7.2.18

Fær Vinterbrødre eisini Bodil-virðislønina?

Bing og Grøndahl hevur gjørt Bodil-standmyndina (Foto: Povl Thomsen)

Filmurin Vinterbrødre (Hlynur Pálmason) er aftur í uppskoti at verða kosin besti danski filmur, tá Bodil-virðislønin verður handað leygarkvøldið 17. mars kl 19 í Folketeatret í Keypmannahavn.

Filmsfelagið vísur filmin í kvøld, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina, ið er almenn.

Umframt at Vinterbrødre í fleiri førum er í uppskoti, er En frygtelig kvinde, sum Filmsfelagið vísur 7. mars, eisini í uppskoti at fáa Bodil-virðislønina í ár. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina, ið er ein upptakt til kvinnudagin, og tekur støði í, hvussu menn síggja "okkum", tað er kvinnur.

Bodil-virðislønin, sum er nevnd eftir sjónleikarunum Bodil Ipsen (1889-1964) og Bodil Kjer (1917-2003), er hin elsta í Danmark. Báðar fingu Bodil-virðislønina fýra ferðir, Bodil Ipsen m.a. sum Gunhild í Føroyafilminum hjá heimsis elsta framleiðslufelag, Nordisk Film, Tro, håb og trolddon í 1960.

Tað eru virkandi filmsummælarar, Danske Filmkritikere, sum hvørt ár geva virðislønina í ymsum bólkum. Nanna Frank Rasmussen er nývald forkvinna, og hini í aktuellu Bodil-dómsnevndini eru Jacob Ludvigsen, Eva Novrup Redvall, Ann Lind Andersen, Maria Månson og Jacob Wendt Jensen. Fyrsta Bodil-virðisløn varð handað 29. apríl í 1948.

Bing og Grøndahl hevur gjørt eyðkendu Bodil-standmyndina í postalíni. Í 1987 varð fyritøkan løgd saman við Kongelig Porcelænsfanrik til Royal Copenhagen.