Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mál

Málfrøðingur skal í Kringvarpið

Í dag veit netmiðilin hjá Kringvarpinum at siga, at ein málfrøðingur eigur at verða settur í starv í Kringvarpinum, tí ætlanin er at javnseta málið við journalistikkin.  Tað er fyrsta av seks tilmælum í einum málpolitikki, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Kringvarpið. Hóast eg hvønn dag hoyri donsk heimildarfólk í tíðindasendingunum, onkran dag vóru tey fýra donsk í eini ørstuttari tíðindasending, verður ikki sagt, at brúksmálið í Kringvarpinum er føroyskt. Í arbeiðsbólkinum, sum varð settur í oktober í fjør, vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Tað er einki at taka seg aftur í, at Kringvarpið er elsti, breiðasti og týdningarmesti pallur og boðberi tá umræður føroyska mentan í orð og talu til flestu møgulig í landinum.  Hvørki kirkjur, tinghús, festivalar, ella nakar annar staður og tilt

Danskt sjónvarp við innvølunum úti

- Tað kom óvart á meg, hvussu nógvar avgerðir eru tiknir av dønum. Soleiðis sigur 51 ára gamla Nukâka Coster-Waldau við Dimmalætting. Hon er úr Uummannaq í Grønlandi og gift við javnaldrandi danska Nikolaj úr Rudkøbing. Hann er aktuellur sum Ejnar Mikkelsen í Netflixfilminum Against the Ice.  Orsøkin til inngangandi setningin er, at Nukâka og ein annar danskur sjónleikari, Lars Mikkelsen, eru vertir í sjónvarpsrøðini Historien om Grønland  hjá Inuk Silis Høegh. Røðin, sum verður send á DR, byggir á søguna um sambandið millum Grønland og Danmark “på godt og ondt”, sum tey bæði siga.  Samanumtikið ein hugvekjandi inngangssetningur, ið samstundis fær eitt tíðarbært gildi, nú hon staðfestur, at so nógvar avgerðir verða tiknar av dønum, langt burturi frá veruleikanum, í øðrum pørtum av ríkinum. Í Danmark er eisini sjónvarpsstøðin TV2, ið samstundis hevur reportasju um ungu føroysku gentuna, sum í 2012 varð funnin deyð í Hvannasundi, og knívstunguna, sum seinni varð har í bygdini. Danski sjó

Móðurmálsdagur

Í dag er okkara móðurmálsdagur, tí henda dag í 1819 varð Hammershaimb føddur. Saman við øðrum legði hann lunnar undir málið. Kanska eitt sindur tollfrítt og lættkeypt at siga. Útlendskir granskarar, serliga danskir, hjálptu okkum, so fjalladialektin hjá hálvkvødnum søgusigarum bleiv eitt fullfíggjað skriftmál millum slektaðu grannamálini, sum eisini hava ein móðurmálsdag at fegnast um. Danski stuðulin hevur staðið við, og er í dag so dyggur, at tú ikki kann hyggja eftir filmi uttan danskan undirtekst og orienterað teg um støðuna í Ukraina uttan danskan hernaðarkorrespondent, sum við vanda fyri egnum lívi er farin frontalt á sjurnalistiska hermótið. Einsamøll skapa vit ikki móðurmálið. Men sleppa vit donsku ávirkanini, sum í seinastuni er linkað so mikið, at summi vilja vera við at kontan er uppbrúkt, so ber til at hyggja eftir hinum báðum grannalondunum, Noregi og Íslandi, sum vit helst eru enn nærri í slekt við, ikki minst tá um málsligar fyrimyndir og nýyrði ræður. Úr Noregi hava vit

Átta orð úr sammóðir

Fríggjadagurin seytjandi desember 2021 varð ein stórur orðabókadagur í Føroya søgu. Ikki bara eydnaðist at fáa sammóðrina inn í orðabøkurnar hjá Sprotanum, men við sammóðrini komu eisini hesi trý orðini afturat teimum fimm ensku co-mother orðunum sama dag: samfaðirskapur, samfaðir, sammóðurskapur. Og sum sæst omanfyri, slapp hitt forfjónaða orðið "hoppiborg" eisini uppí part, hóast tað helst ikki hevur nakað við Tinghúsvøllin og tey hús, sum har standa, at gera. Málið er livandi í fólkaræðisliga samfelagnum, í hvussu er tí, sum er uttanfyri Tinggátt, bara tú hevur áhuga og gert hann galdandi, orðabókaáhugan, sum er púra ópolitiskur og livir í fólkinum.

Ársins orð

Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir . Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mothe

Flyfrisk ella long-life?

Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk , sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfris k í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara

Róptu teir á týskum?

Holocaustdagin sá eg týska filmin  Als Hitler das rosa Kaninchen stahl  um húskið, sum undir krígnum flýddi undan nazistum til París og aðrar evropeiskar býir. Undir filminum kom eg í tankar um eina mynd, eg soleiðis hissini tók við telefonini av eini minnistalvu og einum turkaðum blómutyssi við einar kioskdyr á fornisku stórbýaroynni, Île de la Cité, mitt í París. Tað var í mars í fjør, tá kjak um týskt í heimaskúlanum var uppá tað hægsta og koronasmittan enn ikki hevði nátt at steðga øllum, eisini heilavirksemi. Fremmandi franski tankin, sum enn eltir meg, var, um hermenninir, ið róku tey fjøruti børnini úr hesum friðaða bygningi við 112 fólkum í 1942, mundu rópa á týskum ella fronskum? Var tað Heraus ella Sortir teir róptu á kjarnuoynni í mentabýnum? Tað er líkasum at proppur kemur í heimligu hugsjónina og meiningina at læra seg fremmandamál, tá tú sært film sum hendan týska, og rennir teg í talvur sum hesa fronsku ein morgun til handils at keypa breyð. Hvar var øvrigheitin, og hvu

LS í ÚF hjá KVF á FM

Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF. Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE. Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum. Í eini tónlei

Vit fara øll til Danmarkar!

  Í einum stuttfilmi , sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini. Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful. Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma. Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er hund

Alt sum dregur frá Danmark er gott

Nú vit fingu staðfest, at danskarin Hammershaimb ikki legði lunnar undir føroyskt skriftmál, men at tað vóru aðrir ikkiføroyingar, ið gjørdu tað, er tað ein sæla at hoyra svenskt í almannavarpinum frá morgunstundini, hvussu ótýdligt tað enn kann kennast í løtuni. Við javnt og samt at vísa til danskar keldur í útlendskum almannatíðindum, og annars bara at hoyra um tað, sum danskt er, og uttan himpr og filtur at fáa danskt mál - onkur sigur, at mentan og makt eisini fylgja við máli - fram á hvønn mentapall og morgunsendingar í landinum, ja tá verður tað eitt vælsignilsi at hoyra bæði norska almannastjóran og svenskt í almannavarpinum í morgun. Meira av tí og minni av donskum. Ikki minst tí, at í næsta mánað fáa vit ein svenskan film við føroyskum støði inn á okkum. Vit eiga at gira okkum til annað enn danskt. Tað eigur fólkaskúlin eisini at gera. At sleppa sær av við danskt. Soleiðis er tað!

Botnur ella fjørður

Fólkaræði byrjar heima, fer út í túnið, bygdina, samfelagið - og kanska inn á ting. Fyri at halda skil á, hava vit onkuntíð hildið at umboðandi fólkaræði, representativt demokrati , er loysnin, tí øll hava ikki stundir og førleikar til alt alla tíðina. At vit í hesum ljósi hava valt fólk á ting, sum enn ikki hava tikið stig til at fáa Føroyakortið heim, er spell, men vit hava fakfólk til uppgávuna. Teirra millum telist Eivind Weyhe. Hann sigur m.a. soleiðis í nýggjastu Dimmu: "J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt “Kongshavn eller Skaalefjord”, sigur hann at “Det inderste af Samme kaldes Skaalabotnur.” Í 1853 skrivar Hammershaimb staðarnøvn upp í Eysturoynni, og hann nevnir bygdina “í Skálabotni”. Hetta er tí tað grundarlag sum geodetarnir hava havt at byggja á tá ið teir gera tey fyrstu máliborðsbløðini uml. 1900, og tí hevur bygdin verið nevnd Skálabotnur á máliborðsbløðunum líka síðan...S

Kommuna skjýtur 150.000

Tá tú sum føroyskur lesari til gerandis leitar á útlendskum, tað er donskum, at fáa eitt nøkurlunda uttanríkispolitiskt yvirlit at kunna fylgja við í, hvat sambært betaltu miðlunum fer fram úti í heimi, kann verða áhugavert at síggja orðavalið hjá fremmandu pressuni og halda tað upp móti okkara egnu. Meðan Jyllands Posten umvegis Ritzau í morgun kann bera tey gleðiligu tíðindi, at nú eru 2000 fangar náðaðir í Etiopia, kann Danmarks Radio umvegis somu tíðindastovu upplýsa okkum um, at danskar kommunur hava skotið 150.000 í Esport. Eg mundi fingið morgunkaffi í rangastrúpan. Skotið 150.000. Er tað í fólkakommununi Esport í Norðurkorea upp undir vetrarleikirnar south of the border? Meira morgunkaffi. Svølgi og sanni, at hetta er sum tá morð, neyðtøkur og terroratsóknir verða blástar upp í føroyskum miðlum, sum var tað ein frælsisfylking til frama fyri fríðgering av Tjørnuvík. Til eg lesi nærri og svølgi. Tað er bara pressan. Hesin altjóða pestilensur, sum setur orð til sølu. K

Eru Føroyar ein danskur prumpur?

Við postinum í dag kom ein rúgva av tilfari. Adressuleyst verður tað kallað á postføroyskum. Umframt Handilssosialin, tilboð frá Vøruhúsinum, Bónus og Hoyrnini, komu Lutherbløð frá kirkjuni og Námi, og sum rosinan í tilboðsendanum kom allur faldarin frá Kvøldskúlanum í Havn. Inspiratión til skeið í máling og politikki, og innbjóðandi skeið til útlendingar at læra føroyskt. Altjóðagerðin er í fult sving. Fantastiskt. Og á blaðsíðu 17, beint eftir skeiðið um Ríkisfelagsskapin , er skeið nummar 1979 við heitinum Føroyskur samleiki . Óluksáliga spennandi hesi bæði nýggju skeið í altjóðagerð í Kvøldskúlanum. Svangur, eti eg meg gjøgnum tekstin í skeiðsfaldaranum, har spurt verður á móðurmálinum: "Hvør er føroyingur nú á døgum. Hvat ger ein føroyingur, og hvat hendir við føroyskum samleika nú á døgum og í framtíðini?" Men so skiftir tónin í móðurmálsfaldaranum við grindaknívi á breddanum, so mítt forvitni verður hvest enn meir, tá Kvøldskúlagangarin verður spurdur á e

Føroyakortið ongan politiskan áhuga

Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað. - Tað er ein skandala, sigur danska avísin. Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum. Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli. Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skú

Skilvíst føroyskt yvir kilenskum fótbólti

Ein kylingur av sælu fór gjøgnum meg, tá eg smakkaði vistfrøðiliga vínið hjá kilenska bóndanum. Piparsmakkurin ytst á tunguni tók burtur gamla rákan av kitlandi kilifruktini úr svørtu grýtuni við killikonkarne. So kom ein kelin kiska úr Kina og spilti alt spælið. Leyp upp á borðið og hvølvdi øll tey kekkisku kristallgløsini við kilenska víninum, ið júst hevði lagað ein feril av kirsuberjasmakki undir gómanum... Fútbol , segði hann, einki er sum kilenskur fútbol .

Arbeiðsgleði

Í morgun minnir Facebook meg á hetta fýra ára gamla uppslag um arbeiðsgleði . Av onkrari orsøk havi eg í hægstu feriutíð fyri fýra árum síðan leitað meg fram til at orðið, hugtakið og støðan yvirhøvur, at kenna arbeiðsgleði , er ikki til á føroyskum. Leitingin gav einki úrslit, varð sagt. Interessant at Facebook verður okkara kollektiva minni og pláss, har vit skifta um meiningar og fáa minnið at grógva. Nú er orðið til í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum: " zest , pleasure taken in one's work; (nøgdsemi) job satisfaction (t.d. schemes to improve job satisfaction); tað oyðileggur arbeiðsgleðina it takes all the pleasure out of one's work." Tað gongur framá.

Lebbur við pittu

Nei, tað er ikki ein nýggjur rættur á Etika, har tey servera lætt ristar lippur í teriyakisós, ella ein nýggj bók í røðini Pit Stop. Søgan er tann, at í vikuni skrivaði ein stuttligur prædikumaður, ið eisini er prentari, og av teirri orsøk bekennir seg sum varðmann móðurmálsins, um konur, sum liggja við og hjá hvørji aðrari. Á mannamunni eru tær lesbiskar. Men tað verður ikki sagt í hvørkimálinum í landinum, sum ikki er, uttan í Mósebókini. Prædikuprentarin ilskast inn á lagsbrøðurnar í Útvarpinum, sum sambært honum eisini eru varðmenn samfelagsins, og tí ikki burdu havt lisið úr tíðindaskrivi frá LGBT, har skrivað stendur at ”fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við,” sigur prædikuprentarin, sum er av kallkyni. Hann hevur rætt. Tað skuldi verið konu hennara. Sjálvur hevði eg bara sagt konuni, uttan at heft meg við, hvør átti hana, borðið hon sat við, ella songina, hon lá í. Tíðindaskr

Burturspilt átak í danskari móðurmálsundirvísing

Tað eg veit, hava kanningar í móðurmálsundirvísing ikki verið gjørdar herheima, enn minni av teimum næmingum, sum tosa annað móðurmál við hús enn tað, ið verður praktiserað í skúlanum og í almenna rúminum. Av og á hevur verið spurt um støðuna hjá donskum, sum í fólkaskúlanum byggir á móðurmálsundirvísing, men í praksis er fremmandamál. Heldur ikki í hesum upplagda krossfelti hevur verið granskað. Men í Danmark hava 6300 næmingar úr 1.-5. flokki verið við í eini móðurmálskanning, sum er gjørd í trimum bólkum í 2013 til 2015. Her er slóð til kanningina. Brúktar hava verið 27,6 mio. kr. til endamálið, sigur kanningarleiðarin, Simon Calmar Andersen frá Institut for Statskundskab á lærda háskúlanum í Aarhus við Berlingske Tidende . Eftir lutakasti hevur ein kontrollbólkur fingið vanliga undirvísing uttan serlig átøk ella fyrilit. Eini bólkurin, sum fekk móðurmálsundirvísing, vóru næmingar í fyrsta flokki í 2014 og 2015. Næmingarnir, sum tilsamans vóru 541, fingu afturt vanligu

Føroyingum so líkt

Í allarbestu kringvarpstíð, fyri klokkan átta í morgun, tá øll tjóðin lurtar, varð sagt, at føroyingum so líkt vóru bara fá handrit komin inn til hoyrispælskappingina hjá Útvarpinum. Lagt varð afturat, at føroyingum so líkt fóru helst fleiri handrit at koma í postkassan í annaðkvøld, tá frestin var úti. Ein útvarpsmaður og ein útvarpskvinna í bestu senditíð til tjóðina innan dagsins verk. Hvat munnu tey meina við, tá tey siga føroyingum so líkt? Munnu tey telja seg sjálvan uppí, ella hugsa tey sum danskarar, ið ikki eru føroyingar, og tí hava eitt serliga guddómligt sjónarhorn at meta um og gera av - í passandi frástøðu? Nei, eg bara meini so við, at nú hava tvey útvarpsfólk, sum til gerandis gera sær ómak at byggja eina Kringvarpstjóð í Útnorðuri, fingið Móðurmálsvirðisløn. Fyri tjóðarbygging í gerð og tanka. Fyrimyndarligt. Men eins skjótt kann lagast niður. Sum tá útvarpsmaðurin og útvarpskvinnan við ein munn siga "Sum føroyingum so líkt." Har fór 60 ára tjó

Suni Merkistein fær Móðurmálsvirðislønina 2017

Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Grundgevingin var soljóðandi: Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað SUNA MERKISTEIN fyri hansara avrik innan yrkismál . Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Han