19.1.18

Borgarstjórin í Taiji vitjar


Kazutaka Sangen, 70, er borgarstjóri í lítla býnum Taiji í økinum Wakayama ytst á Kiihálvoynni, sum er sunnalaga á eystursíðuni á japansku høvuðsoynni, Honshu, og stingur seg út í Kyrrahavið.

Í farnu viku var hann í Tailandi, nú er hann ávegis til Klaksvíkar, og í næstu viku fer hann til Kina. Hesin aldrandi jetsettarin skal skjótt eisini á IWC fund í Brasil.

Í japanska býnum Taiji búgva 3000 fólk, sum í øldir hava fingist við hvalaveiðu og grindadráp. Býurin bleiv kendur í illa lýdda amerikanska heimildarfilminum The Cove, sum vann Oscarvirðislønina í 2010.

"Tað var eitt sjokk," sigur tulkurin Hoyato Sakurai, undir liðini á mær. "Men so lærdu Taijibúgvarnir seg nýggjar hættir, eitt nú frá tykkum, at smidligera og effektivisera drápið," sigur hann frá hinum við borðið.

Sama ár vórðu kyksilvurkanningar gjørdar í hárinum hjá Taijibúgvum. Eins og í Føroyum kundi dálking staðfestast, sum Pál Weihe greiddi frá í filminum The Islands and the Whales hjá Mike Day í 2016. Í báðum støðum vórðu ungar kvinnur ráddar frá at eta av grindahvali.

Kazutaka Sangen er beinleiðis valdur borgarstjóri á fjúrtanda ári í Taiji. Hann hevur sitið í býráðnum í fjøruti ár, og hevur skrivað undir eitt skjal, ið sigur, at hann vil liva við hvali í søgu, nútíð og framtíð. Hann hevur luttikið á IWC og Nammco fundum, og í morgin fer hann við býráðslimum og starvsfólkum úr Taiji til Klaksvíkar at knýta alment vinabýasamband, sum verður undirskrivað í annaðkvøld.



Við í ferðaliðnum eru frá vinstru Masaki Wada, skrivari, Kazutaka Sangen, borgarstjóri, Shinichiro Yamamoto, býráðslimur, Hironobu Ryono, skrivstovustjóri, og Hoyato Sakurai, tulkur, savnsvørur og søguligur kurator, ið er hin einasti, sum nýliga er fluttur til Taiji. Hann hevur lisið søgu og hevur fyrr arbeitt á sjósavni í Boston.


Kazutaka, borgarstjóri, sum er føddur í 1947, gleðist týðuliga við tvøst og alt av hvali.

"Hetta er tað besta," sigur hann, og peikar á aftara partin av hamarstjølinum, sum hann hevur teknað á borðserviettin í Barbara Fish House.

"Tað er so deiliga oljut, alt samalt, tvøst, spik og hvølja," sigur hann, og fer at siga frá fyrstu barnaminnum í Taiji.

"Mamma mín segði, at innan elektrisetið kom og køli- og frystiútgerð varð vanlig, tá kundi tvøst av grindahvali hanga í 90 dagar, og verða skorið sum sushi. Men ikki longur enn 90 dagar."

Eg síggi á honum, hvussu væl honum dámdi søguligu bitarnar og ger tað enn. Men eftir longri prát við limirnar í Grindamannafelagnum lenda teir á teirri sannkenning, at tvøst av nebbafiski, fin whale, er tað allar besta. "Serliga frammparturin," sigur hann og letur Hans Jákup skilja, hvat hann meinar við. "Jú, dong," kalla teir báðir frampartin undir kjaftinum. "Hvussu tú so kokkast við nebbafiski, so er hann bestur," siga teir.

Millum skipslampur og eina veggjaplakat frá filminum hjá Nils Malmros um Barbu frá 1997, kemur nú hetta lítið bráðvakra fyribrigið á borðið, sum var tað hálvhosa.


Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum sigur hinumegin borðið frá um turt tvøst, og hvussu ymiskliga tað kann verða hagreitt, og hvussu tað enn verður brúkt sum veitslumatur og høgtíðardelikatessa.

Vit tosa um ræst, fermented meat, og visnað, dry-aged meat, sum var tað nýggjasta hittlistapláta við eini altjóða poppstjørnu.

Japanarnir eru ovfarnir av, at eisini ung taka hetta í sín munn.


Regin Jespersen, skrivari í Grindamannafelagnum, hevur skorið eina framúr góða tvøstlykkju úr Sørvági niður, og vit fáa millum Barburættirnar ein smakkbita við turrsaltaðum spiki og køldum epli afturvið.

Her er nógv at tosa um.

Spiksúpan er eitt, sum japanararnir tosa um afturvið anganum av spikinum á borðinum, og limirnir í Grindamannafelagnum nikka. Hana hava teir smakka í Mullers Pakkhúsi fyri sekstan árum síðan, tá japanar og grindaveiðumenn úr allari verðini møttust at greiða frá og borðreiða alt av grindahvali. Teir biðja heilsa tiltikna flensaranum, Mister Kogay úr Taji, sum tá var her og vísti síni kynstur. "Í dag tekst hann við hummaraveiðu, sum nógv eldri fólk gera," sigur borgarstjórin, og lovar at senda langar og stuttar flensiknívar úr Japan til føroyska Grindamannafelagið.


Frá vinstru síggjast Ólavur Sjúrðarberg, formaður, Hans Jákup Hermansen, kassameistari, Hanus Højgaard, nevndarlimur og grindaformaður í Havn í 35 ár, og Regin Jespersen, skrivari í Grindamannafelagnum.


Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, kemur framvið, og vit fara upp í køkin at síggja, hvussu ein nútímans kokkur húsast við bestu rávørum mitt í Havn. Japanski borgarstjórin er kræsin tá umræður fisk, tí hann etur bara tað feskasta av tí feskasta, sum tulkurin sigur. Men hann er framúr væl nøgdur við fiskin í Barbara Fish House í kvøld, letur hann meg vita.


Komin niður undir aftur, eru øll tey japansku myndatólini á lofti. Ferðalagið vil hava at vita um landspolitikk og kommunalpolitikk, og hvussu ein ung kvinna kann gerast borgarstjóri.


So verða gávur handaðar, føroyskar bøkur fara annan vegin, og hvít japansk sjokuláta fer hinvegin.

Ólavur vísur japanska borgarstjóranum, hvussu grindahvalur ferðast um sumrarnar og greiðir frá, hví flestu grindadráp eru í august. Japanska tíðarskeiðið at veiða grindahval er frá september til mars.

"Teir duga so framúr væl at fjala drápið, tí teir draga gardinur fyri, so eigin sær, tá tað fer fram," sigur Regin, sum sjálvur hevur verið á staðnum saman við Ólavi og Hans Jákupi.


So er bara eftir at borga og signera. Ólavur og tænastugenturnar eru í køkinum meðan vit leita eftir jakkum og turrikløðum at fara út í náttarkavan.


Ja, og so figu vit eisini eina seksrættaða matskrá við øðu, laksi, havtasku, kræklingi, toski og fiskasúpan og dessert afturvið øllum millumtjóða grindaprátinum.

Eg sigi bara "Arigatou", ella sum ein japanari hevði skrivað: ありがとうございます