Skip to main content

Øl er annar munkur


Í dag kom ølkuskurin hjá Føroya Bjór við tveimum sixpacks av temabjóri, nú tað stundar til at fimm hundrað ár eru liðin síðan reformatiónin byrjaði. Tað var tá týski munkurin, Martin Luther, hin 31. oktober í 1517 negldi tær 95 tesurnar, ið vendu sær móti katólska avlátshandlinum, á kirkjudyrnar í Wittenberg.


Munkurin skifti ikki bara frá katólskum latíni til týska móðurmálið, hann gavst at verða munkur, lokkaði eina nunnu, Katharinu von Bora, við sær, og uttankleystraði, brutu tey í felag munkalyftið og nunnulyftið við at ganga í hjúnalag. Umframt kynsdriftina, sum man hava verið serstakliga sterk hjá virkna maktmunkinum Luther, var tað helst eisini av praktiskum orsøkum, at hann gekk í hjúnalag við Katharinu, sum ikki bara var ófør at halda skil á balstýrna Luther, men eisini at bryggja bjór.


Eins og leikurin hjá Eyð Matras, ið verður frumframførdur í Posthúskjallaranum í Klaksvík fríggjakvøldið, er heitið á ljósu og angandi hveitibjórini Morgunstjørnan í Wittenberg. Hon er bryggjað soleiðis, sum Katharina von Bora gjørdi tað. Tað stendur á etikettini á bjórini hjá Føroya Bjór, har tey siga, at nógv er gjørt burturúr at finna røttu rávørur, samanseting og uppskriftir, so bryggjast kann eftir leistinum hjá Katharinu sjálvari. Umframt greiðan anga av sitrus, er hon ein súrlig hveitibjór, ið kundi smakkað væl afturvið feskum fiski, sum er stoktur á pannu við leyki. Longri hon stendur opin, minni súrligur gerst smakkurin av markantari hveiti, og tá spælir gylta bjórin, sum er ófiltrerað, betri upp móti rámligt góða anganum av sitrus. Ein góð øl.


Munkurin, ið broytti heimin er mansliga heitið á Lutherølini, sum er myrk og søt, og aftur er bryggjað eftir fyrimynd hjá Katharinu von Bora. Ølin tykist í útsjónd massiv og ágangandi, tí verið eg fyrst bilsin og síðan snópin, at Lutherølin er so leys í umhvarvi, at hon flaknar sum hon stendur.


Í øldir hava munkar bryggjað øl. Helst er yvirgerða trappistbjór úr Belgia elsta kleysturbjór, sum til er. Wikipedia sigur, at tað bjór, sum í dag verður bryggjað við autentiskum trappistafrámerki, finst í seks førum í Belgia: Westmalle, sum er mín favorittur, Rochefort, sum er hin elsta (1595),  Westvleteren, Chimay, Orval og Achel, í tveimum førum í Niðurlondum: La Trappe og Zundert, og eitt bryggjarí er í hvørjum av londunum Eysturríki: Stift Engelszell, Italia: Tre Fontane, og USA, har Spencer í Massachusetts er fyrsta trappistbryggjarí, sum ikki er í Evropa. Myndin er frá Wikipedia:


Óheilaga alliansan millum kirkju og bryggjarí er eisini kend frá týska bryggjarínum Paulaner (1634), har tey selja Salvator, sum er ølin, ið bróður Barabass bryggjaði til Paulanermunkarnar í 1773. Hon fæst enn á fløsku sum Paulaner Salvator. Myndin er frá Paulaner bryggjarínum.