25.1.18

Hvaðan eru blogglesarar?


Á hesum bloggi havi eg sett mær fyri at brúka ókeypis funkur og ongar reklamur. Sjálvur pallurin, blogspot, er ókeypis og krevur einki hald ella logon. Harafturat er alt, næstan 100%, á føroyskum, so tað er rættuliga sjálvsagt, at lesarar eru føroyingar.

Í dag sigur ókeypisversiónin av Statcounter soleiðis um býtið millum lesarar á Birkblog og hvaðan teir koma:

Flestu lesarar, tað er 55%, koma frá tilvísandi heimasíðum, sum í allar flestu førum er VP, men fyri ein lítlan part eisini frá øðrum føroyskum bloggum. Næstflestu lesarar, tað er 22%, stava frá sosialum miðlum, tað er í høvuðsheitum Facebook. Triðflestu lesarar, tað er 15%, eru beinleiðis lesarar á blogginum. Fæstu lesarar, tað er 8%, finna Birkblog á leitimaskinum á netinum. Av hesum eru 88% frá Google og bara 12% frá bing.

88% av lesarum á Birkblog hava føroyskan netveitara. Næstflestu, tað er 5%, hava danskan veitara. Eitt fátal, men eitt stútt og javnt tal av Birkblog-lesarum, eru úr allari verðini. Júst í dag eru teir úr Spania, Sveis, Suðurafrika og Rumenia.

Flestu lesarar, tað eru 33%, brúka tablets, iPad. Sama tal brúkar skipanina Windows10, nakað færri, 32%, brúka iOS (iPad). 31% av lesarunum brúka Chrome kagan.

Soleiðis er tað.

Eftir stendur, at tað er ókeypis at fáa sær ein blogg. Einasta, ið kostar, er tann tíð, sum tú leggur í at skriva blogg. Men gjørdi tú ikki tað, so gjørdi tú kanska okkurt annað. Gudvitihvat. Endaliga stendur eftir, at øll skuldu fingið sær blogg. Tað er tað nýggja heimalambið. Ein bloggur.