Skip to main content

Triðihvør á netinum er eitt barn

 Children in a Digital World (UNICEF 2017)

Fleiri og fleiri børn eru á netinum, sigur ST-stovnurin UNICEF í árligu frágreiðingini. Nú er triðihvør á netinum eitt barn, verður sagt í fráfreiðingini Children in a Digital World, sum kemur út í dag og fæst ókeypis á netinum.

Ein sjónlig avbjóðing í nýggju frágreiðingini er, at 71% av teim 15 til 24 ára gomlu eru sambundin, connected, meðan bara 48% av øllum brúkarum eru sambundnir á netinum. Atkoma, access, til internetið, verður mett sum ein fyrimunur hjá børnum í allari verðini, heilt frá útbúgving til nýggj sosial sambond og samfeløg. Vandi er tó í allari vælferð.

Í tíðindaskrivi úr New York í dag, hevur UNICEF hesa samanfatandi áheitan longu í yvirskriftini:

Make the digital world safer for children - while increasing online access to benefit the most disadvantaged
Ov lítið verður gjørt við at kanna, hvussu børn brúka internetið, sigur UNICEF. Hóast vit í Føroyum helst hava flestu og nýggjastu teldur og líknandi amboð fyri hvønn íbúgva, er eingin kanning gjørd hesum viðvíkjandi yvirhøvur. Heldur eingin gransking er í gongd ella ávegis, og eingin politisk ætlan er í umbúnað. Til dømis eina ætlan um at talgilda og skapa talgilt føroyskt innihald í eitt tíðarbil.

Tað er bara felags arbeiði, collective action, ið kann bøta um støðuna, sigur UNICEF, og sipar til stjórnir, vinnulív, barnafelagsskapir, gransking, húski og børnini sjálv.

Fyrsta loysnin er, sambært UNICEF, at geva børnum ódýra atgongd til góðskutilfar á netinum. Ein talgildur førleiki, digital literacy, verður eisini nevndur til tess at skapa virknar og upplýstar brúkarar.

- The internet was designed for adults, but it is increasingly used by children and young people - and digital technology increasingly affects their lives and futures. So digital policies, practices, and products should better reflect children’s needs, children’s perspectives and children’s voices, sigur Anthony Lake frá UNICEF.

UNICEF sigur í árligu frágreiðingini, at hóast so nógv børn eru á netinum, verður ov lítið gjørt at verja tey frá vandum á netinum, the perils of the digital world, og at geva teimum trygt nettilfar.

- For better and for worse, digital technology is now an irreversible fact of our lives. In a digital world, our dual challenge is how to mitigate the harms while maximizing the benefits of the internet for every child. sigur Anthony Lake frá UNICEF.

Umframt fyrimunir og vansar við talgildari tøkni, verður eisini varpað ljós á tey børn, ið eru so óheppin, at verða sett í verðina á lívsins avgjørdu skuggasíðu, tað er í Afrika. Ein triðingur av heimsins ungu, ikki færri enn 346 milliónir, eru ikki á netinum, sigur UNICEF, og staðfestir at hetta ger støðuna enn truplari hjá hesum ungu at vera við í einum tiltakandi talgildum heimsbúskapi.

Onnur viðurskifti, sum verða nevnd í frágreiðingini, eru at:

56% av øllum heimasíðum eru á enskum og nógv børn finna ikki talgilt innihald, sum tey skilja, ella sum er viðkomandi í teirra mentan.

9 av 10 ambætarum, sum eru funnir í rættarmálum um kynsliga barnamisnýtslu, eru í einum av hesum fimm londum: Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Russlandi og USA.