Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðafrásøgn

Um at ferðast

Amerikanska Gwen Leppek Rosseau, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, er aftur farin út í heim við trúgva fylgisveininum - myndatólinum. ”Eg eri aftur farin at ferðast. Eg eri í Marokko. Lat meg royna at seta mína ferð í ein samanhang - hví eg geri hetta,” sigur Gwenn, sum er úr Birmingham í Michigan og var á fotoskeiði í Føroyum á heysti 2021. ”Á ferðum leiti eg eftir nýggjum upplivingum, nýggjum fólkum, nýggjum hugskotum, nýggjum landsløgum, eini afturvendan til mína innastu veru og eini rannsakan av, hvør eg eri í verðini. Tað er ein pílagrímsferð, við nógvum stuttleika blandaðum uppí. Eg fari javnan frá vinfólki og familju, sum eg elski av innasta hjarta, og tí hugnaliga í mínum vakra heimi. Onkuntíð er tað ein einslig ferð. Hon tekur burtur eiturkoppaspinnið, sum hevur sett seg í høvdið, tí eg havi verið heima so leingi. Á ferðum, har tú veruliga sært nakað, og ikki bara hyggur og strikar út eitt ferðamál á tiltikna avrikslistanum, tá sært tú menniskju lata seg upp. Menniskju eru ræ

409 trappustig til Horisontin

Frá strondini eru 409 trappustig niðan til Horizon, sum er nýggjasta hotellið á ovasta heygnum í sólríka býnum Puerto Rico de Gran Canaria. Hotellið er fimmstjørnað og virtuelt, sum merkir, at ongin situr í móttøkuni, tí alt verður avgreitt um WhatsApp.  Vit lenda nógv seinkað í Las Palmas og klokkan slær midnátt, tá vit eru á Horizon hotellinum. Við portrið hitta vit Jan og Duritu úr Klaksvík, sum eru á silvurbrúdleypsferð. Vit hava ikki møtst áður, men koma at fylgjast teir næstu dagarnar. Eitt frálíkt vinalag, sum tá Bogart sigur í endanum á Casablanca: ”I guess this is the beginning of a beautiful friendship!” Hotellíbúðin, sum vit hava funnið á booking.com, skuldi fyri vist hava sea view og besta sólargang, men er í veruleikanum fjald handan ein sementsproytaðan klett, sum morgunmatartúnið er fest í. Eftir hampuliga parlamentering á midnátt fáa vit lyfti um nýggjá íbúð í morgin, an upgrade, tey kalla. Og tað er ikki hissini. Hóast eitt meirgjald ráða vit nú yvir íbúð við egnum svi

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður.