bleiv Hollywood stóra miðstøðin fyri filmsgerð, stjørnum og makfullum framleiðarum, kanska tí at Hitler gjørdi tað trupult hjá listarfólki at arbeiða í Evropa. Í listarliga oddinum vóru tó javnt og samt fronsk nøvn, sum málarasonurin Jean Renoir og leikarin Jean Gabin í 1930’unum, og teir báðir Marcel Carné og Jacques Prévert, sum undir krígnum gjørdu meistaraverk, ið fingu frámerkið poetisk realisma. Í 1959 tók nýggja franska filmsbylgjan, La Nouvelle Vague, seg upp við Jean-Luc Godard, François Truffaut, Claude Chabrol og Alain Resnais sum teim sjónligastu. Fyrsti filmur hjá Godard var ”À bout de souffle” við Jean-Paul Belmondo, sum bleiv ein darling í biografunum í Havn.  Franska bylgjan, sum bygdi á italska neorealismu, kveikti

Gunnar Hoydal farin

Í gjár frættist, at Gunnar Hoydal er deyður, 79 ára gamal. Farin í annað ljós, sum tað er vorið vanligt at siga, eftir at Petur Rouch gav hesi málisku hevd í eini gerandisligari útvarpssending leygarmorgnar. Gunnar var Føroya fremsti stílistikari í teksti, óansæð hvat formatið var. Tað kundi vera essay í bløðunum, umsetari av Harry Potter, kommunalur fundarskrivari, heiðurskrýndur rithøvundur, sum Fay Weldon lovprísað, tá Listastevna Føroya var, og sjálvur búgvi eg í húsum, hann hevur teknað og lagt í lendið. Og tá býlingurin fylti runt, varð yvirskriftin fyri minnisgreinar hjá búfólkum tikin úr einasta yrkingasavni hjá Gunnari. Tað var eins klárt tá, sum tað er nú. Umframt at vera býararkitektur, var hann skrivari í nevnd, sum um túsundáraskiftið defineraði kommunalan mentanarpolitikk, hann stuðlaði Filmsfelagið í einum og øllum, og hann fann uppá at hátíðarhalda fólkaræði í kommunalari funktión, tá hundrað ár vóru umliðin. Síðst okkara leiðir krossaðust var á Lágargarði. Púra klárur

Lissy eisini farin

Her er danska Lissy Bellaiche, sála, og franski maðurin hennara avmyndað á filmstevnu í Lubeck í 2013. Hóast eg havi møtt henni síðan, varnaðist eg ikki, at hon varð vorðin sjúk av demensi og doyði av krabba í mars í ár. Í kvøld fer dótturin, Michèle, at hava sending í TV2 um mammuna og heilasvinn. Sendingin kallast Når hjernen svigter . Lissy Bellaiche starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen, sum eisini er farin, var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatur á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Tá eg fyri fimm árum síðan tók myndina omanfyri starvaðist Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film. Árið eftir var hon í Cannes sum søluumboð fyri kovboyfilmin hjá Kristian Levring The Salvation . Ærað verið minnið um Lissy, sum Filmsføroyar nutu so gott av í áttatiárunum. Takk fyri!

Fremsta countryrøddin tagnað

Í gjár, longsta dag, frættist at Alex Bærendsen varð deyður í arbeiðsvanlukku á Tvøroyri bara 55 ára gamal. Skjótt er um at fara, tí dagin fyri hevði hann ynskt mær til lukku við føðingardegnum.  Here Today and gone Tomorrow  sum ein countrysangur sigur. Tað slagið av tónleiki, sum er so framúr, tí ikki er bannað, at eisini menn vísa kenslur, kenslur, sum í øðrum tónleikaformum í besta føri eru innantómar emblematiseringar, sum onkur gevur tær í næsarnar ella á armarnar fyri pengar, at siga, at tú hoyrir til ein tulkingarfelagsskap, men her eru ektaðar og í synch við lurtaran, sum fyrst og fremst er arbeiðarin. Gerandissøgur til verkamannin, oftast í einum gudfryktigum ljósi, og tá tær eru bestar, sagdar við listarligum einfeldni, Three Chords and the Truth  og einki annað, sum Harlan Howard, fremsti plátu- og sangyrkjari eftir Hank Williams, segði fyri hálvari øld síðan. Røddina átti Alex sum fáur, kanska eingin annar á okkara leiðum. Myndirnar tók eg kvøldið fyri stytsta dag í rey

Miloš Forman deyður, 86 ára gamal

Miloš Forman á filmstevnu í Karlovy Vary í Kekkia í 2009 (Foto: Pétr Novak) Í gjár andaðist tjekkiski filmsleikstjórin Miloš Forman í USA, 86 ára gamal. Tað skriva kekkiskir miðlar við konuni, Martinu, sum keldu. Síðan hava allir vesturlendskir miðlar og tíðindastovur borið tíðindini. Seinastu árini hava eyguni bilað og ikki bar til hjá Forman at gera film. Hann andaðist heima í Warren, Connecticut. Í 1967 var hann í uppskoti at fáa amerikansku Oscarvirðislønina fyri besta útlendska film, Brandamenn í eldi , úr Kekkia. Greitt var, at filmurin var ein hvøss og atfinnandi viðmerking til politisku støðuna í heimlandinum beint tá. Hann gjørdi sjey filmar í Kekkia, sum blivu forbodnir, innan hann í 1968 flýddi til París og árið eftir til USA, har hann búsetti seg og gjørdist ríkisborgari í 1977. Tílsamans nítjan filmar hevði hann fingið frá hondini, nú hann andaðist eftir stutta sjúkralegu. Kendasti filmur hann gjørdi, er One Flew Over the Cockoo’s Nest (1975) við Jack Nicholson í

Mona Jensen (1945-2017)

Fyrrverandi stjórin í Norsk Filminstitutt, Jan Erik Holst (f.1949), sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í filmsørindum, m.a. at vísa  Selkvinnen (1953), skrivar í dag minningarorð um donsku Monu Jensen, sum andaðist í farnu viku. Omanfyri síggjast tey bæði á norðurlendskari filmstevnu í Lubeck í áttatiárunum. Niðanfyri er Mona avmyndað í Cannes í 1992. Síðan 1984, tá Filmsfelagið fór til verka, vóru Mona Jensen og eisini Michael Rasmussen úr Silkeborg, sum tá var lærari á Føroya Læraraskúla, teir dyggastu stuðlarnir at fáa listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum higar at vísa í Leikhús Bio og Havnar Bio, og eisini at hýsa sjeyndu almennu norðurlendsku filmsstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl í 1989. Tað var við hetta høvið, at Katrin Ottarsdóttir frumsýndi  Atlantic Rhapsody fyri eini altjóða áskoðarafjøld, og kom í Variety og alla ta altjóða filmspressuna, og fekk í november fyrstu virðisløn í Lubeck fyri filmin. Niðanfyri sæst Mona Jensen l

Umberto Eco

Í 1984 varð Filmsfelagið endurstovnað og fór at vísa film í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nevndin legði eina skrá, har serliga læraraskúlalærarin Michael Rasmussen hevði góð útlendsk sambond, so vit kundu síggja eitt breitt úrval av nýggjum og gomlum filmum, ið nøktaðu vetrartørvin hjá lokalum cineastum . Ole Wich og Ole Jensen, sum høvdu Kubus teknistovuna í Dr. Jakobsens gøtu, gjørdu eina prentaða skrá, sum eisini varð plakat, ið varð løgd saman og send limunum í brævi við nýteknaðum frímerki. Í 1989, tá norðurlendsk filmstevna var í øllum býnum og fyrsti føroyski biograffilmur, Atlantic Rhapsody , varð vístur í Norðurlandahúsinum, vóru 1200 limir í felagnum, sum helst er tað mesta uttanfyri ítróttaverðina. Minnist at eina av ídnastu biografgangarunum, serliga til italskan film, var Janus Kamban. Ein av mest spektakuleru filmunum frá hesi tíðini var Rósunnar navn (1986), ið bygdi á kryptisku søguna hjá italska Umberto Eco, sum doyði í gjár, 84 ára gamal. Tí hesi orð. Árni Dahl site

Skúlakavi

Hoyr tekstin lisnan upp her So var skúlakavi aftur. Kalt og ein kontemplativ løta. Í stilla kuldanum at hugsa um minnismentan og nøvn, sum gjøgnum eitt heilt lív sleppa at gera okkum mun. Hví er tað so, at tað fjarasta kenna vit best? Er tað natúrliga perspektivið, ella er tað tí, at tann parturin av útinnandi føroyskari mentan, sum ikki er á fornminnissavni, er so tungur at reka, at einki annað er, enn tað útlendska, ið lættliga kann leggjast undir nálina, sæst og hoyrist aftur, á ein hátt, sum ger mun? Givið er, at flestu okkara kenna fleiri sangir hjá Bowie, enn tekstabrot hjá Heinesen og øllum hinum tilsamans. Ella eri tað bara eg, sum haldi tað? Haldi, at her er ein heimligur formidlingstrupulleiki, hóast nøkur eru, ið hvønn dag gera nógv, sum sæst aftur á føroyskum, Sprotin er tað navn, ið fyrst poppar upp í kavanum. Men við heiðurskrýnda mentanarfrámerkinum, andlát , eru ikki færri enn fýra uppsløg um Bowie á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tað síggi eg á morgunfonini í ka

Husk du er en dødelig

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu, við at trýsta á hesa slóð Soleiðis segði søgulærarin fyri fjøruti árum síðani. Husk, du er en dødelig . Hann var føddur í eini tíð, tá skúlakommisjónin var nærri Gudi enn í dag. Einki kann sum bráðkomin stjørnudeyði fáa okkum at minnast tyktandi orðini hjá gamla læraranum Husk du er en dødelig . Soleiðis teskaði trælurin í oyrað á kappanum, sum í sigursrúsi reið inn í Forum Romanum. Husk du er en dødelig . Frá skúlaborðinum sá eg teir fyri mær á sandinum, reiðmannin og trælin, í gylta himmalvogninum, meðan brúgvin um Streymin enn var í gerð. Husk du er en dødelig skrivaði hann í sandin hesumegin. Hinumegin regnaði. Lukkutíð eru tey ættarlið, ið vuksu upp við rockstjørnum, sloppin fram at mikrofonunum í almannavarpinum. Tað hoyrdist um vikuskiftið, tá Lemmy og Bowie vórði mintir. Hóast ein privatur blaðstjóri í dag kunngerð, at hann vil aftur til andlátini, sum livandi pennar skriva til sín sjálvs, og hansara egna blað kroysti seinasta b

Livandi sendingar

Kári Sólstein avmyndaði teir báðar vertirnar, Høgna Djurhuus og Una Leitistein Hansen, sum við tveimum Jack Daniels sendu beinleiðis úr studio 5 í Útvarpinum í dag Hoyr tekstin lisnan her Í morgun varð fólksins rødd, Also , at hoyra í nýggjum hami. Roynt varð at senda beinleiðis, eins og sendingin higartil hevur lagt upp til - beinleiðis prát saman við lurtarum, innan klassisku leygarmorgunsendingina Rót & Rútmu , sum vælfyrireikað altíð er í eygnahædd við lurtaran. Ikki tí, Also hevur í sínum uppleggi lætst at vera beinleiðis og óklipt. Tað er náttúran og styrkin í hesum formati, slagi av sendingum, at tær eru í beinleiðis sambandi við lurtaran in real time , her og nú. Í morgun hepnaðist væl at rætta upp á henda miss ella skeivleika í sendingini, at fáa prógvaða lurtarakontakt, ið styrkir um sendingina og kanska krevur eitt vet meir at vertinum og innbodnu gestunum, at teir ikki fjanta ov nógv og blíva ov populistiskir. Tað er ábyrgdin hjá vertinum at byrgja upp f

Inge Knutsson er deyður 67 ár

Í morgun ger Tóroddur Poulsen vart við, at svenski týðarin Inge Knutsson er deyður, 67 ára gamal. Farin úr tíðini, sum sviar siga. "Ein norðurlendskur meistari er farin", skrivar Kristianstadsbladet , sum Inge í mangar mátar var partur av, eisini sum mentabloggari. Mentablaðstjórin Sune Johannesson skrivar leygardagin: ”Hans engagemang stannade inte vid enskilda titlar, i mina ögon var han alltid en förnämlig ambassadör för att föra in litteraturen från till exempel Island och Färöarna till vårt land. Jag ser än idag ingen som språkligt kan konkurrera med honom. En mästare.” Í september 2013 hitti eg aftur Inge og sonin Esbjörn á bókamessu í Svøríki. Tá tók eg myndina omanfyri. Eins og pápin fæst sonurin við bøkur. Teir hava báðir vitjað í Føroyum og Inge, sum var bókmentafrøðingur, hevur umsett nógv, eisini yrkingar hjá Heðini Klein, til svenskt, sum aftur eru fluttar í enskt mál, m.a. í útgávuni Modern Scandinavian Poetry 1900-1975 . Inge týddi úr íslendskum, før

Ebba Hentze er deyð, 84 ára gomul

Í gjár 20. mai andaðist rithøvundurin, týðarin og hvassi mentanaraktivisturin Ebba Hentze, 84 ára gomul. Omanfyri er hon avmyndað á Heystframsýningini í 2010 saman við Fríðu Matras Brekku. Sjálvur slapp eg inn í lívið og gerandisdagin hjá Ebbu, tá hon fyrst í telefon, og so á gøtuni kommenteraði eina útvarpssending eg hevði havt í 1996. Evnið, sum upptók hana svárt, var happing. At koma fremmand, ættleidd, til eina bygd, har happing varð dyrkað og sett í system av vaksnum fólki, sum børnini tóku til sín og lótu liva víðari í mýru og muru. Eftir at hava skáksiglt eina løtu á terrassuni heima í Tórsbyrgi, beyð hon mær oman í C. Pløyensgøtu, at tosa um hetta og lívið annars. Eg skuldi hava bandupptakara við, og so skuldi eg fáa eina kalda Tuborg. Tað bleiv til eina sending á Vetrarbreytini í januar 1997. At koma inn á gólvið hjá henni var ein seremoniur, ið var væl fyrireikaður eftir drúgvar kanningar. Einki til tilvdarligheitirnar, altíð research og radaran for frá. Men afturfyri kra

Ársins Miðlavirðisløn til tveir stuttfilmar

Hetta er Ársins Miðlavirðisløn 2014, sum felagsskapurin LGBT á fyrsta sinni letur. Móttakarin er Sakaris Fríði Stóra fyri filmarnar Summarnátt og Vetrarmorgun . Á ársfundi í Perluni í kvøld grundgav felagsskapurin LGBT soleiðis fyri at geva honum Ársins Miðlavirðisløn: Henda virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBT'arar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum. Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vón

Seamus Heaney farin

Írska skaldið og Nobelvinnarin Seamus Heaney er deyður eftir stutta sjúkralegu á sjúkrahúsi í Dublin, 74 ára gamal. Kanska størsti yrkjari í okkara tíð, í hvussu er hin størsti at vitja Føroyar. Tá Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommuna og onnur skipaðu fyri Listastevnu Føroya, var hvørt ár roynt at fáa hann higar at lesa og í 2005 bar til. Hann kom ikki higar at lesa, men at deila,  to share , sum hann segði um írsku og gælisku framførsluna, The Poet and the Piper , í Norðurlandahúsinum saman við floytuspælaranum Liam O’Flynn. -This is not a show but a sharing, segði hann, hetta er ikki eitt sjov, men ein løta at vera saman um. Seinni um kvøldið skipaði Amnesty International fyri móttøku í Gamla Meiarínum. Seamus Heaney man teljast millum størstu høvundar, ið hava vitjað her á landi. Tað hepnaðist altíð væl at finna samsarvsfelagar at stuðla uppundir Listastevnurnar og at gera vart við tilstundandi tiltkøk. Til júst hetta høvið í 2005 týddi Alexandur Kristiansen “Mýridrotning” (Bog Q

Seinasta sigarettin

Emil Juul Thomsen er deyður, 96 ára gamal. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað, vóru Kinna Poulsen og eg og vitjaðu Emil, at velja millum teir mongu málningar av Steffan Danielsen (1922-1976), sum hann átti. Eftir at hava skoðað allar málningarnar inni hjá Emili 20. apríl 2009, vórðu seytjan málningar eftir Steffani valdir til framýningina Nólsoyarmálarin , sum lat upp á Látrinum á ovastevnu, 16. august 2009. Saman við John Dalsgarð gjørdi Kinna bók um Steffan, sum kom út sama heyst á forlagnum hjá Emil Juul Thomsen, Bókagarður. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, endaði setanarrøðuna á Látrinum henda dag í 2009 við hesum orðum: Listamaðurin sjálvur hevur ikki verið millum okkum í 32 ár, og 28 ár eru liðin síðani myndir hjá Steffani Danielsen síðst vórðu sýndar fram. Men varðveitslan av málningum hansara hevur alla tíðini verið eitt hjartamál hjá Emil Juul Thomsen. Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí veita honum og hansara næstrafólkum, kanska serliga Bjørn og vert