Skip to main content

Tóroddur & Co


Í tíðindaskrivi í dag boðar Steinprent frá, at leygardagin 14. oktober letur Tóroddur Poulsen upp 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Listamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður. Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og virksemið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk.

Framsýningin í Steinprenti eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir. - Men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin, verður sagt í tíðindaskrivinum.


Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd. Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrgerðum, sum stinga út í hvørjari av teimum fýra síðunum á skapinum. Reyða skapið vendir aftur í øðrum myndum. Tað gevur beinanvegin varhugan av onkrum figurativum, og minnir um ein kavbát ella eina skjaldbøku, men skapið letur seg ikki lesa út í æsir, tí tað er nonfigurativt. Beint niðri undir reyða skapinum er ein lítil ugla og undir henni ein uppseting av spannum og prikkum, sum minnir um okkurt slag av myndagátu, ið tó tykist mangla tann samanhang og eintýðuga svarið, sum er sjálvur kjarnin í slíkum myndagátum. Her verður greidliga ikki hildið nógv um hetta, at halda nakað í hevd ella at grunda sítt virksemi á gamla siðvenju ella á mátan mann segði ella gjørdi fyrr. Sambært myndini gevur hesin vani als onga meining. Betur er at hugsa nýtt, og tað ger Tóroddur, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Umframt steinprentini verða eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar, og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin í Steinprenti leygardagin 14.oktober frá klokkan 15-17, sigur Steinprent í tíðindaskrivi í dag.