30.1.18

Føroyar í Wenders-treylara


Nú er ein treylari farin at ferðast á netinum, sum lýsur fyri nýggja Wim Wenders filminum Submergence. Nærri heimsfilmi hava Føroyar aldri verið. Sum sæst omanfyri fáa Ferðavinnuføroyar filmsvaluta fyri innsatsin longu í altjóða treylaranum. Hóast árið er lítið útliðið vági eg mær at siga, at hetta verður mest spennandi filmsuppliving í føroyskum biografum í ár. Filmurin hevur verið sýndur á stevnum í Toronto og San Sebastian í september í fjør og verður fríggjadagin frumsýndur fyri almenninginum í Spania. Síðani verður hann sambært IMDB sýndur í Russlandi 1. mars, Brasil 12. apríl, USA 13. apríl, Kekkia 26. apríl, Danmark 10. mai, Svøríki 11. mai, Bretlandi 18. mai, Ungarn 14. juni og Týsklandi 2. august. Filmsleigufelagið Scanbox hevur Submergence á norðurlendska marknaðinum. So skjótt hann er tøkur á okkara leiðum fer Filmsfelagið at vísa filmin í Havnar Bio. Í altjóða treylaranum verður sagt soleiðis um søgugongdina:

International Trailer (2:22)
Danielle Flinders and James More meet by chance in a remote hotel in Normandy where they both prepare for a dangerous mission. They fall in love almost against their will, but soon recognize in each other the love of their lives. When they have to separate, we find out that James works for the British Secret Service. He's involved in a mission in Somalia to track down a source for suicide bombers infiltrating Europe. Danielle 'Danny' Flinders is a bio-mathematician working on a deep sea diving project to support her theory about the origin of life on our planet. Soon, they are worlds apart. James is taken hostage by Jihadist fighters and has no way of contacting Danny, and she has to go down to the bottom of the ocean in her submersible, not even knowing if James is still alive.