24.1.18

Barbara í Gongini fær Mentanarvirðisløn Landsins 2017


Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greitt á almennum tiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld.


Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr.


Ein dómsnevndin ger av, hvør fær virðislønina. Í dómsnevdini eru Martin Næs, Katrina í Geil, Archibald Black, Oggi Lamhauge og Knút Háberg Eysturstein.


Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis:

Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir. Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking, eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennara hugsanar- og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði. Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini fram tað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppin og skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóða siðvenjuni av og at menna sín egna samleika. Fyri listaliga og evnaríka avrik sítt fær Barbara í Gongini Mentanarvirðisløn Landsins 2017.

Eftir takkarrøðu bar Katrina í Geil fram heiðursrøðu fyri Barbaru í Gongini, og so var ein filmað futuristisk klædnaframsýning við list hjá Barbaru.


Til lukku við Mentanarvirðisløn Landsins - Barbara!

Vágakórið byrjaði og endaði hátíðarløtuna í Bygdarhúsinum í Miðvági undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen.


Eins og í teim báðum undanfarnu førunum var tað Páll Danielsen, sum leiddi kvøldið við teim trimum mentanarvirðislønunum og teim mongu atknýttu innsløgunum við talum og tónleiki í Bygdarhúsinum í Miðvági, har fultsett var og Sjónvarpið sendi beinleiðis.


At enda takkaði Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, fyri høvið at sleppa at hýsa tiltakinum hjá Mentamálaráðnum í Bygdarhúsinum í Miðvági, har skúli er í erva og annars rúmsátt er fyri mongum og ymsum tiltøkum. Eyðdis og Rigmor poseraðu at enda við arbeiðsstigan hjá kringvarpsfólkunum á pallinum framman fyri alfaðirliga eyganum á langabba Rigmors, Rasmussi á Háskúlanum.