26.1.18

Ein millión til besta norðurlendska filmin


Altjóða filmstevnan í Göteborg gongur Norðurlandaráðnum ein skarpan gang. Meðan almenna ráðið við innheintaðum skattakrónum úr teim fimm norðurlendsku tjóðunum letur 350.000 danskar krónur til besta av fimm úrvaldum norðurlendskum filmum, fer filmstevnan í Göteborg á tredvinta sinni at heiðra besta av níggju úrvaldum norðurlendskum filmum við Dragon Award Best Nordic Film, sum er ein millión svenskar krónur. Vinnarin í fjør var Sameblod hjá Amandu Kernell úr Svøríki. Filmsfelagið vísti filmin í fjør, tá Heðin M. Klein innleiddi sýningina í Havnar Bio. Norðurlandahúsið vísur sama filmin seinni í ár, so gott høvi er at síggja virðislønta sámiska filmin. Tað er Volvo, ið fíggjar stóru svensku virðislønina, ið helst er heimsin størsta, saman við Västra Götalandsregion og Göteborg býi. Í altjóða dómsnevndini á filmstevnuni, sum byrjar í dag, eru Steve Gravestock, Dani Kouyate, Linda Wassberg og Maria Blom. Einasti tilnevndi filmur, eg havi sæð, er norski Hva' vil folk si hjá Iram Haq. Tí krossi eg fingrar fyri henni og svensku milliónini. You go, girl!