Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald. Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil. Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði. Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend og vendir sær