7.2.18

Krutl ein altjóða tryggari alnetsdag


Í dag stendur altjóða tryggari alnetsdagur í álmanakkanum.

Sum altjóða og heimligu tíðindini hava upplýst okkum um, síðan Trump varð valdur, er ikki trygt á alnetinum. Yvirhøvur ikki. Vit verða snýtt, og tað er eisini beinleiðis vandamikið. Ja, summi vilja vera við, at tað er sum at ganga í garðinum hjá gamla Beria.

Fyrst er heimligi vandasjógvurin millum tey, sum tvíhalda um, at tað skal eita alnet, tey sum siga internet, og tey sum bara siga netið. Eg halli til hesa seinastu meinigheitina. Hana, sum bara er á netinum. So eru tað tey bangnu, sum heilgardera seg við antivirus forritum, ið skulu keypast og dagførast, so teldan ikki virkar rætt uttan, ja tú gitti rætt - nýggjastu versiónina. Tú bíðar í tolni, til dagført er. Og so er tað goymslan í skýnum, sum synkroniserar tað, ið tú nú skrivar, og tað, ið tú fyrr skrivaði. Tú bíðar meðan tíni vælfingraðu orð tykjast fara upp og niður. Men so er tað plássið í skýnum, sum eg helt vera óavmarkað. Nú er um at blíva fult, so tú mást keypa nýtt pláss í skýnum, siga boðini. Tað var avtalan, verið eg mintur á við ágangandi fremmandaorðum, sum hótta við at steðga allari føroyskari skriving. Í hinum rúminum, har eg ikki siti, eru tey paranoidu, sum taka trygdaravrit av øllum, so alt verður dupult og tvær ferðir so stórt í goymsluvavi. Gudviti, hvat fornfrøðingarnir fara at siga, tá teir um hundrað ár finna hetta.

Innan dagsins battarí brennur út, fari eg at royna meg við einum fínum faldara um trygga atferð á netinum, sum eg fann til høvið í dag, altjóða tryggari alnetsdagin. Meðan eg aktiveri stuttliga forritið paint, skifti eg tekstvendinginia at reika á netinum út við at lesa í bókini, og orðið kunningartøkni við orðið bókamarknaðin. Ein hugvekjandi skrivi og lesiroynd, sum altíð er stuttlig og hugfarsliga víðkandi undir fingrunum. At taka tað ókenda og hóttafulla burtur og seta tað kenda í staðin. Sum Sørin Smið, tá hann lærdi seg navnið á trøllinum, klipti halan og lærdi seg s fyri k.

Tí øll eg kenni, brúka telduna sum skrivimaskinu. Gamaní við gjøgnumskygdum sambandi í allar ættir, so eg sleppi undan at fara á Býarbókasavnið í heilum at finna ófáiligar uppslagsbøkur, enntá at ringja til Politikens Oplysningstjeneste, har studentamedhjálparar fyrr vistu tað allar nýggjasta, millum annað nær Karajan doyði. Síðan er eingin almenn uppslagsbók komin út á okkara leiðum í prentaðum skapi. Lukkutíð hava vit fingið Wikipedia á føroyskum. Men har kanst tú eisini skriva hvat tú vilt, so har ert tú heldur ikki trygdartryggjaður verður sagt ein tílíkan dag.

- Eri tað bara eg, sum undrist yvir sjeyhøvdaða skrímslið, sum victoriansku eftirlits- og ávaringarmyndugleikarnir, við snáplinum djúpt í øllum pengakassanum, síggja á netinum, og sum elvir til eina teknologiræðslu sum aldri áður?

Kemur til dømis eingin bók út, sum orsøk er til at ávara ímóti, og er eingin lesihættur og er einki bókabrúk vert at taka upp til kritiska viðger í sosialum- og námsfrøðiligum arbeiði fyri tað almenna?

Nei, eg bara spyrji, nú høvið varð henda altjóða internetdag, ið segðist vera tryggari enn í gjár. Livst, so spyrst.