Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág. Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”. Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, skriva