Skip to main content

At byggja undir skeivum fortreytum


Í morgun verða tey áhugaverdu tíðindi borin á Portalinum, at eitt virki á havnarlagnum á Tvøroyri er bygt undir skeivum fortreytum. Meistarligu myndina, ið sigur meir enn milliardir av keyptum orðum, tók Reidar Simonsen fyri tíggju døgum síðan. Innihaldsliga tekstkeldan er stjórin í vinnufelagnum á VP í gjárkvøldið. Gamaní, kunnu fortreytir broytast frá degi til dags, tað verið seg persónliga ella alment, í relatión til onnur núlivandi, ella bara vinnuliga, soleiðis sum pengar nú kunnu definera okkara viðurskifti við grannan, tí vit púra óvæntað hava vunnið milliónina, og tað verður ein grannatrupulleiki.


Í summar var eg á júst hesum ný- og gamalsøguliga armageddonstaði, og kann ikki annað enn geva kelduni rætt. Hetta er alt bygt eftir púra skeivum fortreytum. Men hin órættaði er ikki grefliga virkið, sum á dronumyndini sæst fremst fyri sum rovini á einum futuristiskum bláhvali. Nei, tað eru tey, sum í fyrndini, men í dag uttan rættindi, ið bygdu býli, virki og handlar eftir natúrgivnu strandarlinjuni á Tvøroyri. Púra organiskt. Nú er eitt nýskrímsl blást upp fyri eyguni á teimum, sum fyrr høvdu makt, men í dag onga akt. Jú, fortreytirnar eru púra skeivar at byggja á Tvøroyri. Tað avdúkar dronumyndin sum eingin onnur. Vorðið sum búreisingur, ið nú á øðrum sinni kortini byggir undir skeivum fortreytum á sama stað.