4.2.18

Vinterbrødre er ársins filmur


Ársins danski filmur, hin besti í ár, er Vinterbrødre. Tí fær hann í kvøld Robert-virðislønina. Ikki nóg mikið við tí. Leikstjórin, Hlynur Pálmason, er kosin hin besti í ár. Fyri Vinterbrødre, sum er hansara fyrsti spælifilmur í fullari longd, fær hann Robert-virðislønina.

Filmsfelagið vísur Vinterbrødre mikudagin 7. februar í Havnar Bio, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina.

Fleiri Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre. Elliott Crosset Hove fekk virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklutin, og fotografurin, Maria von Hausswolff, fyri besta foto. Ikki færri enn níggju Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre.


Amanda Collin fekk Robert-virðislønina fyri kvinnuliga høvuðsleiklutin í En frygtelig kvinde, sum Filmsfelagið vísur í Havnar Bio 7. mars. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina. Sami filmur fekk eisini Robert-virðislønina fyri besta upprunahandrit.


Fyrsta Robert-virðislønin varð handað í 1984. Hon er nevnd eftir sjálvlærda listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum elskaði flm og gjørdi standmyndina. Tað eru limir í Danmarks Film Akademi, sum eftir reglugerð velja, hvørjir filmar skulu vera við, og eisini atkvøða um, hvør skal fáa virðislønina í hvørjum bólki.