Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mentan

Livandi orðið í Løkshøll

Hóskvøldið vóru Heini í Skorini og Bjørn Kunoy í Løkshøll og greiddu frá um Palestina fyri og eftir 1948, og um ST sáttmálan um fólkadráp frá sama ári.  Heini krøkti illustrativt í tað sannkenning, at palestinar enn tann dag í dag hava ein symbolskan lykil hangandi í køkinum, sum ímynd av vónini um at venda heimaftur til húsini hjá ættfedrunum í økjunum, sum ísraelar tóku eftir Balfour deklaratiónina og frameftir, og enn gera við ólógligum búsetingum á Vestara áarbakka, samstundis sum palestinsk skúlabørn verða steðgað og kanna í tímar bara fyri at sleppa í skúla.  Neyvan er nakað evni so væl dokumentarað sum holocaust, ið føroyska skúlaverkið eisini trúliga hevur implementerað eftir samtykt í løgtinginum síðan 2019.  Afturat hesum kemur ídnið frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn at útvega film um modernaða Ísrael at vísa í Føroyum. Umframt nevndu búsetingar hevur afturvendandi evnið verið kynspolitiskt, so opinskárað og viðurkennandi, sum eg ikki havi sæð fyrr, har sendiharrin h

Næsta byggistig fyri kommuvalið

Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág. Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”.  Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, skriva

Skulu vit banna telefonum í kirkjuni?

Í morgun eru nýkosnu donsku kongshjúnini í kirkju í Aarhus. Veitsludagurin verður hátíðarhildin í danska sjónvarpinum, public service kanal nummar eitt, meðan TV2 sendir Sommer i Tyrol .  Tað er heilt vist, skuldi nakar ivast, at á teim røttu kanalunum hava kongshjúnini eydnast at sementera tankan um eitt modernað kongshús og duga fyrimyndarliga at halda fast í tí symbolikki, sum uttan sjónlig vápn og annan potensierandi útbúnað, skapar tankan um ósvitaliga makt.  Alt er í pakt við fólkið.  Eingin ivi er um, at vit eru í oddinum av maktini í danska ríkinum.  Hugtakandi, hvussu makt kann spinnast upp úr ongum. Hugtakandi, hvussu vit kunnu leggja makt inn á kirkjugólvið, bjóða teimum røttu við og senda í public service sjónvarpi og savna eitt kongaligt lið av ummælarum í vetrarkalda túninum, sum púra laiv kommenterar øll ritual og alt tað, sum fer fram henda fólksliga veitsludag, har eisini vanlig fólk hava eydnast at fáa billet, sum upp til fleiri kirkjugangarar eru fangaðir at siga, og

Mentanarligt forpliktilsi

Eftir at hava víst ein óforsvarliga vánaligan film, sum næsti grannapallur, hin størsti í landinum, eisini hevði víst, fingu vit í gjárkvøldið á fyrimyndarligan hátt høvið at fylgja Tórði Mikkelsen í Kringvarpinum, tá hann við fotografinum og klipparanum, Jakob Jørgensen, undir heitinum Innanveggja við Vegghamar , vitjaði 86 ára gamla listamannin Arnhold Vegghamar í egnum húsum á Viðareiði í góð trý korter. Umframt tað beint fram fortróliga í innleiðandi samrøðuni um sigling og fiskiskap í Íslandi og Grønlandi, fáa vit persónligt innlit í manglandi svøvn, og at listamaðurin við avmáldum men beinraknum orðum sigur frá um elektrosjokk á Statshospitalinum við Nykøbing Sjælland. Tað havi eg ikki hoyrt ella sæð fyrr í føroyskari miðling, hóast viðgerðin, elektrosjokk, tvær ferðir verður nevnd í  Søguni um hini , sum Doris Hansen skrivaði og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996. Fortalt verður í filminum um, at síðst í fimmtiárunum fekk Vegghamar listaliga vegleiðing frá undangongumonnunum

Maestro og góðar søgur á jólum

Á jólum savnast søgur og hava tað fyri, at koma upp í røkur, summar góðar, aðrar ikki, men koma kortini ígjøgnum, tí meskarnir víðkast á jólum, haldi eg, hóast mál og mið hjá mongu tulkingarfelagsskapunum kunnu verða so ymisk at lesa søgur, burturfrá øðrum, alt árið í kring, men serliga á jólum.  Morgunin byrjaði fyri mín part við góðu framhaldssøguni Jólabandið hjá Jákupi Veyhe fyri tey, sum fyrr vóru børn, og kortini megnar hann, teirra vegna, at skapa ein anarkistiskan dreingjatvist við Hobbex, video og kvøðuljómum sum snúningsási. Ótrúligt, at kunna flætta eina so hugvekjandi tíðarsøgu uppá tráð aftur nú. Og hóast fótnoturnar blíva so mangar, sum hjá Carli, so er endursenda søgan enn ein ljóðmynd av teim góðu, og setur javnt og samt ein standard fyri góðum útvarpi, har fremsta endamál ikki er at lesa kliniskt og keynsluleyst upp ta nýggjastu politiskt korrektu søguna, sum var tað eitt industriprodukt frá tí mest virkna og publiseraða høvundanum, sum dagurin kann bjóða, nú ljósið k

Tá lutirnir tala

Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir. Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013). Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki. Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á ró

Helst besta upplivingarrúm

Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.  Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.  Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.  Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð,