3.10.17

Hug at ferðast við maskinbyrsu í USA?

The Independent 2/10 2017: Á byrsumessu í Las Vegas (Ethan Miller) 

Hóast orsøkin varð ringasta hópdráp í nýggjari amerikanskari søgu, var tað lívgandi og perspektiverandi at hoyra eina unga kvinnu staðfesta í Morgunsendingini, at tað eru so nógvir pengar í vapnaídnaðinum, at har gerst einki. Hvørki forboð ella forðingar muna, tí pengamaktin er so sterk, tá tað umræður vápn, segði hon beinleiðis úr Las Vegas.

Mammon, mammon über alles.

Og nú tað ikki er sjálvsagt, at miðlar finna føroysk talsfólk í heimsins brennideplum - í Sjálvstýrisbarcelona, 2372.39 kilometrar burturi, eydnaðist sanniliga at finna dagsins danskara - so skal eg skunda mær at siga, at í morgun var tað ein føroysk kvinna, ið livandi segði frá við egnari rødd úr Las Vegas, sum er ein realitystjørnubýur uttan líka.

Allan sólarringin kanst tú møta dagsins Elvis og Marilyn, og innan 15 minuttir kanst tú keypa yngstu dóttrina hjá meksikansku familjuni, sum ikki býr á marglætishotelli, men í einum innkeypsvogni undir jørð, beint undir stakkalaasfaltinum á The Strip. Tey eru akkurát komin til lovaða landið og royna at lívbjarga sær.

Einaferð hoyrdu vit Chris Cornell syngja á hesum stað, Mandalay Bay, sum nú varð skotið frá. Rúmdarmenn siga eisini, at einasta ljós, ið sæst av verðini, er glæman úr eftirgjørdu pyramiduni í túninum. Hon kostaði 375 milliónir dollars, tá hon varð bygd í 1993, sigur glaði ferðaleiðarin. Í markleysu oyðuni er stutt frá undirhaldi og gleði, til sorg og óbótagerðir.

Meðan USA í allar mátar er besta land at ferðast í, fyrst og fremst tí at fólk í nýggja heiminum eru so forvitin - hvør veit, kanska eru vit í slekt, giti eg at tey hugsa, ikki innigyrda upprunafólkið, sum vit aldri møta, hvaðna minni tey gettoiseraðu úr Afrika, Latínamerika ella Karibia, sum vit heldur ikki møta, men bara tey Evropahvítu, sum vit møta og samskifta við um kort og farleiðir í stórbýarjungluni - so er USA eisini tað mest avskeplaða samfelag tú kanst uppliva.

Ikki Bara í Las Vegas, men eisini á bygd, har traktorar og hoyvendarar eru fremstu ljóð, ið vitna um lív - hava vápn ein heilt serligan leiklut, sum ikki bara er tímiligur at skjóta til máls við, men eisini kvasireligiøsur og so mikið tjóðarbyggjandi, at annar setningur í amerikansku grundlógini tryggjar tær rættin at bera vápn.

Hóast Cole Porter í 1934 sló á allar streingir og ynskti land, meira land og opnar víddir, tí hann vildi ikki verða stikaður inni, eru tað í útvið 400 ár - alt síðan Mayflower í 1620 legði at landi í nýggja heiminum - vápn, vápn über alles, ið mynda tilveru og tíðindi.

Í Nevada er loyvt at ganga við vápnum, hava tey í bili og við á barr í Las Vegas, har brennivín verður keypt og drukkið. Lógin sigur, at “Open carry is generally permitted throughout the state. For open carry in a vehicle, the firearm may be anywhere except concealed upon the person without a concealed firearm permit.” Allar avmarkingar sigast at hava verið nyttuleysar, tí FBI vil ikki kanna tey vápn, sum fólk sjálvi hava keypt og ganga við um gøtur og stræti, sigur avísin The Independent. Eftir skottilburðin í Las Vegas skrivar avísin enntá, at “Nevada capitalises heavily on machine gun tourism.”

Maskinbyrsuferðavinna. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr.

Hóast 21 amerikanskir statir, sambært Guns & Ammo eru áhugaverdari enn Nevada hjá byrsumonnum, ivist eg í, um eg tori at koyra í skot-ó-tryggjaðum bili aftur í USA. Fyri ikki um at tala, at fara á countrykonsert at lurta eftir rhinestone cowboys millum eftirgjørdar pyramidur og venesiskar siglingarveitir á The Strip í Las Vegas.

Nú man paranoia fáa nýggja meining í undirhaldsídnaðinum. Fíggindin var hesuferð hvørki jihadistur ella úr Miðeysturi, men ein heilt vanligur maður okkara millum.


Umframt at upplýsa um besta byrsustatin í USA, hevur Guns & Ammo góð ráð um, hvussu bestaborgarin kann bera hondvápn til gerandis, og hvussu tú best kanst verja hús og heim, tá fíggindini, sum er uttan andlit, nú fer at herja á. Nú er at verða á varðhaldi, siga republikansku politikarnir, vápnasmiðir og vápnalobby sum við ein munn. Tí hetta eru kjarnavirði, siga tey. Vápn til øll!